Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 44 - 4. mars 2009 tíðindi BANDAKRÍGGJ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Klokkan nærkast átta. Tað er leygarkvøld, og eg eri á veg út gjøgnum dyrnar til uppgongd mína á Ravnsborggade á Nørre­ bro. Í tí eg traðki út, fer ein løg­ reglubilur ýlandi framvið mær við øgiligari ferð. Eygu míni fylgja bilinum, ið hevur kós ímóti Nørrebrogade, har ein annar løgreglubilur drønar framvið. ... Fáar hundrað metrar frá mínum bústaði er ein lands­ bróður mín staddur. Seinastu løtuna hevur hann leitað eftir einum parkeringsplássi, tí hann og ein vinmaður hansara skulu til eitt tónleikatiltak á Nørrebro. Føroyingurin talan er um, er 32 ára gamli Jens Petur Weihe úr Sørvági. Hvørki hann ella vin­ maðurin koma tó til tónleikatil­ taki á Stengade á Nørrebro. Jens Petur Weihe og vinmaðurin verða í bilinum álopnir av nøkrum innflytarum. Hesir súkla út fyri bilin, og skjóta síðani eftir bil­ inum, tá Jens Petur og vinmaður hansara royna at flýggja. Jens Petur verður raktur í rygg­ in – eina løtu er hann í lívsvanda. ... – Í morgun er hann so fluttur frá intensivudeild. Tað gongur framá hjá honum, men hann er framvegis innlagdur, upplýsti Linda Weihe fyri Sosialinum í gjárkvøldið. Hon er systurdóttir Jens Petur Weihe, og vegna familjuna úttalar hon seg um málið til fjølmiðlarnar. ... Leygarkvøldið visti eg ikki, at teir báðir løgreglubilarnir, sum fóru ýlandi framvið mær, vóru á veg til hornið á Korsgade og Griffenfeldsgade, har Jens Petur Weihe var særdur av skotum. Eg visti, at okkurt var áfatt. Eg visti, at tað møguliga var talan um eina skotilburð. Men á Nørre­ bro eru ýlandi løgreglubilar og skotuppgerðir so at siga gerandis­ kostur. Leygarkvøldið var 13. ferðin, at skotið varð í Keyp­ mannahavn í ár. Sunnukvøldið var skotið fyri 14. ferð. Í fjør var talan um 61 skottilburðir í danska høvuðsstaðnum. Tí gjørdi eg mær ikki stórvegis tankar um løgreglubilarnar leygarkvøldið. Líkasælur eyg­ leiddi eg teir fara ýlandi framvið mær. Ýlandi á veg at hjálpa einum skotnum føroyingi, ið mundi latið lív. Jens Petur Weihe slapp ikki á konsertina, men hann slapp við lívinum – lukkutíð... Bandakríggið byrjar 19 ára gamli Osman Nuri Dogan slapp hinvegin ikki við lívinum, tá hann varð skotin í Tingbjerg tann 14. august í fjør. Hetta var 18. ferðin, at skotið var í Keyp­ mannahavn í 2008, men ikki færri enn 43 skottilburðir komu aftrat í danska høvuðsstaðnum í fjør. Eftir drápið av Osman Nuri Dogan var ein limur í stuðuls­ bólkinum hjá Hells Angels, AK81, handtikin, men hesin varð seinni leyslatin aftur. Heldur rokkarakríggj enn bandakríggj Líka síðani hevur tó verið ró fram upp undir, at talan er um eitt sokallað bandakríggj, har innflytarabandar og rokkara­ bólkurin Hells Angels stríðast, fyrst og fremst um rúsevnismarknaðin. Forsetin í Hells Angels, Jørn “Jønke” Nielsen, hevur ferð eftir ferð avvíst, at teir eru partur av nøkrum bandakríggi. Men nú vit skriva 4. mars og fýra fólk eru dripin av skotum í Keypmanna­ havn í ár, eru tað fá, ið ivast. Tað gera teir í Hells Angels heldur ikki sjálvir longur. Hós­ dagin boðaðu teir umvegis heimasíðu sína frá, at teir kenna seg noyddar upp í stríðið. Sambært Hells Angels hava innflytararbandarnir skapt nóg mikið av trupulleikum seinastu tíðina, og tað er hetta, sum skal hava ein enda. – Hells Angels vil ikki finna seg í at verða vanvirdir. Sjálvandi verja vit okkum sjálvar og okkara kæru, tað hava vit altíð gjørt, segði Jørn “Jønke” Nielsen við danska blaðið Ekstra Bladet í farnu viku. Greiða talan um, at her er altso talan um eitt veruligt stríð mill­ um tveir bandar, hevur fingið fólk at samanbera núverandi bandakríggið, við sonevnda rokkarakríggi, ið stóð á frá 1996 til 1997. Eitt kríggj, har fimm fólk lótu lív og 40 drápsroyndir vórðu framdar. Eitt kríggj, ið vekir ræðandi minnir hjá mongum. Hóast tað hevur Berlingske Tidende ført fram, at rokkara­ kríggið var at fyritrekkja framum dagsins bandakríggj, tí undir rokkarakrígnum vistu øll hvør fíggindin var. – Í dag hava stríðandi partarnir ikki einans trupulleikar við at raka tað, teir skjóta eftir. Teir vita heldur ikki við vissu, hvørjum tað er, teir skjóta eftir, skrivaði Berlingske Tidende herfyri, og sipaði til tey mongu sakleysu, sum eru særd ella dripin av skotum frá stríðandi pørtunum. Teirra millum Jens Petur Weihe. Eisini danska løgreglan við­ gongur, at dagsins bandakríggj er ógvuliga álvarsamt, verður samanborið við rokkarakríggið. – Síggja vit tað soleiðis, so hava vit í roynd og veru eina støðu, sum er tríggja ella fýra ferðir so ring sum tann, vit upplivdu undir rokkarakrígnum, segði Per Larsen, chefpoliti­ inspektør fyri løgregluna í Keyp­ mannahavn, við Berlingske Tidende mánadagin. Eingin vil taka ábyrgdina At støðan er trupul kemst ikki minst av, at eingin myndugleiki tykist vilja taka ábyrgdina fyri óhugnaligu støðuni í Keypmannahavn. Danska stjórnin vil vera við, at býráðið í Keypmannahavn eigur trupulleikan. Hetta vil Ritt Bjerregård, yvirborgarstjóri, ikki hava sitandi á sær. Eftir hennara tykki er tað løgreglan, ið ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar. Hesum vil Hanne Bech Hansen, løgreglustjóri í Keyp­ mannahavn, ikki finna seg í. Sam­ bært henni er tað vantandi inte­ gratión, ið er orsøkin til ógvus­ liga stríðið í løtuni, og harvið sendir hon apuna aftur til polit­ iska myndugleikan. Atfinningarnar av landsins leiðslu hava fingið donsku politikararnar at rakna við. Í gjár legði Venstre fram seks ymisk punkt, sum skal fyribyrgja mongu skottilburðunum í Keyp­ mannahavn. Millum annað skjýtur Venstre upp, at revsingin fyri at hava skotvápn verður herd til eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing. Eisini skulu innflytarar vísast úr landinum, um hesir bera vápn. Bæði flokkar úr samgongu og andstøðu, eru eftir øllum at døma fyri hesum uppskoti. Rasukríggj Meðan politikkarar og løgregla hvør í sínum viðgera støðuna, eru aðrir partar farnir at gera vart við seg. Hesir vísa millum annað á, at bandakríggi ikki bara er eitt stríð ímillum rokkarar og inn­ flytarabólkar. Hetta stríð er við at menna seg til eitt stríð millum hvítu rokkar­ arnar og littu, etnisku innflytarar­ nar, vilja fleiri sosialarbeiðsfólk vera við, sambært danska blaðnum Politiken. – Hetta er við at gerast eitt stríð millum “vit ímóti teimum”. Tað er ógvuliga ørkymlandi, segði integratiónsráðgevin og fólkatingslimurin Manu Sareen við Politiken í gjár. Meðan skotini regna - ein hugleiðing og eitt yvirlit yvir bandakríggið í danska høvuðsstaðnum Soleiðis sá tað út á staðnum, stutt eftir at Jens Petur Weihe var skotin leyga Jens Petur Weihe varð skotin á Nørrebro leygarkvøldið. Harvið gjørdist hann óviljaður partur av stríðnum millum rokkarar og innflytarar í danska høvuðsstaðnum. Eitt stríð, sum byrjaði sum eitt bandakríggj, men sum sambært donskum fjølmiðlum hevur ment seg til at vera eitt rasukríggj