Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 44 - 4. mars 2009 Nógv betraða sam­ ferðslu kervið seinastu ár ini saman við upp­ keypi av øðrum fyri­ tøkum hevur gjørt, at Faroe Ship nú bert siglir upp á eina havn í Føroyum, og annars koyr ir vøruna út við bilum VØRUFLUTNINGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá Eimskip í 2004 keypti Skipa felagið byrjaði ein til­ gongd, sum í dag hevur ført til, at felagið – sum fekk navnið Faroe Ship – nú bert siglir upp á eina havn í Før­ oyum. Seinni eru fleiri uppkeyp komin aftrat, serliga keypið av flutningsfyritøkuni Heri Thom sen í 2006, og tað hevur so aftur ført við sær, at flutningsskipanin hjá felagnum er broytt frá platta flutn ingi til bingjur við størri skipum. Vøran verður síðani flutt víðari til kund an við lastbilum. ­ Samferðslukervið er vorð ið so nógv betri seinas­ tu árini, at tað tekur ikki meiri enn hálvan annan tíma frá Havnini og út til øll onnur støð í landinum. Suður oyggin og Sand oygg­ in sjálvandi tengdar at ferju flutningi, sigur stjórin í Faroe Ship, Jóhanna á Bergi. Hetta hevur merkt, at tær goymslustøðir, sum felagið hevur havt kring landið, so við og við eru niðurlagdar, og nú er so túrurin komin til goymsluna í Runavík. ­ Vit hava nú latið ta goymsl una aftur, og tað merk ir, at tey trý starvs­ fólkini, ið har starvaðust, nú eru søgd upp, sigur Jóhan na á Bergi. Seinastu dagarnar hevur tí verið riggað av inni í Runa vík, men Jóhanna á Bergi sigur, at tey tó fram­ vegis hava eina vøru­ goymslu í Søldarfirði, eitt so nevnt vøruhotell. ­ Men annars er skipanin hon, at alt verður lagt upp í Havn, og síðani koyrt út til kundar n ar herfrá, sigur Jóha n na á Bergi. Hon vísi aftur, at hendan rationaliseringin stendist av altjóða fíggjarkreppuni. ­ Hetta er ein tilgongd, sum hevur staðið við í long­ ri tíð. Talan er einans um eina rationalisering í sam­ bandi við tey uppkeyp, vit hava gjørt av øðrum flutn­ ings f yritøkum, og tí sera góða samferðslukervi, vit hava í Føroyum í dag, sigur Jóhan na á Bergi. Faroe Ship eigur bygn­ ingin inni í Runavík, har vøru goymslan var, og æt lanin hjá felagnum er nú at selja hann. Faroe Ship riggar av í Runavík CIA oyðilegði 92 upptøkur Amerikanska fregnartæastan, CIA, hevur nú viðgingið, at hob hevur oyðilagt 92 sjónbandsupptøkur, sum vístu, hvuaau farið varð fram, tá yvirgangsmenn blivu avhoyurdir. CIA hevur fyrr viðgingið, at tvær upptøkur vóru oyðilagdar, men í einum brævi skrivar løgmálaráðið í Washington, at CIA hevur oyðilagt 92 upptøkur. Lagt verður afturat, at í løtuni verður kannað, hvørjar upptøkur talan er um. CIA sigur seg hava gjørt eftir einum dómaraúrskurði frá 2005, sum álegði fregnartænastuni at at beina fyri øllum upptøkum við fólki, sum hava verið fangar í Guantanamo. Fleiri kvinnur skúlastjórar Fyri fyrstu ferð eru fleiri kvinnur enn menn skúlastjórar í íslendska skúlaverkinum. Broytingin hendi næstseinasta heyst, og nú eru 54 prosent av skúlastjórunum kvinnur, skrivar Vísir. Annars vísa hagtølini hjá íslendska skúlaverkinum, at seinasta heyst arbeiddu 7.858 fólk í íslendska fólkaskúlanum ella 232 fleiri enn eitt ár frammanundan. Hagstovan í Reykjavík sigur, at 85 prosent av teimum, sum arbeiða sum lærarar í fólkaskúlanum, hava læraraútbúgving. Av teimum, sum virka sum lærarar í Reykjavík, hava 92 prosent læraraútbúgving. Í hesum døgum bjóð ­ ar Tórshavnar kom­ mu na út grundstykkir í Nóls oy. Ætlanin er at gera níggju stykk­ ir byggibúgvin, men tað er tengt at áhuga­ num, sigur Heð in Mortensen, borgar­ stjóri ÚTSTYKKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur tikið ógvuliga drúg va tíð at fáa nøkur grundstykki byggibúgvin úti í Nólsoy, men nú er so endi liga komið hartil, at klárt er at fara undir hetta a r beiði. ­ Í dag er so at siga eingin bíði listi eftir grundstykkjum í Nólsoy. Vit hava kannað listan og spurt okkum fyri hjá teimum, sum hava stað­ ið á listanum, men eingin av teimum er í dag áhugað­ ur, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Upprunaliga útstykkingin í Nólsoy, sum liggur oman­ og eystanvert nýggja barna­ garðin í bygdini, umfataði umframt hesi níggju støku grund stykkini eisini út stykk ing til fleiri randar­ hús, men tann byggi búgv­ ing in verður ikki framd í fyrs tu syftu. ­ Tá ein slík útstykking fer fram, verður samlaði kostn aðurin útroknaður, og síðani deildur út á talið av grund stykkjum. Í hesum føri num verður kostnaðurin mettur til 560 krónur fyri fer meturin, sum er heldur lægri enn kostnaðurin van­ liga er í sjálvum høvuðs­ staðnum, sigur Heðin Morten sen. Í lýsingum í bløðunum kannar Tórshavnar kom­ muna nú tørvin á grund­ stykkjum í Nólsoy, og tá tann tørvurin er greið ur, verður støða tikin til, hvussu farið verður fram. ­ Tað er klárt, at um eingin áhugi er fyri at byggja í Nólsoy, so er heldur ikki nakar tørvur á, at gera nøkur grundstykki byggi búgvin. Tað kostar jú altíð nakrar milliónir at gera økið byggibúgvið, og tað gevur onga meining at binda hesar pengar í nøkur grund stykki, sum eingin áhugi er fyri í løtuni, sigur Heðin Mortensen. Arbeiðið at gera hesi níggju grundstykkini er boð i út, og tilboðini komin inn, so klárt er at skriva undir sáttmálan, men tað verð ur altso ikki gjørt, fyrr enn tørvurin er kannaður. Freistin fyri at boða Tórs­ havnar kommunu frá áhuga num fyri einum grund stykki er 16. mars. Eisini skal ein bankaváttan fylgja við umsóknini, at keyp arin hevur fíggjarliga orku at rinda fyri grund­ stykkið. Eisini verður upplýst, at lutakast verður nýtt at luta grund stykkini millum áhug aðar keyparar. ­ Hetta er púra vanligt. Verð ur talan um 20 áhug­ aðar keyparar til níggju grund stykkir, so er lutakast van ligt at nýta, sigur Heðin Morten sen. Hann skoytir tó upp í, at fólk, sum framman und an standa á einum bíði lista, sjálvandi fáa fyrsta rætt. Klárt at byggja í Nólsoy Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, sigur, at munandi betraða samferðslukervið saman við uppkeypum av serliga Hera Thomsen, flutningsfyritøku, hevur ført til niðurleggingina av vørugoymslunum hjá felagnum kring landið Mynd: Vilmund Jacobsen Tað er oman- og eystanvert nýggja barnagarðin, at níggju nýggj grundstykkir nú verða byggibúgvin Mynd: Leo Poulsen