Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 4. mars 2009 17 Andlát og jarðarferðir Súni á Ryggi í Miðvági andaðist á Lands sjúkra­ húsinum mánadagin, 60 ára gamal. Kistan fer úr Lands sjúkra hús kapell­ inum mikudagin klokk­ an 17. Jarðarferðin verð ur úr Miðvágs kirkju hósdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Súna kunnu lata Mið­ vágs kirkju eina pen­ inga gávu. Konta í peninga stovnunum. Lív Mohr Eyðunar­ dótt ir, dóttir Eyðun Christiansen og Gunnvá Mohr, fer til gravar úr Vesturkirkjuni hósdagin 5. mars klokkan 13. Signhild Lundmark, ættað úr Klaksvík, bú ­ sitandi í Farum, andaðist mánadagin, 72 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður úr Farum kirkju fríggja­ dagin klokkan 12. Kristina Weihe, vanliga nevnd Nina, andaðist á Vejle sjúkrahúsi, sunnu­ dagin 1. mars, 68 ára gom ul. Jarðarferðin verð ur lýst seinni. Svanhild Seyer Ander­ sen, ættað úr Tórshavn, fer til gravar hósdagin klokkan 13 úr Oppe­ sundsby Kirkju. Andlát og jarðarferðir Føðingardagur Í sambandi við runda føðingardagin og at eg skjótt gevist sum kommunulækni, verður brunch í bygdarhúsinum í Miðvági 28. mars frá kl. 11.00 til 15.00. Tey, sum vilja gleða meg við at koma, vinarliga sigið frá á tlf. 332150 / 282250 ella 333318, 273793 millum kl. 18–20 innan 18. mars. Elisabeth Thorsteinsson Prógv 19. januar fekk Ólavur Holm, Hvalba, handað prógv sum framleiðsluverkfrøðingur frá Teknisk Fakultet, Syddansk Universitet í Odense. Sunnudagin var hátíðardámur í Sumbiar kirkju. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikaði og handaði Daniel Jacob Danielsen heiðurstekin fyri trúgva tænastu, tí hann hevur verið klokkari í eini 60 ár Heiðurstekin Dagfinn Olsen dagfnn@sosialurin.fo Hátíðardámur merkti guds­ tæn astuna í kirkjuni í Sumba sunnudagin. Prest­ arnir Patrick De Neergaard og Símun jacobsen vóru hjástaddir, og biskupur Jógvan Fríðriksson prædik­ aði. Orsøkin til hátíðardámin var, at Jógvan Fríðriksson undir gudstænastuni skuldi handa Daniel Jacob Daniel­ sen Droning Margrethes fortjenestemedalje. Ljómur setti dám á gud­ stænastuna við sangi og Lars Mensonides somuleiðis við óførum urguleiki. Eftir prædikuna handaði Jógvan Fríðrikson Daniel Jacob Danielsen heiðursmerki og fylgiblað. 4. ættarlið tikið við Heiðursmerkið fær Daniel Jacob Danielsen fyri at hava verið klokkari í Sumb­ iar kirkju í eini 60 ár. Eli Poulsen, deknur, segði nøkur orð um klokkaran hesi mongu ár. Hann segði millum annað, at ongin veit neyvt at siga, í hvussu mong ár Daniel Jacob hevur verið klokkari. Hann bryj­ aði sum hjálparmaður ella avloysari, men í eini 50 ár røkti hann sjálvur starvið. Nevnivert er eisini, at hann var 3. ættarlið úr húsunum í Kálgarðinum, ið røkti klokk arastarvið. Og merkis­ verdari er tað, at nú hevur 4. ættarlið tikið við, nevni­ liga bróðirdóttir Dánjal Jacob. Hátíðardámur var yvir gudstænastuni og løtan var minnilig, so lítillátin hesin trúgvi tænarin tók ímóti heiðursmerkinum, tó so greitt tað var – sum eisini varð nevnt – at hann ynskti onki hóvastak gjørt burtúr sær. Eli Poulsen takkaði fyri árini, ið hann hevði sam­ starvað við Daniel Jacob Danielsen, og ynskti honum alt tað besta og tillukku við heiðursmerkinum. ­ Og ber nú heiðursmerkið so flittliga, legði Eli Poulsen afturat. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu okkum samkenslu, tá ið okkara kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma Anna Margretha Johannesen Vestmanna andaðist og varð jarðað. Fyri tey avvarðandi Joen Pauli Johannesen Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Thor Jacobsen Sandavágur andaðist og varð jarðaður. Takk til starvsfólkini á B6, til Sverra Steinholm fyri troystarrík orð á stovuni og í kapellinum. Takk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Takk til Ingu P. Dam, kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk fyri peningagávur til Meinigheitshúsið. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Osla, Tummas Jákup, Marsanna og Jetta Klokkari fekk heiðurstekin frá drotningini Jógvan Fríðriksson, biskupur, handaði sunnudagin Daniel Jacob Danielsen, klokkara í Sumba í eini 60 ár, heiðursmerki fyri trúgva tænastu frá Hennara Hátign Margrethu Drotning Mynd: Dagfinn Olsen Dagurin 4. mars. Adrianus, deyð ur umleið ár 300. Keisar ligur rómverskur em bæt ismaður sum gjørd ist kristin og tí varð tikin av døgum. Navnið merkir maður úr Adria í Norður italiu. Navn á fleiri keis ar um. Magnus Heinason fødd­ ur hendan dagin í 1545. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)