Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 44 - 4. mars 2009 Javnaðarflokkurin vil ikki verða trumlaður niður Danir byggja í Póllandi Danska fyritøkan LM Glasfiber, sum ger veingir til vind­ myllur, hevur latið upp nýggja verksmiðju í Goleniów í Póllandi. LM Glasfiber er heimsins størsta av sínum slagi, og á nýggju deildini skal fyritøkan gera veingir til vindmyllur, sum skulu setast upp á landi ella á sjógvi í Norður­, Mið­ og Eysturevropa. LM Glasfiber, sum hevur høvuðssæti í Kolding, hevur nú 14 verksmiðjur ymsa­ staðni kring heimin. Umleið 370 fólk skulu arbeiðs á nýggju verksmiðjuni í Goleiów, skrivar Ritzau. Farmaskip liggja Farmaflutningsvinnan á sjónum er niðri í einum aldudali. Bergens Tidende skrivar, at tey fyrstu farmaskipini, sum hava verið í sigling fram við norsku strondini og inni á evropeiska meginlandinum, eru nú løgd. Talan er um vanlig farmaskip og bingjuskip. Samstundis sum minni farmur er at føra orsakað av altjóða fíggjarkreppuni, kæra reiðaríini seg um, at myndugleikarnir leggja størri og størri gjøld á skipini. Eitt nú er tað vorðið dýrari at biðja um loðs. Okkurt reiðarí sigur, at hjá tí kosta ymisk avgjøld 14 prosent meiri í ár enn í fjør. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum staðfestir, at sama, hvat samgongan ger við kravið frá Javnaðarflokkinum um at viðgera allar almennar íløgur á samgongufundi, skal hallið á fíggjarlógini í ár ikki økjast. AlmennAr íløgur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hallið á fíggjarlógini í ár er ivaleysa stórt. Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum staðfestir, at sama, hvat sam­ gongan ger við kravið frá Javnaðarflokkinum um at viðgera allar almennar íløg­ ur á samgongufundi, skal hallið á fíggjarlógini í ár ikki økjast. Hann staðfestir, at fíggjar­ nevndin hevur skorið av rakstrinum og lagt yvir á íløgurnar. Tí skilir hann, at partarnir nú heldur vilja halda aftur við einstøkum íløgum og so ístaðin økja um ymsar rakstrarútreiðslur, sum hava fingið sera óhepn­ ar avleiðingar á almanna­ og mentaøkinum, soleiðis sum John Johannessen vísir á í greinini omanfyri. ­ Men vit hava ongar sum helst ætlanir um at økja um útreiðslurnar og tí skal úrslitið verða útreiðsluneutr­ alt. Tað merkir, at verða útreiðslur øktar á einum øki, skulu sparingar gerast á onkrum øðrum øki, sigur landsstýrismaðurin. Tað staðfesti hann í tingin­ um í morgun, tá ið tinglimir fregnaðust um støðuna. Hann vísti eisini, at ongin veit, hvussu tey næstu árini vera og tí er neyðugt at vera varin at seta íløgur í gongd, sum eisini krevja stórar íløgur tey næstu árini. John Johannessen vísti á, at tær íløgur, sum føra til mest arbeiði, eru ábøtur á, heldur enn at gera tunlar og vegir, sum ikki kasta nógv arbeiði av sær. Javnaðarflokkurin hevur nú kravt, at spurningurin um at gera tunlarnar norður um Fjall, byrgingina um Har­ aldsund, havnina í Skúvoy og allar aðrar útbyggingar á sam­ ferðsluøkinum, verða viðgjørdir í samgong­ uni, tí hann góðtekur ikki uttan víðari tær ætlanir, sum eru settar út í kortið AlmennAr útbyggingAr Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað ber ikki til at sam­ tykkja almennar íløgur fyri 160 milliónir, uttan at tað yvirhøvur er viðgjørt í samgonguni. John Johannessen, polit­ iskur formaður í javnaðar­ flokkinum, hevur nú kravt, at allar samferðsluútbygg­ ingar í samfelagnum verða viðgjørdar á einum full­ mannaðum samgongufundi, sum helst verður ein av fyrstu døgunum. Og tað er lagt upp til ein harðan samgongufund, tí Javnaðarflokkurin er stak ónøgdur við tað, sum er farið fram í samgonguni á samferðsluøkinum higartil. ­ Tað, sum vit ikki góð­ taka, er, at tá ið fíggjar­ nevndin snikkaði fíggjarlóg­ ina fyri í ár til, hevur hon stungið íløgur út í kortið, sum fara at binda landskass­ an til at brúka 160 milliónir krónur til almennar íløgur næsta ár. Tað skilst, at Javnaðar­ flokkurin følir seg eitt sindur trumlaðan niður av fíggjar­ nevndini í hesum sambandi. ­ Her er fyri ein heilt stór­ an part talan um almennar íløgur, sum fíggjarnevndin hevur ásett av sínum einting­ um og sum yvirhøvur ikki eru viðgjørdar í samgonguni, sigur John Johannessen. ­ Tað kann ikki vera mein­ ingin, at tað skal vera fíggj­ arnevndin einsamøll, sum ger av, hvørjar íløgur skulu gerast, uttan at samgongan hevur viðgjørt støðuna. Hann leggur afturat, at summar av íløgurnar hevur samgongan ikki hoyrt orð ella eið til, fyrrenn nú fíggj­ arnevndin hevur sett tær í fíggjarlógina og tað góð­ tekur hann ikki. Sum eitt dømi um hetta nevnir ein nýggjan veg, sum skal gerast á Skálafirði, sum hann ikki hevur hoyrt um áður. Og hetta vil Javnaðar­ flokkurin ikki finna seg í. Áðrenn nakrar íløgur verða samtyktar, hevur flokkurin tískil kravt, at øll samgongan setir seg saman at viðgera og raðfesta allar samferðslu­ íløgurnar. Hann vil ikki nevna, hvørjar íløgur, talan er um. Men tað er greitt, at Annika Olsen hevur longi boðað frá, at hon beint í hesum døgum fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tunlarnar norður um Fjall, nýggja havn í Skúvoy, um at umvæla byrgingina um Haraldsund, umframt aðrar útbyggingar. Samstundis hevur Jaspur Vang, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin boða frá í Sosialinum, at nýggjur tunn­ il til Hvalbiar eisini verður raðfestur í fremstu røð. Bleyt virði raðfestast hægri John Johannessen staðfestir, at nógvar av íløgunum, sum ætlanin er at gera, verða upp, eru skilagóðar samfel­ agsíløgur. Men hann ivast kortini í, hvussu samfelagsgagnligar summar av hesum íløgum eru. ­ Tí hevur Javnaðarflokk­ urin kravt, at allar almennar íløgur, sum tær eru, verða viðgjørdar í eini heild, har eisini íløgur í skúlar, sam­ býli, røktarheim og annað, verða tiknar við. Men skulu 160 milliónir brúkast til samferðsluna næsta ár, er tað púra greitt, at tað verður lítið eftir til at byggja aðrar vælferðartænast­ ur út fyri, eitt nú røktarheim, sambýli, skúlar og annað. ­ Tað er ein støða, sum Javnaðarflokkurin ikki kann góðtaka, uttan eina neyva pol­ itiska viðgerð í allari samgon­ guni. Nettupp íløgur í sam­ býli, røktarheim, skúlar og onnur almannamál, eru við­ urskifti, sum Javnaðarflokk­ urin leggur stóran dent á og vit kunnu ikki liva við, at tær tænastur verða forsømdar. ­ Í vánaligum tíðum mugu vit eisini gera okkum greitt, hvørjar íløgur skapa mest virksemi og sostatt fáa flestar hendur til arbeiðis. Merkir tað at tit vilja skerja íløgurnar í samferðslu­ kervi fyri at útvega pengar til íløgur og umvælingar í sambýli, røktarheim, skúlar og annað? ­ Tað skal eg ikki siga, tí nú kenna vit ikki úrslitið av teirri politisku viðgerðini, sum vit hava kravt at fáa. Ikki kaldar føtur Í Degi og Viku í gjárkvøldið staðfesti Kaj Leo Johanne­ sen, løgmaður, at hann kendi onki til, at Javnaðar­ flokkurin hevur biðið um samgongufund. Men skjøl, Sosialurin hev­ ur fingið innlit í, vísa, at tað var longu síðsta mikudag, at Javnaðarflokkurin gjørdi samgonguni greitt, at hann vildi hava samgongufund um samferðsluútbyggingarnar John Johannessen staðfest­ ir sostatt, at tað er ikki velj­ arakanningin, sum Fynd gjørdi fyri Kringvarpið um vikuskiftið, sum er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin hevur fingið kaldar føtur, hóast flokkurin stendur seg sera illa í kanningini. ­ Vit bóðu um samgongu­ fundin áðrenn veljarakann­ ingin varð almannakunn­ gjørd, sigur John Johanne­ sen. Fram á við ferðavinnuni í Suðuroy Í annaðkvøld verður al­ mennur fundur á Tvøroyri um at menna ferðavinnuna í Suðuroy Tað er Suðuroyar Tjóð­ veldisfelag, sum skipar fyri almennum fundi á Seglloftinum á Tvøroyri í annaðkvøld, hóskvøldið klokkan 19. Á fundinum verða fram­ løgur og kjak um, hvussu ferðavinnan í Suðuroy kann vinnastr fram á. Á fundinum verður økis­ samskiparin fyri ferða­ vinnuna í Suðuroy, umboð fyri Kunningarstovurnar, Strandfaraskip Landsins, gistingarhúsini, bussfeløg, og umbð fyri ymisk upp­ livingartiltøk í Suðuroy. Umleið klokkan 21, aft­ aná almenna fundin verð­ ur so aðalfundurin hjá Suðuroyar Tjóðveldis­ felag. -áki-  Eidesgaard stendur fast: Hallið skal ikki økjast Nú er ivi sáddur um ætlanina at gera tunlarnar Norður um Fjall, nýggja havn í Skúvoy og allar aðrar útbyggingar, sum tosað hevur verið um á samferðslu­ økinum. Javnaðarflokkurin krevur nú samgongufund, har øll almenna útbygg­ ingarætlanin verður endavend