mikudagur 4. mars 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 44 • 04. mars. 2009
Vit hava hitt ta 88 ára gomlu
Sunnevu Niclassen úr Bø.
Sunneva er sera skilagóð og
minnist væl. So er eisini eitt
serligt við Sunnevu. Hon dugur
væl at yrkja og skriva, soleiðis, at
fólk leggja tað til merkis.
Hetta fekk eg eitt stuttligt
dømi um. Tá eg greiddi konu
míni frá, at eg skuldi tosa við
Sunnevu, mintist hon væl til eina
yrking, sum Sunneva hevði havt
í bløðunum fyri nógvum árum
síðani um skip, sum lógu innifryst
á Kappanum. Nakrar dagar seinni
hevði hon funnið yrkingina fram.
Tá hevði hon goymt hana í síni
Bíbliu í heili 40 ár, síðan hon
var 13-14 ára gomul! Hon er
fiskimannadóttir, og tí hevur hetta
havt sína ávirkan á hana.
Sunneva er dóttir skiparan á
General Gordon Poul Michelsen
í Búð, sum var ættaður úr
Hvalba, men sum búði á Sevmýri
á Tvøroyri millum kirkjuna og
fótbóltsvøllin. Mamman var
Daniella, dóttir Jacobinu og
Thorman bónda á Bø í Froðba.
Hon var systir Atu Elisabeth, sum
var seinna kona Jógvan Jensen,
sum var umrøddur herfyri í røðini
Hendur ið Sleptu. Thormann og
tey vóru 9 systkin frá tveimum
giftum. Tað vóru 50 ár millum
Thormann og yngsta systkin. Tí
eigur Sunneva framvegis eina 92
ára gamla abbasystir á Eiði!
Poul var føddur í Hvalba 17.
februar 1892. Hann tók skipara-
prógv hjá Jens í Dali í 1915.
Undan General Gordon hevði
hann ført Agnes Louise í 1916 og
1917 og Tjaldrið í 1918 og fram
til 1923.
Sunneva var bert 3-4 ára
gomul, tá ið pápin doyði, so tað
er akkurát so, at hon hómar hann
spæla við børnini á gólvinum.
Sunneva minnist sum so ikki
annað, enn at tosað varð um, at
General Gordon var gandaður
longu í Lysekil, haðani skipið varð
keypt.
Men hon minnist sjálvsagt,
hvussu tað var at gerast faðirleys.
Tær vóru tríggjar systrar, tvær
vóru yngri. Onnur var Dinna, gift
við Sofus Joensen, sum hevði
handil á Sevmýri í mong ár. Poula,
uppkallað eftir pápanum, búði
niðri
Mamman fór at læra
til ljósmóður
Mamma fór niður til Danmarkar
at læra til ljósmóður. Hetta var
hennara loysn at kunna gerast
einaforsyrgjari. Men hetta var eitt
megnartak, serliga tá í tíðini. Hon
var eitt ár niðri. Hetta var heppið,
tí aðrar ljósmøður máttu ganga
tvey ár uttan at læra meira.
Sunneva var tá seks ára
gomul beint farin í skúla á
Tvøroyri. Hon fór tá at vera hjá
ommuni og abbanum á Bø og
fór í Froðbiar skúla. Hinar báðar
systrarnar búðu hjá tveimum
mammusystrum.
Eitt ár kundi vera leingi at
vera burtur frá sínum børnum,
men Daniella gloymdi tey ikki.
Sunneva minnist, at hon plagdi at
senda pakkar heim, helst keyptar
fyri tann lummapening, sum hon
fekk. Sunneva minnist serliga eitt
vakurt fyriklæði og einar reyðar
gummistúvlar. Ein dagin, Sunneva
kom úr skúla, var ein stór dukka
komin. Tá var frøði.
Mamman kom so aftur, men tað
gjørdist ikki so nógv arbeiði sum
ljósmóður at byrja við hjá henni.
Tað var longu ein ljósmóður á
Tvøroyri, sum sat nógv ár eftir,
at mamman hevði lært. So tað
gjørdist nokk so seint, at hon varð
sett í starv. Men hon plagdi at
fara túrar, har tað ikki lá fyri hjá
føstu ljósmóðrini at fara. Hetta
kundi vera yvir fjøll sum til dømis
til Hovs og Fámjins. Men hon var
væl dámd og fekk sum frá leið
meira at gera.
Hetta kundi vera sera
buldrasligt. Vegasamband var
jú lítið og einki. So ferðingin var
við báti og til gongu. Tað var
ikki tosað um veður og vind. Tað
var farið avstað, um tað stóð á
húsbroti um fjøll í náttarmyrki.
Sunneva minnist til dømis, tá
ið teir plagdu at koma úr Fámjin
eftir mammuni. Boð komu frá
telefonstøðini til Daniellu um at
gera seg klára. Heima eygleiddu
tey so lyktirnar hjá monnunum,
so hvørt teir nærkaðust. So var at
fara yvir um fjørðin í báti. Ofta var
tað so ringt, at teir máttu leggja
seglið útyvir hana. Daniellu
dámdi ikki at fara í bát, men har
var einki sum æt. Ein fámjinstúrur
var serliga ringur. Tá máttu
menninir neyðhalda sær og henni
við hjálp av fjallstavum. Tað var
snøgt sagt ikki framkomandi fyri
stormi. Daniella var ljósmóður í
eini 40 ár. Hvør túrur gav 10 kr,
og tað kundi vera nógv stríð av at
fáa hendan pening til høldar.
Sunneva minnist eisini, hvussu
óhugnaligt tað plagdi at vera,
tá ið bankað varð á hurðina
um náttina, tá ið onkur kom í
ljósmóðurørindum. Ofta var ikki
telefon, so boðini máttu koma
heim eftir henni, og teir bankaðu
hart uppá hurðina fyri at fáa
mammuna at vakna. Hetta dunkið
situr í Sunnevu enn.
Men Daniella var løtt at fara
upp og var skjót í tey hvítu
klæðini. Hon hevði altíð sínar
greiðir í ordan og kundi finna tær
í myrkrinum og so avstað.
Tað var sera
óhugnaligt, tá
mamman fór út í
Pápi Sunnevu var skipari
á General Gordon
Hesa ferð hava vit frásøgn hjá Sunnevu Niclassen, sum misti pápan við General Gordon. Men
maður hennara Herluf var 35 ár seinni við til at bjarga eini aðrari manning í eini líknandi støðu
sum henni hjá General Gordon. Mamma Sunnevu fann sær sín hátt at lívbjarga sær og børnunum
➘
Sunneva við langommubørnum
Daniella, mammu Sunnevu, gjørdist
ein væl umtókt ljósmóður
Í Havn hittust Sunneva og Herluf Niclassen, og tey giftust
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo