týsdagur 3. mars 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 43 - 3. mars 2009 ]
15 ára gamli Rúni
Seloy og 17 ára
gamla Bjørk Herup
Olsen gjørdust um
vikuskiftið danskir
meistarar í innan
dura renning. Hóast
sín unga aldur, hava
tey runnið í fleiri ár,
og fáur man ivast í,
at nøvn teirra fara
vit at hoyra aftur og
aftur í sambandi við
kapprenning mong ár
inn í framtíðina
MEISTARAPRÁT
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Seinnapartin í gjár setti
Sosialurin teimum báðum
nýggju, føroysku danmarks
meistarunum í innandura
renning, sum vit fingu um
vikuskiftið, stevnu á Tórs
breyt, har tey framman
undan hava sína dagligu
gongd ella – kanska rættari
– dagligu renning…
15 ára gamli Rúni Seloy
og 17 ára gamla Bjørk
Herup Olsen megnaðu at
vinna sær hvør sítt gull
merki í kappingini um
donsku meistaraheitini í
innandura
kapprenning.
Haraftrat fingu tey hvør sítt
heiðursmerki aftrat, Bjørk
eitt silvurmerki og Rúni eitt
bronsumerki, og haraftrat
setti Bjørk føroyskt met, tá
hon vann silvur.
Bæði tvey viðganga, at
»tað er nokk so kul« at vera
danskur meistari, og tað er
heldur ikki torført at skilja,
tá tey stilla upp til mynda
tøku við hvør sínum tveim
um heiðursmerkjum, sum
tey fegin vísa fram.
Hóast tað regnar og er kalt
og illfýsið, kemur ein lítil
skái í veðrinum, so myndin
kann verða tikin, og so er
annars klárt til prátið við tey
bæði, sum – hóast sín unga
aldur – longu vita væl, hvat
tað merkir at røkka sínum
málum og alla tíðina at seta
sær nýggj mál.
Nógvir áskoðarar
Fyrst venda vit aftur til
leygardagin og sunnudagin,
tá tey saman við fýra øðrum
føroyingum vóru í danska
býnum Skive, har ein stór
høll við rennibreyt var
karmur um kappingina.
– Umstøðurnar vóru heilt
ótrúliga góðar og tað var
ordiliga stuttligt at kappast
har. Fult av fólki var og
hugdi, og tey heppaðu okk
um, meðan vit runnu,
greiðir Bjørk brosandi frá.
– Vit hoyra øll til donsk
feløg, tá vit eru niðri og
kappast, so tey frá »okkara
feløgum« kenna okkum og
stuðla okkum, tá vit kapp
ast. Og so er tað sjálvandi
eisini sera stuttligt, tá tað
eydnast at fáa góðar tíðir og
at vinna. Tað er tað allar
stuttligasta.
Eisini Rúna dámar væl at
kappast
innandura,
men
hann sigur, at tað er nokk so
nógv øðrvísi enn at kappast
uttandura, tí breytin ikki er
upp á akkurát sama máta.
– Tú mást leggja tær renn
ingina betur til rættis, tá tú
skalt yvirhála, tí langsíð
urnar eru so stuttar, sigur
hann.
Og at yvirhála duga tey
bæði tvey, tí tað siga jú
úrslitini alt um.
Seks heiðursmerki
Rúni vann leygardagin gull
á 800 metra teininum, og
hóast talan sjálvandi var um
harða kapping, nú allir teir
bestu rennararnir í ymsu
aldursbólkunum vóru við.
– Eg hevði væntað eitt
nokk so gott úrslit á 800
metrum, men hinvegin visti
eg, at eg fór at verða press
aður sunnudagin, tí har var
ein danskari við, so er nokk
so góður á 1.500 og 3.000
metrum. Men eg fekk so
silvur, sigur hann.
Bjørk rann 3.000 metra
Nokk so kul at vinna DM
Rúni Seloy og Bjørk Herup Olsen við sínum heiðursmerkjum frá DM-kappingini um vikuskiftið
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Heðin fyribils landsliðsvenjari
Fótbóltssambandið hevur heitt á Heðin Askham um at vera venjari hjá
fótbóltslandsliðnum, sum skal til Íslands at spæla vinardyst 22. mars.
Tað visti 32 at siga í gjárkvøldið. Saman við Jens Martini Knudsen,
sum er hjálparvenjari, skal hann taka liðið út til vinar og granna
dystin. – Hetta er ein spennandi uppgáva, sum eg taki í fullum álvara,
sigur Heðin Askham, sum fyrst og fremst fer at lata spælarar úr
føroysku kappingini manna liðið.
Ike neyvan nakran
sáttmála í 07 Vestur
Um vikuskiftið skrivaði Portalurin, at fleiri nýggj nøvn vóru í
hópinum hjá 07 Vestur, sum nú av álvara er farið undir fyri
reikingarnar til komandi kappingarárið. Ein teirra var Ike
chukwu Onyema – vanliga róptur Ike – sum áður hevur roynt
seg í NSÍ og AB. Hann hevur ikki júst tey evnini, felagið sókn
ast eftir, og tí verður nigerianski framherjin neyvan partur av
hópinum hjá 07 Vestur í 2009, skrivar heimasíðan
soccerandequipment.com.
Føroysku úrslitini í DM-kappingini
Nr. Navn
Teinur
Bólkur
Tíð
1. Bjørk Herup Olsen
1.500 m
gentur 18-19 ár
04.28,27 min.
1. Rúni Seloy 800 m
dreingir
14-15 ár
02.06,68 min.
2. Bjørk Herup Olsen
3.000 m
gentur 18-19 ár
10.16,93 min.
2. Rebekka Fuglø
800 m
gentur 16-17 ár
02.24,48 min.
3. Rúni Seloy 1.500 m
dreingir
14-15 ár
04.22,57 min.
3. Jóan Karl Joensen
1.500 m
menn 20-22 ár
04.15,85 min.
4. Rebekka Fuglø
400 m
gentur 16-17 ár
00.63,19 sek.
5. Jóan Karl Joensen
800 m
menn 20-22 ár
02.03,88 min.
7. Jan Elmar Sørensen
3.000 m
dreingir 18-19 ár
09.40,77 min.
10. Guttorm Sørensen
3.000 m
menn
09.23,81 min.
10. Jan Elmar Sørensen
1.500 m
dreingir 18-19 ár
04.25,99 min.
12. Rebekka Fuglø
200 m
gentur 16-17 ár
00.28,72 sek.