Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 3. mars 2009 29 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Leygardagin var føroyameistara­ kapping í flogbólti hjá teimum yngru liðunum, og fýra lið kundu fara heimaftur við gullmerkjum. FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Spælt var í høvuðsstaðnum, har Gundadalshøllin, Ítrótt­ arhøllin á Hálsi og Hoy­víks­ høllin vóru karmur um eina rúgvu av dy­stum, og í fýra av átta aldursbólkum vóru bæði meistaraheiti og heið­ ursmerki avgreidd. Í bólkinum gentum 10 ár vann Dráttur gull, TB silvur og KÍF bronsu, og í bólkin­ um gentur 12 ár vann Fley­r gull, Dráttur silvur og Mjølnir bronsu. Fley­r vann eisini gull í bólkinum dreingir 10 ár, har SÍ vann silvur og Drátt­ ur bronsu, og í bólkinum dreingir 12 ár vann B68 gull, SÍ silvur og Dráttur bronsu. Fýra finalur eftir Í hinum fýra bólkunum verða finalurnar spældar í Trongisvági um tvær vikur, so har var funnið fram til finalistarnar, samstundis sum bara bronsuvinnararnir fingu síni heiðursmerki ley­gardagin. Í bólkinum gentur 14 ár skulu KÍF og TB spæla finalu, og Fley­r vinnur bronsu. Og hjá kvinnuung­ lingunum verður finalan millum Mjølnir og Fley­r, og SÍ fær bronsu. TB og Fley­r spæla final­ una hjá dreingjum 14 ár, og har vinnur Mjølnir brons­ una, og hjá mansunglingun­ um verður finalan millum SÍ og Fley­r, og Nøvan fær bronsuna. Fýra ung meistaralið í flogbólti Nógvir dystir vóru á skránni leygardagin, tá tey ungru kappaðust um meistaraheitini í flogbólti Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Dráttur-KÍF 3-2 (14-25, 32-30, 25- 22, 22-25, 15-8) Tungur dráttur hjá Drátti Sum væntandi var, gjørdist tað tungt hjá Drátti at draga sær ein sigur í land ímóti KÍF. Men tað gekk at enda. FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Sunnudagin var KÍF á vitjan hjá Drátti á Giljanesi, og tað gjørdist akkurát líka javnt og spennandi, sum væntast kundi frammanunda. KÍF, sum er næstniðast, hevur fy­rr í vetur víst tenn ímóti fremru lið­ unum og eitt nú vunnið á greipuvinnarunum úr SÍ. At hetta kundi gerast ein tungt dráttur hjá Drátti, sum roy­nir at sleppa fram í kappingina um silvur og bronsu, kom til sjóndar beinan­ vegin, tí í fy­rsta settinum sópaði KÍF alla mótstøðu til viks og vann stórt. Men Dráttur skuldi og vildi sleppa inn í dy­stin, og tí gjørdist annað sett tann mest spennandi og dramatiska løtan í dy­stin­ um. Hvørgin parturin vildi sleppa settinum, sum Dráttur tó at enda fekk avgjørt til endaligan fy­rimun, heili 32­30! Dráttur tók sjálvsálitið við sær til triðja sett, sum var vunnið tepurt við trimum stigum, men í fjórða setti svaraði KÍF aftur við at vinna somu­ leiðis við trimum stigum, so tí mátti eitt fimta og avgerandi sett til. Her ey­dnaðist Drátti, sum hevði by­rjað tey­ bæði undanfarnu settini betur, at halda fram við tí, og tað rakk so til 15­8 og sigur í dy­stinum, ið tað var so umráðandi hjá Drátti at vinna, nú kapp­ ingin í endaspurtinum herðist. Við øðrum sigrinum innan fyri minni enn eina viku, hevur ÍF yvirhálað fleiri av kappingarneytunum og liggur í løtuni til bronsu. FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Fy­ri fáum døgum lá ÍF á fimta plássinum við færri dy­stum enn flestu av kappingarney­tunum, men eftir útisigurin á Mjølni týskvøldið í farnu viku, helt ÍF sunnudagin fram við heimasigri á TB, og nú hevur ÍF y­virhálað bæði Drátt og Mjølnir og liggur nummar trý. Ikki kann sigast, at mót­ støðuliðið av Tvøroy­ri hevur ta sty­rki, tað hevur havt, og hetta kom eisini til sjóndar á Kambsdali sunnu­ dagin, tá ÍF sera lætt vann tey­ bæði fy­rstu settini og legði lunnar undir ein sigur, ið øll nokk eisini høvdu væntað. Men í triðja setti gjørdist mótstøðan frá TB munandi dy­ggari, og tað skuldi nokk so fitt meira til hjá ÍF at vinna tað. Tó bar til, og ÍF vann dy­stin 3­0 og staðfesti sína støðu sum ein av sterkastu heiðursmerkjaavb jóðarunum. Næsta sunnudag tekur ÍF ímóti KÍF, sum beit frá sær ímóti Drátti, og um tvær vikur skal ÍF til Havnar at spæla ímóti Fley­r. Sum tað sær út í løtuni, verður hetta kanska tann stóra silvur­ finalan í Eik­liguni hjá kvinnunum… ÍF-TB 3-0 (25-15, 25-12, 25-23) ÍF á bronsuplássinum Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 17 15 - 2 48 22 26 19 2 Fleyr 16 10 - 6 35 25 10 13 3 ÍF 16 9 - 7 33 26 7 12 4 Dráttur 16 9 - 7 36 30 6 11 5 Mjølnir 16 9 - 7 28 28 0 10 6 KÍF 17 5 - 12 29 41 -12 7 7 TB 16 0 - 16 4 48 -44 0