týsdagur 3. mars 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Á heimasíðu sínari, sendir Eivør eina heilsan
til sínar fjepparar, har hon millum annað sigur,
at hon følir, sum hevur hon verið burtur ov
leingi. Orsøkin til hetta er, at hon er upptikin
við at skriva nýggj løg, umframt at mála. Eivør
sigur, at ljósið í Føroyum inspirerar hana, og
at vit eru heppin, at sólin er komin aftur til
klettarnar.
Eivør hevur ætlanir um at fara á rundferð
í apríl, og gongur leiðin fyrst til Íslands. Hon
sigur, at hóast kreppa hevur rakt íslendingar,
so hava tey framvegis heimsins vakrasta land,
og tað kann eingin taka frá teimum.
Fyrstu fýra framførslurnar í rundferðini hjá
Eivør verða í Íslandi, og sær skráin soleiðis út:
03.04.09 – Nasa, Reykjavík
04.04.09 – Græni Hatturin, Akureyri
05.04.09 – Skagastrønd, Skagastrønd
09.04.09 – Vestmannaeyjar, Vestmannaeyjar
Rundferðin fevnir ikki bert um Ísland. Eivør
skal eftir ætlan eisini framføra í Danmark,
Grønlandi, Noregi, Kanada og Póllandi.
Nýggj fløga og live-dvd við The Dreams kom
á marknaðin í Danmark og í Føroyum í gjár. Á
útgávuni ber til at uppliva føroyska rockbólkin á
konsert.
The Dreams skúma fram á danska
tónleikamarknaðinum, og í gjár kom nýggj
útgáva við bólkinum út bæði í Danmark og í
Føroyum.
Den Nye By 09 - Sakin Live ´09 kallast útgávan,
sum bæði er fløga og dvd. Á fløguni eru teir væl
umtóktu sangirnir við The Dreams og onkrar
live-upptøkur eru eisini við. Eisini eru 3 nýggir
sangir á útgávuni.
Harafturat er eisini ein dvd-fløga við í
keypinum, og á henni ber til at síggja og
hoyra The Dreams spæla til sínar lívligu
konsertir. Á dvd-fløguni eru eisini samrøður við
tónleikararnir í The Dreams.
Í samband við útgávuna hevur The Dreams
nógvar framførslur fyri framman, og sær skráin
fyri mars soleiðis út.
05.03.09 – Keypmannahavn, The Rock
05.03.09 – Kb, Fona Frederiksberg sentrið kl. 16.00
06.03.09 – Birkerød, Mantziusgarðurin
07.03.09 – Sønderborg, Sønderborghúsið
13.03.09 – Greve, Greve ungdóms hús
Les meira á heimasíðuni hjá The Dreams www.
thedreams.dk
The Dreams við
nýggjari útgávu
Eivør sendir
heilsan til
fjepparar
Dóttirin vildi hava
Lindu at syngja
Tað var nýggju ára gamla dóttirin, Celeste, ið fekk
mammu sína at melda seg til X-Factor.
Tær báðar høvdu áður fylt við X-Factor kapp-
ingini, har Martin, Laura, Heidi og Basim vunnu
hjørtuni hjá nógvum danskarum, og ikki minst
hjá føroyingum.
Laura var fyrimyndin hjá Celeste, og tá hon helt
fyri at Laura sang vakurt, spurdi Linda, um hon
ikki sang bet ur enn Laura.
Hesum var dóttirin samd í, og spurdi, hví Linda
ikki bara søkti at sleppa
við til X-Factor.
Tað vóru orðini hjá
dóttrini sum skul di til,
fyri at fáa Lindu at stíga
fram sum sonkvinna,
tá upptøkuroyndirnar
vóru í Keyp manna-
havn. Stutt áðrenn
kappingina, vóru Linda
og maður hennara
farin frá hvørjum
øðrum, og Linda vildi
við hesum vísa dóttur
sínari, at hon megnaði
at standa á egnum
beinum.