mikudagur 4. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 44 - 4. mars 2009
Línuskipið Klakkur
hevur roynst millum
bestu línuskip
seinastu árini, men
nú stendur rættiliga
á gomlum nøglum.
– Vit hava lítla skuld
í skipinum, men
higartil í ár hava vit
bara fiskað fyri agn
og olju. Tí kundu vit
akkurát tað sama
lagt skipið, meðan
gongdin er, soleiðis
sum hon er, sigur
Bethuel Johannesen,
sum saman við
bróðuri sínum
Líggjasi eigur Klakk
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri at lýsa dagsins støðu
hjá eitt nú okkara línu
skipaflota, nú fiskiskapurin
er vánaligur og fiskaprísirnir
eru í botni, hava vit í
morgun ringt út á línuskipið
Klakk,
sum
brøðurnir,
Líggjas og Bethuel Jo
hannesen í Klaksvík eiga.
Teir plaga at skiftast um
brúnna, men hendan túrin
eru báðir við, og samlaða
manningartalið er 14.
Klakkur, sum seinastu
árini hevur roynst millum
teir allar bestu, er í løtuni
staddur norðanfyri.
Draga svart
Vit hava fiskað í fimm
dagar, og veiðan higartil er
eini 35.000 pund. Veiðan
hevur ligið millum 5.000
og góð 6.000 pund um
samdøgnið, og tað er sera
smáligt hesa tíðina av
árinum. Streymurin er ikki
góður,
men
hann
er
brúkiligur. Veiðan er at
kalla bara hýsa, sum lítið
og einki fæst fyri. Nú vártíð
er, og hetta skuldi verið
besta tíð norðanfyri, hava
vit eisini roynt á leiðum,
har várfiskur plagar at
koma,
men
her
var
steindeytt.
Tað sigur Bethuel, sum
saman við beiggja sínum
hevur átt Klakk seinastu
árini.
Líggjast var annars við til
at keypa skipið undir krepp
uni tíðliga í nítiárunum, og
tá vóru teir fleiri, sum áttu í
skipinum. Men seinasta
hálvt
sætta
árið
hava
Johannesenbrøðurni verið
einsamallir eigarar.
Teir hava verið rættiliga
óførir og dugnaligir at fiska
og menninir, sum hava
verið við Klakki, hava tjent
væl.
Jú, vit hava verið hepnir
hesi árini, vit hava átt
skipið. Flestu árini hava
verið góð, og landingarvirðið
hevur ligið millum 15 og
18 miljónir krónur um árið.
Men í fjør kom vend í.
Ringasta árið hjá skipi
num higartil var nevniliga
árið í fjør, tá teir fiskaðu
fyri tilsamans 13 miljónir
krónur. Til samanburðar
kann nevnast, at Klakkur í
2007 fiskaði fyri einar 17,5
miljónir krónur.
Nú hava vit lítla skuld í
skipinum, men árið í fjør
var so vánaligt, at tað bert
rakk til at dekka føstu
útreiðslurnar. Um eitt hvørt
hevði komið upp í, hevði
raksturin ikki hingið saman,
sigur Bethuel.
Verri í ár
Líkt er ikki til, at hetta árið
fer at roynast frægari enn
árið í fjør. Gongdin verður
helst verri, tí alt bendir á, at
2009 verður ringasta árið
hjá Klakki í nógv ár.
Seinastu fimm árini
hava vit í januar og februar
fiskað fyri millum 4 og 4,5
miljónir krónur. Men í ár
góvu hesir báðir mánaðirnir
bert eina góða miljón krón
ur í veiðivirði. So, hetta sær
alt annað enn gott út.
Bethuel vísir á, at veiðan
hevur verið vánalig tað, ið
farið er av hesum árinum,
samstundis sum fiskaprís
irnir hava verið og eru í
botni.
Seinasta túr fingu vit
tilsamans 76.000 pund í
tíggju dagar og seldu fyri
miðalprísin 7,70 krónur fyri
kilo. Hýsan fór fyri lítið og
lætt, men nakrir toskar og
onkur longa lyftu eitt sindur
undir
miðalprísin.
Fyri
hálvum øðrum ári síðan
fingu vit fyri ein miðalprís,
sum lá millum 15 og 17
krónur fyri kilo.
Hann vísir á, at frægasta
prísin á seinasta túri fingu
teir fyri fiskin, sum Fiska
virkið í Gøtu keypti fyri
umleið 9 krónur fyri kilo.
Hinvegin endaði ein
partur av hýsuni hjá Faroe
Seafood í Vági fyri 5,70
fyri kilo, eins og Høvda
virkið í Leirvík keypti ein
part fyri 5 krónur fyri kilo.
Bethuel sigur, at tað hevur
gjørt mun, tá eitt nú Norðís
Seafood hevur keypt, men
virkið á Eiði keypti onga
hýsu, tá Klakkur seldi á
seinasta túri.
Tað gjørdi eisini mun, tá
Kósavirkið var á bananum,
men virkið hevur nú ligið
stongt í rúma tíð, leggur
hann aftrat.
Døpur útlit
Línuskiparin í Klaksvík
heldur, at hetta árið sær
rættiliga dapurt út.
Ja, eg haldi, at tað sær
ógvuliga svart út. Soleiðis,
sum fiskiskapurin hevur
verið higartil í ár, hava vit
bert fiskað fyri agn og olju.
Her liggur einki eftir.
Bethuel hevur ikki serliga
góðar vónir um, at gongdin
fer at batna út á várið, tí
bæði veiða og marknaðar
útlitini eru so døpur.
Sjálvandi eiga vit ikki at
missa mótið, og vit vóna, at
viðurskiftini fara at broytast
til tað betra, tá tað líður út á
heystið. Verri kann tað illa
blíva. Men vit hava onga
trygd fyri nøkrum, soleiðis
sum gongdin er í løtuni.
Støðan hjá Líggjasi og
Bethuel sum línuskipaeig
arum er, at tað loysir seg
líka væl hjá teimum at
leggja skipið, meðan støðan
við fiskiskapi og prísi er so
Útlitini hjá
línuskipum
sera døpur
Lítil bók um stórar spurningar
Í nýggju myndabókini Selma fær ærin Selma stóra spurningin: Hvat
er eydnan? Í stuttum, men lýsandi vendingum, greiðir Selma frá
sínari fatan av, hvat eydna er. Verður tú til dømis eydnusamari av at
vinna í Gekkinum? Eisini hetta hevur Selma eina meining um. Ein
sera lættlisin og rámandi bók, ið flytir lesaran og fær hann at støðga
á. Tað er Bókadeildin, ið gevur út bókina Selma, sum Lydia Didriksen
hevur týtt úr týskum.
Spaniumenn arbeiðsleysir
Í Spania mistu meiri enn 150.000 fólk arbeiðið í síðsta
mánað, og tískil kom talið á arbeiðsleysum spaniumonnum
upp á næstan 3,5 milliónir nú um mánaðarskiftið. Tað
merkir, at arbeiðsloysið er vaksið 10 prosent eftir bara
tveimum mánaðum og 50 prosent eftir einum ári. Sambært
BBC vænta sponsku fakfeløgini, at talið á arbeiðsleysum
kemur upp á fýra milliónir í juli ársfjórðingi, og harvið
verður arbeiðsloysið tað ringasta í Spania síðani 1996.
Arbeiðsloysið í Spania er tað størsta í ESlondunum.