mikudagur 4. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2009
21
Kendi amerikanski bil designarin, 52 ára
gamli Chris Bangle, sum seinastu 17 árini
hevur staðið fyri designdeildini hjá BMW
í München, hevur sagt nú seg úr starvi fyri
at royna nakað nýtt.
Í hansara stað er komin hálendski
bildesignarin Adrian van Hooydonk, sum
er 44 ára gamal, og seinastu árini hevur
arbeitt saman við Chris Bangle hjá BMW
í München síðan 2004.
Tað var Chris Bangle sum kom við
nýggja design stílinum hjá BMW, sum vit
kenna í dag. Tað vóru ikki øll sum
beinanvegin tóku undir við hansara
design stíli, men í dag er hesin designstílur
sera væl um tóktur.
Chris Bangle hevur eisini verið við til at
designa aðrar bilar hjá BMW-konsernini
sum t.d. Rolls-Royce og Mini. Hann fer
nú at arbeiða sum sjálvstøðugur bil design-
ari.
mg
BMW nýggjan designstjóra
Designstjórin hjá General Motors í
Evropa, Mark Adams, hevur fingið
designprísin Designbest 2009 fyri
designið á nýggja Opel Insignia.
Tað er ein dómsnevnd av altjóða
motorjournalistum úr 15 londum í
Evropa, sum stendur fyri Designbest
prísinum á hvørjum ári. Hesaferð var
príshandanin í Istanbul í Turkalandi.
Mark Adams er 47 ára gamal, og hann
hevur havt ábyrgd av designinum hjá
GM í Evropa á Opel høvuðskvarterinum
í týska býnum Rüsselsheim síðan 1. juni
2007
Hann hevur eisini ábyrgdina av
designinum hjá Vauxhall-verksmiðjuni í
Stórabretalandi og hjá Saab í Svøríki.
mg
Adrian van Hooydonk er nýggjur designstjóri hjá BMW í München
Eftir 17 ár hjá BMW fer Chris
Bangle at royna seg sum
sjálvstøðugur bildesignari
Designprís fyri Opel Insignia
Opel Insignia
Mark Adams designstjóri hjá General Motors í Evropa