Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 4. mars 2009 vánalig. - Úrslitið at fiska og at leggja skipið er fyri okkum at kalla tann sama í løtuni, leggur hann aftrat. Bethuel leggur aftrat, at sjálvandi kundu teir farið av landinum við veiðini, men pundið er lágt, og útlitini við sølu uttanlands eru heldur einki serlig. - Vánaliga veiðan ger eisini, at tað loysir seg ikki at fara av landinum, tí nøgdirnar gerast ov smáar. Hinvegin er ikki óhugsandi, at teir línubátar, sum í løtuni eru undir Íslandi, fara at gera eina roynd at fara av landinum við veiðini. Hann vísir á, at tað ivaleyst eru línubátar, sum vilja goyma toskin, sum teir kunnu fiska undir Íslandi, men spurningurin er, hvussu støðan verður, um allir goyma toskin til seinni. Betri við fólki Bethuel Johannesen sigur annars, at tað gongur heldur betri við at manna línuskipið Klakk, nú eitt nú Kósavirkið er stongt, og skip í Klaksvík eru farin undir hamaran. - Jú, áður máttu vit renna aftaná fólki, tá menn fóru land, tí virksemið allastaðni var so stórt. Nú kemur meira enn so fyri, at menn ringja og spyrja um kjans, leggur línuskiparin aftrat. tíðindi 13 Keypa færri fartelefonir Hóast munandi færri fartelefonir vórðu seldar á heimsmarknaðinum í seinasta ársfjórðingi í fjør, heldur finska Nokia støðu sína sum heimsins mest selda fartelefon. Ein greining hjá felagnum Gartner vísir, at fartelefonsølan í oktober ársfjórðingi í fjør var 4,6 prosent minni enn í sama ársfjórðingi í 2007. Tað merkir, at 315 milliónir fartelefonmir vórðu seldar tríggjar teir seinastu mánaðirnar í fjør, og harvið var sølan alt árið 1,2 milliardir. Sambært Gartner átti Nokia 37,7 prosent av øllum seldum fartelefonum í 2008, og tað var nógv meiri enn hinar verksmiðjurnar. Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur við heimasíðuna hjá Norðlýsinum, at línuskipaflotin eigur at fáa kreppuhjálp, nú støðan hjá flotanum er so serstakliga vánalig Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Línuflotin er so mikið illa fyri, at nú mugu myndugleikarnir vísa ábyrgd. Tað sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, við heimasíðuna hjá Norðlýsinum. Seinasta fríggjadag skipaði Fiskimannafelagið fyri limafundi á Sjómans- heiminum í Klaksvík, har nógv ymisk mál vórðu umrødd. Fundurin var ikki væl møttur, men við Norðlýsið sigur Jan Højgaard, at stórur dentur varð lagdur á, at fiskimenn mugu standa saman um felagið, nú hart leikar á. Línuflotin umrøddur Sambært heimasíðuni fekk støðan í fiskiskipa- flotanum og tá serliga hjá útróðrar-og línuflotanum nógva umrøðu. - Støðan hjá línuflotanum er somikið álvarslig í løt- uni, at myndugleikarnir eiga at koma við kreppuhjálp. Tað kann ikki góðtakast, at politiska skipanin bara letur ein part av vinnulívinum doyggja. Jan Højgaard sigur við Norðlýsið, at tað verður ein vanlukka, um línuflotin fer fyri bakka. - Higartil hava vit bara hoyrt undanførslur frá polit- isku skipanini, men skal alt ikki steðga upp, er neyð- ugt, at myndugleikarnir tora at handla, sigur hann. Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur tað vera sera umráðandi, at limirnir í felagnum standa saman. - Tað tykir mær, sum um fólk – og ikki minst í Klaks- vík – eru um at missa mótið, nú tey ráðandi standa sum ryssa yvir deyðum fyli, sum hann tekur til. Óetiskir bankar Í samrøðuni við heimasíðuna hjá Norðlýsinum vísir FF-formaðurin á, at bankar í hesi kreppuni beinleiðis eru óetiskir. - Vit hava dømi um, at reiðarar hava fingið beinleiðis boð um fyrst at gjalda kreditorum og bankum sínar pengar, áðrenn lønirnar til manningar verða koyrdar ígjøgnum. Í hesum tíðum er umráðandi, at bankarnir føra ein etiska politikk sum tekur atlit , men í løtuni hugsa peningastovnarnir bara um seg sjálvan, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag. FF-formaður biðir um kreppuhjálp til línuskipaflotan