Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 188 - 29. september 2001 Nr. 188 - 29. september 2001 29 Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir deildarleiðara til fyribils setan Við hesum verður lýst eftir avloysara fyri deild- arleiðaran á matvørudeildini. Starvið verður sett 1 ár í senn upp til 3 ár. Matvørudeildin er tann fyrisitingarliga deildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum umsitur matvørulógina og kunngerðir við heimild í henni. Starvið er sera fakliga mennandi og skipanar- liga avbjóðandi. Í løtuni verða kunngerðir gjørdar og settar í verk, sum hava við okkara fiskiídnað at gera. Skipanir skulu byggjast upp við støði í kunn- gerðunum. Vinnumálastýrið hevur eisini boðað frá, at nýggj matvørulóg skal gerast í komandi ári og verður hetta eisini ein av uppgávunum hjá fyribils setta deildarleiðaranum. Dagliga arbeiðið er annars av skipanarligum slagi. Feltarbeiði og málsviðgerð skal skipast og samskipast soleiðis, at øll tey nógvu økini, matvørulógin fevnir um, verða røkt til lítar. Á matvørudeildini arbeiða 10 fólk. Førleikakrøv Akademisk útbúgving innan náttúruvísund. Fyrimunir Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til – og hevur royndir – við at arbeiða við matvørulógini og teimum fakøkjum, sum matvørulógin fevnir um. Tú kemur í samband við nógv fólk og skal tí hava góð evnir at samskifta við vinnu og fólk í heila tikið. Harafturat skal tú hava góð organisa- torisk evni. Setanarviðurskifti Eftir sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálastýrið. Nærri upplýsingar um sátt- málaviðurskifti síggjast á heimasíðuni www.lnd.fo Umsókn Umsóknin saman við prógvum, CV og um- mælum skal verða Heilsufrøðiligu starvsstov- uni í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. ok- tober 2001. Avloysarastarvið ynskist sett skjót- ast til ber. Upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra. Falkavegur 6, 2. hædd FR-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: feagency@hfs.fo www. hfs.fo F O O D A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Fráboðan um seismikkvirksemi Lýst verður at seismiskar kanningar verða gjørdar á hesari havleið 60°00’N og 006°30’W 62°00’N og 006°30’W 62°00’N og 003°00’W 60°00’N og 003°00’W Felagið Multiwave Geophysical Company AS kannar øki Kanningarnar verða gjørdar vegna InSeis AS Byrjað verður …………………… 27.09.2001 Arbeiðið tekur væntandi ……… 5 vikur Skipanavn ……………………… Polar Princess Kallibókst/Heimstaður ………… JXBV3, Norra Fiskiveiðiumboð………………… Oddur Berg Samband fast við skipið á VHF rás 16 Upplýsingar um dagligar seismiskar fráboðanir og ávaringar fáast á sjálvvirkandi telefonskipanini 32 03 41, ella á telefon 31 10 65 Kunngerð um kirkjuráðsval Hervið verður gjørt kunnugt, at kirkjuráðsval verður í Fuglafjarðar kirkjusókn týsdagin 6. november 2001. Valið fer fram í Fuglafjarðar kirkju og Bønhúsinum á Hellunum nevnda dag frá kl. 10-12 og 16-18. Valevnislistarnir skulu vera formanninum fyri valstýrinum í hendi í seinasta lagi 9. oktober 2001 kl. 19.00. Valevnini mega í mesta lagi vera 13, og skulu minst 3 og í mesta lagi 15 veljarar sum stillarar undirskriva listan. Høvuðstreytin fyri vælrætti er, at ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni, og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin 6. november 2001, hevur valrætt. Skilað verður til, at veljast skulu 7 limir. Krossur verður settur annaðhvørt fyri listan ella fyri einum valevni á listanum. Øll valevni skulu geva skrivliga váttan um, at tey vilja lata seg stilla upp, og hava tey ikki sitið í kirkjuráði áður, skulu tey undirskriva ta váttan, sum kravd verður,áðrenn tey á fyrsta sinni kunnu taka sæti í kirkjuráðnum. Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta á telefon 44 47 89, 8. og 9. oktober 2001, báðar dagar frá kl. 18-20. Fuglafjørður hin 19.september 2001. Valstýrið fyri Fuglafjarðar kirkjuráð Heini Beder, formaður veitst tú ikki tað? www.sosialurin.fo LesiÝ Sosialin -taÝ loysir seg! C M Y K 29 28