mikudagur 4. mars 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2009
19
tíðindi
Hesin ótti verður undirbygdur
av áðurnevndu útsagnum hjá
Jørn “Jønke” Nielsen, umframt
at danskir miðlar eisini vísa til
kjakið á heimasíðuni hjá Hells
Angels, har tónin er rættiliga
ráur.
Rokkararnir fáa heilsanir frá
fólkum, ið rópa seg vanligir
danir, og millum annað ynskja
rokkarunum góða eydnu í stríð
num móti hesum yvirgangsmonn
unum.
Taka ein dag í senn
Veruleikin er eisini ógvuliga
ráur. Tað má Jens Petur Weihe
ásanna. Sambært systurdóttir
sínari minnist hann alt tað, sum
hendi á horninum millum Kors
gade og Griffenfeldsgade
leygarkvøldið.
Jens Petur Weihe hevur eisini
tosað við løgregluna, um tað, ið
fór fram. Nú hann er sloppin av
intensivu deild skal hann aftur
tosa við løgregluna. Í gjárkvøldið
var ógreitt nær hetta verður, tí
enn situr skelkurin so mikið fast
í Jens Peturi Weihe.
– So í løtuni taka vit bara ein
dag í senn, segði Linda Weihe,
systurdóttir Jens Petur Weihe, í
gjárkvøldið.
Á Nørrebro taka íbúgvarnir
eisini bara ein dag í senn. Hetta
eru eisini skilabestu ráðini,
verður sagt, tí eingin veit hvat
hvør dagur hevur at bjóða.
Í gjármorgunin varð maturin til
tey gomlu á Nørrebro borin út
við politieskort, tí tey, ið vanliga
bera matin út, hava verið hótt av
innflytarabandum.
Í gjárkvøldið valdu fleiri ment
anarstøð at steingja, tí tey ikki
vildu bjóða starvsfólkunum at
arbeiða um kvøldið, tá støðan er
sum hon er.
Í dag hittast Hanne Bech Han
sen, løgreglustjóri, og Brian
Mikkelsen, løgmálaráðharri, har
tey skulu tingast um trupulleikar
nar. Men hvat morgindagurin
hevur við sær, veit eingin. Heldur
ikki Hanne Bech Hansen ella
Brian Mikkelsen.
rkvøldið á horninum millum Korsgade og Griffenfeldsgade á Nørrebro í Keypmannahavn
Mynd: Polfoto
Keldur:
DR
TV2
Politiken
Berlingske Tidende
Ekstra Bladet
www.hells-angels.dk
Skottilburðir higartil í 2009:
14
Skottilburðir í 2008:
61
Skottilburðir í 2007:
22
Fakta