mikudagur 4. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2009
15
Í hesum døgum gongur
ein alda av heilsutil
tøkum gjøgnum landið.
Landsstýrið hevur sum
liður í visión 2015 ásett
ein fólkaheilsupolitikk,
og hesin mælir til, at vit
fara í hernað ímóti teim
størstu vandatættunum,
ið eru orsøk til sjúkur
okkara millum. Vit fáa
at vita, at vit mugu ikki
eta ov nógv, helst ikki
roykja ella drekka, og vit
eiga at røra okkum mest
møguligt
L
andið gongur á odda við
kampagnum av ymiskum
slag, og nú er eisini ein av stóru
kommununum komin upp í
part. Øll vit, ið vilja hava eitt
gott lív, fylgja við, og vit føla,
at um vit luttaka, fáa vit tað
betri upp á kropp og sál. Rætt
er tað, at hvør sær fær tað betri,
um hann ella hon ger nøkur
miðvís stig fyri at hava tað
betri, men er hetta tað
fólkaheilsa snýr seg um?
Føroyska fólkaheilsuætlanin
er ikki í tráð við tey tilmæli,
WHO kemur við, og hevur
fleiri manglar. Eg fari tí at
loyva mær at ivast í at ætlanin,
sum hon nú er fer at hækka um
heilsustøðið í Føroyum.
Innihaldið í fólkaheilsu
ætlanini
Fyri tað fyrsta er eingin roynd
gjørd at greina hugtakið heilsa,
og at greiða frá hvønn týdning
tað hevur fyri støðuna her hjá
okkum. Gaman í er gamla
definitiónin hjá WHO um
heilsu sum ein fullkomin
støða, og ikki bert frávera av
sjúku, nevnd í ætlanini, men
tað er ikki nóg mikið, bert at
nevna definitiónina. Eingin
roynd er gjørd til at áseta
hvussu vit náa á mál við eini
fullkomnari heilsu, tí hugtakið
heilsa hevur í dag ein nógv
breiðari týdning, og verður
mett sum eitt tilfeingi, ella
tann styrkin ið skal gera
okkum før fyri at skapa
okkum eitt ríkari lív.
Hóast nevndu definitión er
heilsa í fólkaheilsuætlanini
viðgjørd sum um talan er um
frávera frá sjúku. Øll tiltøkini
virka fyribyrgjandi og eru vend
ímóti fast defineraðum vanda
tættum ella sjúkumynstrum.
Rætt er tað, at við at fara í
hernað ímóti vandatættunum
kunnu vit minka um teir, og
vónandi eisini tær sjúkur, ið eru
fylgja av teimum, men frávera
av sjúku er sum sagt ikki
vegurin fram til heilsu, tí heilsa
snýr seg fram um alt um
lívsinnihald, og heilsufremjan
er tað ið ger okkum før fyri í
størri mun at taka hond um og
betra um okkara heilsustøðu.
Í føroysku fólkaheilsuætlan
ini verður gingið út frá at øll
standa á sama støði, og hava
líka atgongd til heilsu. Gingið
verður út frá, at vit øll, bert vit
nú vilja, kunnu broyta lívsstíl
og harvið fáa betri heilsu, nú
tilboðini eru sett upp fyri okk
um. Ikki verður nevnt hvussu
heilsutilboðini kunnu røkka út
til tey, ið búgva á avsíðis liggj
andi støðum, ella til tey ið bera
eitt fysiskt brek og av teirri
orsøk ikki eru før fyri at luttaka
í til dømis rennidøgum. Ei
heldur verður hugt at hvussu
tilboðini kunnu koma út til tey,
ið av eini hvørjari orsøk ikki
skilja boðskapin, antin tí tey
hava hoyritarn, eru menningar
tarnað og ikki skilja tað ið
meiningin er, ella at tey slætt og
rætt ikki skilja føroyskt tí tey
ikki eru av føroyskum uppruna.
Fólkaheilsuætlanin hevur
ongar politiskar konsekvensir.
Tað eru fólk sjálvi ið skulu
leggja av at roykja, drekka
minni, leggja matvanarnar um
og røra seg meira, gera tey ikki
tað, so skal eingin koma og
siga, at tey ikki hava fingið at
vita, og heilsupolitikarar kunnu
vaska teirra hendur, teir halda
seg hava gjørt sítt.
Av hesum orsøkum er fólka
heilsuætlanin við til at skapa
eina ójavnvág í heilsustøðuni
millum ymiskar bólkar í sam
felagnum. Og aðaltátturin í
fólkaheilsu er: at skapa javnvág
í heilsu.
Hvat ið eigur at vera satsað
uppá í einum fólkaheilsu
politikki
Fólkheilsa, ella heilsa fyri øll,
miðar ímóti at geva øllum fólk
um møguleika at hava høga lívs
góðsku alt lívið. Um lagdur
verður dentur á at tryggja heilsu
góðskuna fyri øll, fæst uppá
longri sikt betri úrslit burturúr,
enn um royndir verða gjørdar at
minka um nakrar ávísar útvald
ar vandatættir, og heilsu
trupulleikar (WHO 1999).
Ein fólkaheilsupolitikkur
eigur at hava atlit at livikor
unum hjá fólki, og stílað eigur
at verða ímóti at betra um
livikorini. Tað er ov langt her at
fara í dýpdina við øllum men
serliga skal nevnast.
Fíggjarliga grundarlagið og
íbúðarstøðan hjá fólki eigur at
verða á einum sømiligum støði.
Undirvísingarstøðið eigur at
betrast.
Sosialt rættvísi og javnstøða
hevur stóran týdning, tá hugsað
verður um at minka um munir
nar í heilsu.
Javnstøða í heilsu er ein
týðandi partur í heilsupolitikki
num hjá WHO. Í fyrstu para
graff stendur, at munur í heilsu
millum lond og millum bólkar í
hvørjum landi eigur at gerast
minni. Øll eiga at hava líka
møguleikar fyri at vinna sær
bestu heilsu eftir teim umstøð
um tey nú hava, ella sagt uppá
ein annan máta, øll eiga at
kenna síni rættindi og skulu
hava møguleikan at krevja tey
(WHO, 1986).
Rættast er tí at leggja ætlanir
fyri best møguligu menningina
hjá bólkum av fólki, til dømis:
At tryggja børnum ein tryggan
uppvøkstur, har rættur kostur
stendur teimum í boði, og har
bústaðurin er á einum forsvar
ligum støði, og har neyðug
hjálp er til taks, bæði í heimi
dagsstovnu og skúla. Og at
heilsulig atlit verða tikin at
vaksnum á arbeiðsplássum, og
víðari upp í ellisárini.
Skal atlit verða at øllum
nevndu faktorum, er klárt, at
Heilsumálaráðið ikki megnar
uppgávuna einsamalt tí heilsa
er ein samfelagsuppgáva, har
øll ”málaráð” hava sín leiklut.
Heilsa snýr seg nevniliga um
liviumstøður og livikor heldur
enn lívsstíl og fráveru av sjúku.
Føroyska fólkaheilsuætlanin
sum hon sær út í dag hevur
við sær at:
Øll tiltøk eru fyribyrgjandi og
ikki heilsufremjandi.
Heitt verður á ungu og sterku,
teim sum eru væl fyri. Teimum
verður givin møguleiki at fyri
byrgja ringastu vandatættirnar.
Tey, ið búgva best fyri sleppa
uppí part, meðan tey, ið búgva á
avsíðis plássum ikki hava tann
møguleikan.
Tey, ið ikki sjálvi halda seg
til, sleppa at lata vera, og eingin
annar enn tey sjálvi hava tá
ábyrgd av teirra vánaligu
heilsu. Við øðrum orðum, verða
tey sjúk, og ”offur” fyri teir
nevndu vandatættirnar, so eru
tey sjálvi sek, og fáa við øðrum
orðum ta løn tey hava
uppiborið.
Hóast samfelagið gongur á
odda í fyribyrgjandi tiltøkunum
hevur ætlanin ongar politiskar
avleiðingar, og raka bert hin
einstaka íbúgvan í landinum.
Einki sæst til at onnur
málaráð, sum Mentamálaráðið,
Almannamálaráðið, Innlendis
málaráðið ella onnur málaráð,
sum eiga at vera ein náttúrligur
partur av eini fólkaheilsuætlan,
eru við í ætlanini.
Uttan luttøku frá hesum
málaráðum kann ikki skapast
javnvág heilsu.
Fólkaheilsa snýr seg um at
skapa javnvág í heilsu, og at
betra um liviumstøðurar hjá
fólki. Tey tiltøk, ið verða tikin
fram í føroysku fólkaheilsu
ætlanini virka fyribyrgjandi, alt
gott um tað, tí tað fær hin ein
staka, ið luttekur aktivt at føla
seg betur. Men so leingi einki
verður gjørt fyri at betra um
liviumstøðurnar hjá øllum, er
als ikki talan um ein fólka
heilsupolitikk.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Er fólkaheilsa heilsa
fyri fólkið?
tíðargreinin
Brynhild Danielsen,
Heilsufrøðingur, MSc HP
Tíðargreinin