mikudagur 4. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 44 - 4. mars 2009
Nýggj framsýning er latin
upp í Listaglugganum í
Niels Finsensgøta 25 í
Havn.
Við á framsýningini eru
verk eftir m.a. Ingálvur av
Reyni, S. J. Mikines, Ruth
Smith, J. Kampmann, H.J.
Glerfoss, Waagstein, Bent
Restorf, J. Kamban,
Frimod Joensen, Poul
Horsdal, Zacharias
Heinesen, Torbjørn Olsen,
Eyðun av Reyni, Bárður
Jákupsson, Kára Svensson
o.fl. Samanlagt eru 26
listafólk umboðað á
framsýningini við umleið
65 verkum.
Framsýningin er opin
hesa vikuna og endar
leygardagin kl. 14.00.
Framsýningin er opin í
vanligari upplatingartíð hjá
Listaglugganum, sum er
vanligar dagar 15.00 –
17.30 og leygardag kl.
11.00 – 14.00.
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í Sosialinum leygardagin 4. mars 1989 er
ein lýsing hjá Nýggja Bókhandli í Havn,
har Óli P hevur gjørt hesa
tekning við Motor
Óla, sum
tosar í eina Motorola telefon, meðan hann
er á fjalli. Tekningin vísir hvussu stórar
tær fyrstu fartelefonirnar vóru.
Motorola er ein amerikonsk fyritøka,
sum varð sett á stovn í Chicago í 1928 og
byrjaði at framleiða battaríir. Seinni fóru
teir undir framleiðslu av radio til bilar,
sjónvarp, tráleysar telefonir o.l. Motorola
er í dag ein multinational telekommunika
tionfyritøka við høvuðssæti í Schaumburg
í Illinois.
Mynd frá realskúlafram
sýn ingini sum Jórunn Dán
ialsdóttir skipaði fyri í
Kommunuskúlanum í Havn
í 2007. Her er ein real skúla
flokkur frá 1951, sum er
komin saman til 30 ára hald
á Hotel Hafnia.
Aftasta rað f.v.: Marius
Thomasen, Regin Thomsen,
Kára Jacobsen, Jógvan A.
Joensen, Frants Restorff og
Árni Jacobsen.
Miðraðið f.v.: Alma Brend,
Kirstin Rein, Ann Marr,
Liljan Rein, Marjun Weihe,
Marita Arge Magnussen og
Viggo í Stórustovu.
Fremst f.v.: Tórhild
Petersen, Ása Reinert,
Gunna Hansen og Maria
Lindberg.
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er
viðkomandi vælkomin at
venda sær til Jórunn
Dánialsdóttir á telefon:
226024. (mynd nr. 151)
Myndaeigari: Marita Arge Magnussen
Realskúlaflokkur hittist í 1981
Fyri 20 árum síðan:
Motor Óli á fjalli
Framsýning í Listaglugganum
Málningur hjá Jack Kampmann frá 1957 (65x95 cm)