mikudagur 4. mars 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
12
nr. 44 • 04. mars. 2009
náttina. Men tær vóru tó ikki
einsamallar. Ein mammusystir
kom altíð til teirra.
Ósjónligu hendurnar
hjálptu
Daniella var sera dugnalig, ikki
bert sum ljósmóður. Hon seymaði
og bant alt, sum tey brúktu, og
handalagið var av tí besta.
Sunneva heldur, at eitt
faðireyga hugdi niður til teirra.
Hann, sum sigur seg vera verja
hjá einkjum og faðirleysum,
gloymdi tey ongantíð.
Ein dagin tær komu úr skúla
sigur mamman:
“Nú kundi húsið verið brent
niður hjá okkum.” Hon hevði
sett eina grýtu útá fyri at smelta
gásafeitt. Eldur kom í feittið,
og login stóð næstan upp undir
loftið. Mamman var einsamøll
í køkinum. Tað var so trongt
millum komfýrin og borðið. Login
stóð yvir ímóti vindeyganum,
so hon slapp ikki út. Hurðarnar
vóru afturlatnar. Men við eitt
var tann logandi grýtan tikin av
komfýrinum og blakað út í túnið.
Sunneva minnist væl, at grýtan lá
har. Ósjónligar hendir høvdu latið
báðar hurðar upp og tikið grýtuna.
Daniella giftist aftur við
Meinhart Eivindsson, sum
eisini var úr Hvalba. Tað kann
verða nevnt, at tað er Ásmund,
abbasonur beiggja Meinert, sum
er íblástur til hesa frásøgn.
Tey fingu tveir synir. Meinhart
doyði fleiri ár undan Daniellu, so
hon gjørdist einkja tvær ferðir.
Hon helt fram sum ljósmóður til
hon gjørdist 70 ár. Men tá var alt
blivið so nógv lættari.
Høvdu bæði pengar
og ikki
Mamman sat annars hampiliga
væl eftir. Pápin hevur átt pengar,
so hann sat í nýggjum og góðum
húsum. Alt var nýgjørt, málað og
betrekt. Tað var ovnur í hvørjum
kamari, men tað var tó ikki toilet.
Hetta var ikki vanligt tá.
Hvør av døtrunum fekk eina
bankabók uppá 800 kr. men hon
var bundin til tær vóru 21 ár.
Hetta var ikki heilt lítið, tí henda
upphædd svaraði til ársløn
hjá fiskimanni tá í tíðini. Men
upphæddin mátti ikki rørast.
Tað hava verið fátækir dagar.
Pápin hevur átt pening tilgóðar
hjá Mortensen, sum var reiðari
hjá honum. Tey gingu har og
keyptu, inntil einki var eftir at
keypa fyri.
Tá kundi sparikassabókin verið
hent, men amtmaðurin sum
umsat hetta, segði nei.
Heta merktist millum annað, tá
ið gestir komu á Jóansøku. Teir
vóru so fínir, sum Sunneva og tey
ikki høvdu ráð til at vera.
Tey liðu tó ikki neyð. Tað var
eingin jørð í húsinum. Tískil áttu
tey ikki kúgv ella seyð. Mjólk
fingu tey frá ommuni og abbanum
í Froðba. Men tey høvdu tó hønur
og skóru eisini torv.
Sum greitt verður frá í eini
komandi Miðviku var skiparin
á Helenu, sum gekk burtur í
1920, beiggi Poul. Ein beiggi
var Tóri. Sagt var í seinastu
Miðviku, at menn aftraðu seg
at fara við honum, tá tveir av
hansara skiparabeiggjum vóru
burturgingnir. Men hann førdi
kortini skip fleiri ár aftaná tað.
Onkuntíð plagdu tey at fara
til Hvalbiar at vitja ommuna og
abban. Her var gott at vera. Ein
pápabeiggja Niels Pauli var virkin
í brøðrasamkomuni Vitninum.
Hann var kendur fyri at duga so
sera væl at syngja.
Fór til amtmannin at
arbeiða
Tá ið Sunneva var 14 ár var farið
úr skúlanum sum hjá teim flestu.
Tá fór hon at arbeiða fisk. Trolarin
Leivur Øssurson hjá AT var
komin, og Sunneva fór til Petur
Mohr Dam, sum var formaður í
Driftsráðnum, at fáa arbeiði.
Fiskur var eisini at arbeiða úti
í Froðba, men lønin var ikki tann
stóra, nøkur oyru um tíman. Varð
arbeitt í 10 tímar kundi hetta
geva einar 3 kr.
Tann, sum hevði fiskaarbeiðið
í Froðba, var Dánjal Mohr
Mortensen. Tað var tá vanligt, at
fólk tóku fisk uppá seg at vaska.
Hann fekk fiskin frá Thomsen og
kanska onkrum øðrum. Fiskurin
kom út í Froðba við eini jakt,
einum lítlum báti.
Fiskurin varð so vaskaður niðri
á klettinum fyri síðan at verða
turkaður á helluni. Her var gott
pláss at breiða fisk á. Hetta gav
so arbeiði til konufólkið í Froðba.
Ein abbasonur Dánjal Mohr er
annars Poul á Kletti.
Stórur munur er á Tvøroyri og
Bø, har Sunneva nú býr. Tvøroyri
var jú ein stórbýur. Her merktist
heldur ikki sørt til klassamun,
uttan at hetta tó nervaði so nógv.
Tá ið Sunneva so var 18 ár, fór
hon til Havnar, og har kom hon
seinni at tæna hjá amtmanninum
Hilbert. Tær vóru tríggjar gentur,
tvær, Aska og Judith, vóru úr
Skúvoy. Sunneva var stovugenta.
Hinar vóru í køkinum. Her vóru
ofta gestir, so tað var nóg mikið
at gera.
Sunneva var eisini hjá amt
manninum fyrst undir krígnum,
og tá var tað hann, sum veruliga
ráddi fyri borgum í Føroyum, nú
hann ikki hevði samband við
donsku stjórnina. Tí stóð hann
mangan eisini fyri skotum. Tað
var nógv fundarvirksemi hjá
amtmanninum. Hann hevði neyvt
samband við bretska konsulin
Mason og við teir flokkar, sum
myndaðu politiska meirilutan í
Føroyum. Her var ofta nógv at
tosa um.
Hilbert átti tvey børn, son
og dóttir. Tey vóru sera fitt og
tey vóru væl uppdrigin. Børnini
skuldu seta alt uppá pláss aftur,
tá ið tey vóru liðug at spæla
um kvøldarnar. Tað var einki við
at lata genturnar taka alt upp
morgunin eftir.
Fann drong í Havn
Men í Havn lá eisini fyri at hitta
dreingir. Eitt kvøldi í dansi hittust
Sunneva og Herluf Niclassen
úr Miðvági, sum gekk á skipara
skúla. Ein systir hansara Signhild
var gift við Holgar Bærentsen, so
har plagdu hann at halda til.
Tað vardi heldur ikki leingi
til tey giftust. Tey fluttu inn til
foreldrini hjá honum í Miðvági,
meðan tey bygdu, og hann sigldi.
Tey fingu fýra synir og eina dóttir.
Herluf var sonur Georginu og
Joen Hans Niclassen. Hann var
yngstur av fýra systkjum. Hann
hevði hug at fara á sjógvin, og 15
ára gamal fór hann til skips við
Guiding Star. Skipari var Mourits
Niclassen, á Skálalonini. Hann
var ein góður skipari, ið dugdi væl
at fara við teimum ungu og læra
teir.
Eitt tíðarskeið var Herluf og
róði út í Grønlandi. Hann fór á
skiparaskúla, og síðan gjørdist
hann bestimaður hjá John
Nielsen í Sandavági við sluppini
Elisabeth. John var eisini ein
mætur skipari, sum Herluf helt
nógv av.
Herluf fór aftur í skúla og tók
longdina, sum tað var kallað.
Hetta gav møguleikar at føra skip
í Grønlandi.
Hann sigldi undir krígnum við
Gudrun Zoega og fór við har í
1942. Teir høvdu so ein trolara,
Nýggjaberg, men hann fórst undir
krígnum við 21 monnum. Ein av
hesum var Evald, beiggi Herluf.
Herluf førdi so Gudrun Zoega
restina av krígnum. Teir vóru ikki
úti fyri nøkrum serligum. Men
teir royndu eisini at sigla eftir
forskriftunum, sjálvt um hetta
kundi taka eitt sindur longri tíð.
Bjargingarbragdið við
Egil
Herluf fór so við trolaranum Varð
berg, sum hann var partaeigari
í. Hann var eisini nevndarlimur í
mong ár.
Sofus Poulsen, okkara umboð
í Aberdeen í eina hálva øld,
greiðir frá, at Varðberg kom
hagar í oktober 1946 og var
vakrasti av øllum teim gomlu
trolarunum, sum vit keyptu eftir
seinna heimsbardaga. Hann var
umvældur í Danmark og Petur
Dahl sáli stóð vist fyri tí, sum
gjørt var við trolaran. Í Aberdeen
fekk hann trolútgerð.
Herluf byrjaði sum dekkari,
bleiv so 2. stýrimaður, síðan 1.
stýrimaður og so skipari.
Hann var so skipari í 1949.
Í september hetta ár fara teir
til Bjarnoynna á ísfiskaveiðu,
og royndu einar 100 fjórðingar
norðanfyri oynna til út í oktober.
Tá gera teir klárt at fara til
Aberdeen at selja. Men hetta
gjørdist ein minniligur túrur.
Herluf greiddi soleiðis frá:
“Eg hevði frívakt, og vit vóru
farnir at sigla. Tá kom Jákup
Haraldsen, sum var 1. stýrimaður,
niður og vakir meg, samstundis
sum hann ger mær greitt, at
trolarin Egil hevði sent út neyðar
kall og bað um hjálp. Hann
var farin at leka og var um at
søkka. Tað vóru ring veðurlíkindi,
kavarok og nógvur vindur. Men
her var einki at drála við.
Kós varð sett ímóti Egil og koyrt
varð á Varðberg alt hann kundi
klára og snórabeint komu teir
fram til hann.”
Her tekur Herluf til, at Varðberg
hevði ein sera góðan peilara.
Tað var lagt nógv til við hesi
undurfullu bjargingini. Varðberg
fór so nær Egil, sum tað kundi
bera til, og Herluf segði, at tað
vóru teir av manningini á Varð
berg, sum høvdu hug til at taka
hann av ræði, av tí at hann legði
so nógv til.
Har vóru góðir menn innan
borða, men tað vóru serliga tveir,
sum Herluf setti sítt álit á. Teir
vóru 1. stýrimaður Jákup Harald
sen, Jákup á Torvmansbakka og
1. meistarin Jógvan Joensen,
Jógvan á Norði, báðir miðvingar.
Tveir mans, sum aldri víktu frá
har, teir vóru settir. Teir høvdu
fylgt honum øll krígsárini og
vinmenn vóru teir frá ungum av.
Í tí fjarriti sum kom úr Aber
deen frá føroyska sendimanninum
Elias í Rættará, tá ið teir
komu hagar, varð
sagt, at Varðberg
gjørdi eitt bragd, tá
Herluf var sonur Georginu og Joen
Hans Niclassen á myndini
f.v. brøðurnir Herluf, Evald og Karl. Karl er kendur frá gamla bókhandli í Havn,
og Evald druknaði við Nýggjaberg
➘
Sunneva tænti hjá amtmanninum
Hilbert