Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 44 - 4. mars 2009 Seinasti framløgu­ dagur av uppskotum í Løgtinginum var fríggjadagin, og sum størsti andstøðu­ flokkur legði Tjóð­ veldi fram 19 nýggj uppskot. Fimm upp­ skot verða eisini løgd fram, sum hava verið fyri í tinginum áður POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Á einum ikki serliga væl vitjaðum tíðindafundi mánadagin greiddi Tjóð­ veldi í stuttum frá inni­ haldinum í nøkrum av teimum 19 nýggju upp­ skotunum, sum flokkurin hevur lagt fyri tingið, nú seinasta freist fyri framløgu var farna fríggjadag. Uppskotini fevna um alt frá fullveldi til kring­ varpsgjald, og felags fyri tey flestu er, at tey eru løgd fram sum eitt upplegg til kjak, heldur enn í einari veruligari vón um at tey verða samtykt. Soleiðis er nú lagnan einaferð hjá andstøðuuppskotum. Fleiri av uppskotunum eru annars sera viðkomandi, ikki minst uppskotið um at lógargeva um at fáa rogn og livur til lands, so henda rávøra kann gagnnýtast. Tað uppskotið fara vit at venda aftur til í einum av komandi bløðunum. Tað verður kanska heldur rúgvismikið at nevna øll tey 19 nýggju uppskotini og tey fimm, sum hava verið ella eru til viðgerðar í einum, men úr rúgvuni kunnu vit nevna Kring­ varpsgjald, Tilfeingisbúð og nýtsla av fiskidøgum, Rogn og livur upp á land, Maritim gransking – toska­ aling v.m., Menning av var­ andi orkukeldum og Byggi­ lóggáva. Eitt av uppskotunum, sum tað allarhelst er semja um millum tingfólk, er at avtaka kringvarpsgjaldið og í staðin krevja hetta inn um skattaskipanina. Men hóast ein meiriluti er í Løg­ tinginum fyri hesum, verður uppskotið neyvan samtykt, tí Fólkaflokkurin er ímóti, og so stendur samgongan solidarisk í málinum. Eitt annað uppskot, sum nú er lagt fyri Løgtingið, er ein áheitan á landsstýrið um at arbeiða meiri við varandi orku. Varandi orka Undir undanfarnu ABC­ samgongu varð royndar­ ætlan sett í verk, sum skuldi gera Nólsoy til eina so­ nevnda grøna oyggj, men hóast royndir og hagtalstilfar er savnað, er hendan verk­ ætlan nú slept. Eitt av uppskotunum hjá Tjóðveldi snýr seg júst um varandi orku, hóast Nólsoyarætl­ anin ikki verður nevnd. Uppskotið hjá Tjóðveldi er soljóðandi: »Løgtingið heitir á landsstýrið um at: ­ Gera eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orukeldum, og leggja hesa fyri løgtingið til viðgerðar. ­ At landsstýrið syrgir fyri, at øll almenn nýbygg­ ing og umbygging er orku­ sparandi og nýtir varandi orkukeldur ­ At orkusparingarætlan verður gjørd fyri allar almennar bygningar ­ At landsstýrið í sínum fíggjarlógaruppskoti fyri 2010 og komandi árini setir munandi upphædd av til menning av varandi orku­ keldum ­ At almennar stuðulskip­ anir til bygging, umbygg­ ing, húsakeyp o.l. verða umlagdar soleiðis, at tær stimbra húsarhaldum og vinnuni, at spara orku og royna varandi orkukeldur sum hitaskipan til hús og bygningar. ­ At melda greitt út, hvør orkupolitikkur landsins er og hvør vinnupolitikkurin er í mun til at stimbra eina vinnu innan varandi orku­ keldur ­ og at Føroyar virkið luttaka í teimum samstørv­ um millum londini, ið fer fram til tess at menna varandi orkukeldur«. Ógreið ábyrgd Bjørt Samuelsen, sum er framsøgukvinna í vinnu­ og orkumálum fyri Tjóðveldi, sigur, at ætlanin við upp­ skotinum er í fyrstu syftu at skapa eitt mennandi og drúgt kjak um spurningin um varandi orku. ­ Tað má vera upplagt fyri eitt oyggjasamfelag, at miða ímóti at so stórur partur av orkuni kemur frá varandi orkukeldum, sum tilber. Ov mikið er av vindi í Føroyum, og sama er galdandi fyri bæði vatn og sjóvarfall, sum átti at verið orkukeldur, sum kunnu troytast á lutfalsliga lættan hátt. Við alduorku er helst truplari, tí har fæst minni burtur úr í mun til innsatsin, sigur Bjørt Samuelsen. Hon sigur, at tað er við vilja, at einki verður sagt um nakra ítøkiliga verk­ ætlan í uppskotinum, men fyri tað heldur hon, at Nólsoyarætlanin avgjørt er áhugaverd. ­ Sjálv umsat eg ikki hetta øki, tá eg var vinnu­ málaráðharri, og eg dugi ikki at siga, hví hendan ætlanin datt niður fyri. Men tað hendi undir undanfarnu ABC­samgongu, og tí er tað ikki rætt, tá tað verður skotið okkum í skógvarnar, at tað var CHE, sum lorkaði ætlanina á gólvið, sigur Bjørt Samuelsen. Hon heldur, at ein av orsøkunum til, at so lítið verður gjørt við spurningin um varandi orku er, at tað er ógvuliga ógreitt, hvør varðar av málsøkinum. ­ Tá vit skipaðu CHE­ samgonguna, gjørdu vit nógv burtur úr júst hesum spurninginum, og tað varð enntá stovnað eitt tilfeing­ isráð (saman við fiskimála­ ráðnum, red). Sum vinnu­ málaráðharri umsat eg tí bert elveitingarlógina, með­ an øll onnur orka lá undir fiski­ og tilfeingismálaráð­ num. Nú tykist stórur ivi valda um, hvør umsitur hetta øki, sigur Bjørt Samuelsen. Tvær flugur... Framsøgukvinnan í orku­ málum hjá Tjóðveldi sigur, at eitt annað av enda­ málunum við hesum upp­ skotinum er, at provokera landsstýrið at melda út um hvønn politikk, landsstýrið rekur á hesum økinum. ­ Vit ynskja, at landsstýrið kemur við einari greiðari ætlan um orkupolitikkin í framtíðini, ikki bara ein her­ og­nú politikk, men eina veruliga strategi fyri tey komandi tíggju árini. Hvørji eru málini, og hvørjum verður arbeitt fram ímóti, sigur Bjørt Samuelsen. Hon sigur, at kemur landsstýrið við einari slíkari útmelding, so fer Tjóðveldi at viðgera hana við stórari vælvild. ­ Vit meina tað í álvara, tá vit tosa um ein orkupolitikk. Vit eru til reiðar at satsa nógv upp á hetta, ikki bara við nøkrum symbolskum upp­ hæddum á løgtingsfíggj­ arlógini, men við íløgum í 100­millióna flokkinum, sigur Bjørt Samuelsen. Og spurningurin um varandi orku ávirkar eisini eitt annað og sera týdn­ ingarmikið mál, nevniliga spurningin um CO2­útlát, sum Føroyar so ella so mugu taka upp. Ikki minst tí at føroyingar CO2­dálka sera nógv lutfalsliga. ­ So hvørt sum vit gerast minni tengd at oljuni í sambandi við orku, minkar eisini CO2­útlátið, so hetta uppskotið um varandi orku hongur í stóran mun saman við einum øðrum uppskoti, sum vit hava lagt fyri tingið um »Ætlan um minking av CO2­útláti«, sigur Bjørt Samuelsen. So sigast kann, at við at økja um varandi orkuna, minka vit samstundis um CO2­útlátið, og harvið fáa vit tvær flugur við einum slagi. Tjóðveldi á ting við 19 uppskotum Bjørt Samuelsen er framsøgukvinna hjá Tjóðveldi í sambandi við orku-, granskingar- og vinnumál Mynd: Álvur Haraldsen Leggja trýst á Karzai Ætlanin hjá afghanska forsetanum, Hamid Karzai, at halda forsetaval í næsta mánað er ikki fallin í góða jørð í Washing­ ton. Tað hevur forsetin eisini fingið greitt at vita frá ameri­ kanska stjórnarsendimanninum Alain le Roy, skrivar BBC. Forsetaskeiðið hjá Karzai er úti tann 21. mai. Upprunaliga ætlaði forsetin at hava forsetaval í august, men andstøðan legði hann undir at leingja valskeiðið uttan heimild. Tí gjørdi hann av at flyta valið til apríl, men sambært ameri­ konsku stjórnini ber tað ikki til at halda eitt rættvíst val nú, soleiðis sum viðurskiftini í Afghanistan eru. Obama sendi loyniligt bræv Fyri góðum fjúrtan døgum síðani fekk russiski forsetin, Dmitrí Medvedev, eitt loyniligt bræv frá amerikanska starvsbróðuri sínum, Barrack Obama. New York Time veit at siga, at ein ein serligur sendimaður fekk boð um nat handa russiaka forsetanum brævið, ið snúði seg um kjarnorkuverkætlanina hjá Iran. Sam­ bært blaðnum skal Obama hava skrivað, at USA er til reiðar at sleppa ætlanini um rakettverjuútgerð í Kekkia og Póllandi, um iranar afturfyri gevast við sínum kjarnorkuætlanum. Russland hevur mótmælt amerikonsku rakettverjuætlanini, men hevur hinvegin hjálpt Iran.