týsdagur 3. mars 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 43 - 3. mars 2009 ]
Hóast Ajax tapti botnupp
gerðina ímóti TMS Ringsted
sunnudagin, lá parturin hjá
Heina Hanusarson ikki eftir,
tí við fimm málum gjørdist
hann toppskjútti á liðnum
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Nóg illa vóru tíðindini borin um, at
Hondbóltssambandið hevði strikað
allar karantenur í sambandi við
Bosnia-túrin hjá landsliðnum, so
vísti Heini Hanusarson á vøllinum,
at honum kann í øllum førum
roknast við, um boð verða eftir
honum.
Sunnudagin spældu Hanus og
liðfelagarnir í Ajax ein sera týdning-
armiklan dyst ímóti botnliðnum
TMS Ringsted, men dysturin var
taptur, so Ajax nú hevur býtt um
pláss við TMS Ringsted og er aftast
í bestu donsku hondbóltsdeildini.
At byrja við fylgdust liðini, men
so fekk TMS Ringsted vunnið seg
upp á 7-4. Hanus og teir fingu tó
svarað aftur og komið upp á 7-7,
men so var eisini liðugt, tí TMS
Ringsted fór avstað og endaði við
at vinna dystin 28-25.
Innanhýsis er Ajax framvegis eitt
mál betri, men tað hjálpir fyribils
so lítið, tí TMS Ringsted hevur seks
stig og Ajax á aftasta plássi fimm.
Næsti dystur hjá Ajax er ímóti
GOG, sum er fjórðniðast.
Men á einum degi, har lítið
annars gekk eftir vild hjá liðnum,
eydnaðist tó Heina Hanusarson at
gerast besti málskjútti hjá Ajax við
fimm málum, og harvið fekk hann
eisini gjørt vart við seg, nú
landsliðsdyrnar aftur eru opnar og
bara tvær vikur eru til næstu upp-
gávuna.
Mikudagin
18.
mars
spæla
Føroyar í EM-undankappingini á
heimavølli ímóti Sveis, og tríggjar
dagar seinni møtast liðini aftur,
hesa ferð í Sveis.
Teir báðar fyrstu mánað
irnar í ár fór sjey fótbólts
spælarar úr føroyskum
fótbólti og til útlendsk
feløg. Burtur sæð frá
Oddmar Færø, er talan um
útlendskar spælarar, ið fara
heimaftur
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Nógv bendir á, at útlendsku
fótbóltsspælararnir í ár ikki verða
so nógvir í tali í føroyskum fótbólti,
sum teir hava verið tað undanfarnu
árini.
Henda ábending sæst eisini aftur
í yvirlitinum yvir spælaraflytingar
teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár,
sum Fótbóltssambandið kunngjørdi
í gjár, tí har er talan um seks út-
lendingar, sum eru farnir heimaftur,
eftir at teir hava spælt í Føroyum.
Nýggja felagið í Vodafone-
deildini, 07 Vestur, eigur tríggj-
ar av teimum, sum eru pol-
endingurin Andrzej Stretowics,
serbin Jovan Radinovic-Panic
og brasilianarin Heron Charles
Anchieta da Silva, sum allir
fara aftur til heimlond síni at
halda fram við fótbóltinum.
Tveir av serbunum, sum hava
spælt við NSÍ, Aco Pandurovic
og Dejan Stojkovic, eru farnir
aftur til heimlandið, og tað
sama er danskarin hjá greipu-
vinnarunum úr EB/Streymi,
Anders Post Jacobsen, sum nú
spælir við FC Hjørring.
Einasti
føroyingurin
av
teimum sjey, sum eru farnir úr
føroyskum feløgum fyrstu tveir
mánaðirnar, er 19 ára gamli
Oddmar Færø, sum fyri einum
mánaði síðani skifti frá B36 til
danska Brøndby, har hann í
øllum førum verður næstu fýra
mánaðirnar, til hetta kapping-
arárið er av.
Útlendingar fara heimaftur
Heini besti málskjútti
teinin leygardagin, og tá
visti hon, at hon fór at fáa
mótstøðu, tí hon kendi
mótstøðukvinnuna.
– Ætlanin hjá mær var at
vinna á henni, men tað gekk
so ikki. Men sunnudagin, tá
eg rann 1.500 metrar, var
mótstøðan ikki serliga stór,
tí tá var eg heili 15 sekund
framman fyri hana, sum
bleiv nummar tvey.
Umframt tey bæði, so
eydnaðist eisini tveimum
av hinum rennarunum at
fáa heiðursmerki. Leygar-
dagin vann Rebekka Fuglø
silvur á 800 metra teininum,
og sunnudagin eydnaðist
Jóan Karl Joensen at vinna
bronsu á 1.500 metrum, so
samlaði
heiðursmerkja-
fongurin frá ferðini gjørdist
tvey gull-, tvey silvur- og
tvey bronsumerki.
Var send heimaftur
Hóast Rúni er tvey ár yngri
enn Bjørk, hevur hann runn-
ið í tvey ár meira, tí hann
var ikki meira enn átta ára
gamal, tá hann fyri fyrstu
ferð var við í árligu Flagg-
dagsrenningini í Havn.
– Eg vann ikki nakað
beinanvegin, men á Norð-
oyastevnu vann eg mína
fyrstu kapping, og so ivaðist
eg ikki í, at eg skuldi halda
fram. Tað bleiv stuttligari,
tá eg byrjaði at vinna, og
síðani havi eg runnið øll
árini, sigur hann.
Hjá Bjørk var tilgongdin
til renningina eitt sindur
øðrvísi, tí hennara fyrstu
royndir fekk hon ikki frá
kappingum, men tí hon
vildi vera uppií, tá pápi
hennara,
Jósvein
Herup
Olsen, vandi eitt sindur av
motiónsrenning.
– Eg vildi altíð sleppa við
honum at renna, men av tí
at eg í fyrstuni var ov lítil,
so mátti hann senda meg
heimaftur fleiri ferðir, tá eg
bara var farin rennandi
aftan á honum, sigur hon
flennandi.
– Men eg vildi renna, og
til ta fyrstu Flaggdags-
renningina
gjørdist
eg
nummar trý. Tað var ordi-
liga stuttligt, og so byrjaði
eg eisini at fara til stevn-
urnar og fekk góð úrslit, og
síðani havi eg hildið fram
við renningini alla tíðina.
Mugu venja nógv
Tá tað liggur so væl fyri,
sum hjá teimum báðum, ið
nú eru danskir innandura
meistarar og eisini hava
verið danskir meistarar í
øðrum
kappingum
fyrr,
krevst sjálvandi nógv og
miðvís venjing.
– Eg renni í øllum førum
fimm ferðir um vikuna, og
so havi eg sjálvandi eisini
alternativa venjing, so sum
súkkling
ella
svimjing,
umframt at eg eisini geri
styrkivenjingar, sigur Bjørk.
– Nógva av venjingini er
á Tórsbreyt, men eg renni
eisini á vegnum, í viðar-
lundini og aðrastaðni. Men
intervallvenjingin er øll á
Tórsbreyt.
Renningin
hjá
Rúna
minnir nokk so nógv um ta
hjá Bjørk, men tá bæði
nevna intervallvenjingina,
noyðist
blaðmaðurin
at
biðja tey greiða eitt sindur
nærri frá, hvat tað merkir.
– Tað er tann harða
venjingin, sum gevur úrslit,
sigur Rúni, og so kemur
Bjørk við einari enn greiðari
frágreiðing:
– Í staðin fyri at renna ein
heilan túr upp á til dømis
tríggjar kilometrar, so deilir
tú hann upp í petti, so tú
rennur 500 metrar, alt hvat
tú orkar. So steðgar tú á eina
løtu og rennur so aftur 500
metrar, fyri at fáa ferð á.
Helst bæði til Álands
Í summar eru aftur Oyggja-
leikir á skránni, og longu
nú er greitt, at Bjørk Herup
Olsen í øllum førum verður
við í tveimum kappingum.
Hon skal renna 1.500 og
5.000 metrar, men ikki
3.000 metrar, tí tann teinurin
er ikki við á leikunum.
Hjá Rúna Seloy er støðan
tann, at hann við sínum 15
árum er nóg gamal at fara
til Oyggjaleikirnar, men
enn hevur hann ikki klárað
tær kravtíðir, sum eru.
– Men eg vóni, at eg klári
tær, sjálvt um eg kanska
kann sleppa við allíkavæl,
tí eg kann fáa undantaks-
loyvi, tí eg eri so ungur,
sigur hann.
– Eg gera tó alt fyri at
sleppa við upp á mínar tíðir,
og har restar ikki so nógv í.
Á 400 metra teininum eri
eg
tvey
sekund
frá
kravtíðini, og eg eri fimm
sekund frá kravtíðini á 800
metrum. Og sjálvt um eg
fái undantaksloyvi at fara
við, er málið hjá mær at fáa
tíðirnar so langt niður sum
gjørligt.
Aco Pandurovic og fimm aðrir útlendingar
hava síðstu tveir mánaðirnar sagt
føroyskum fótbólti farvæl
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Við fimm málum var Heini Hanusarson sunnudagin besti málskjútti hjá Ajax,
sum tó tapti í botnuppgerðini ímóti TMS Ringsted
Brückner ikki venjari
hjá Eysturríki longur
Vánaligu úrslitini hjá Eysturríki – eitt nú javnleikurin
ímóti Føroyum – hava nú ført til, at 69 ára gamli tjekk-
in, Karel Brückner, ikki longur er landliðsvenjari hjá
Eysturríki. Fýra teir fyrstu dystirnir hjá í HM-undan-
kappingini hava bert givið fýra stig, og tí eru eystur-
ríkska fótbóltssambandið og Brückner komin ásamt
um at steðga samstarvinum, sum vardi í sjey mánaðir.
Villur rennitúrur
í Suðuroy í apríl
Í døgunum frá 3. til 5. apríl verður skipað fyri einum serligum
rennitúri runt Suðuroynna. Runnið verður úr Sumba til Sand-
víkar, og á ferðini norður gjøgnum oynna verða eisini boðið
til ymisk tiltøk. VILT de Suðuroy, sum rennitúrurin kallast,
byrjar í Sumba fríggjakvøld, og endar í Sandvík sunnudag.
Teinurin er 53 kilometrar, og runnið verður í fýra umførum. Á
leiðini norður gjøgnum oynna verður skipað fyri ymsum
øðrum tiltøkum, so sum útferð, bowling, undirhaldi og øðrum.