Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 44 - 4. mars 2009 ] 22 Tveir dómarar í fremstu hond bólts­ deildunum fara kom­ andi dagarnar av landinum og ein fór fyri einum mánaði síðani. – Vit fara at tosa saman um hetta, men vit hava aðrar at seta í teirra stað, sigur Kristian Johansen, formaður í Hond­ bólts sam bandinum HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Nú hondbóltskappingarnar hjá bæði kvinnum og monn­ um eru komnar til enda­ spurtin, verða dómararnir alsamt færri í tali. Innan fyri eina viku eru tvey dóm­ arapør ikki til longur, tí annar dómarin í hvørjum pari fer av landinum, og haraftrat flutti ein royndur dómari av landinum fyri einum mánaði síðani. Greitt er, at beiggjarnir Kristian og Karsten Joensen úr Klaksvík ikki døma fleiri dystir hetta kappingarárið, tí í vikuni flytir Kristian til Danmarkar. Sum skilst, gevst Karsten samstundis. Og tá dystirnir sunnudag­ in eru farnir aftur um bak, er dómaraparið Ragnar Sim onsen og Rúni Mohr heldur ikki til taks í teimum báðum seinastu umførunum í Sunset­ og Atlantic Air­ ways­kappingunum. Ragnar fer um eina viku fer av land inum í privatum ørind­ um og verður burturi í tríggjar vikur. Hann kemur ikki aftur fyrr enn 5. apríl, sum er dagin eftir seinasta landskappingarumfarið. Frammanundan er Hans Thomassen fluttur av land­ inum, so hann og Hanus Kúrberg ikki longur eru eitt dómarapar, sum er til taks. Síðani Hans flutti niður, hevur Hanus tó havt Hannis Wardum aftur at sær. Fleiri skulu døma Henda brádliga íkomna støð an kemur ikki júst væl við, tí frammanundan er úrvalið ikki alt ov stórt. Kortini er formaðurin í Hondbóltssambandinum vísur í, at dómarar verða til allar teir írestandi dystir­ nar. – Hetta er ein nokk so nýggj støða, sum vit fara at tosa saman um nú. Men vit hava nakrar dómarar til taks, sum vit eisini kunnu brúka hesi seinastu lands­ kappingarumførini. So eg síggi ikki so svart upp á tað, sigur Kristian Johansen, ið røkir umsitingina av dómarunum í kappingunum hjá kvinnum og monnum. – Ragnar kemur aftur áðrenn FM­finalurnar, so har kann hugsast, at hann og Rúni verða at síggja aftur. Birgir Sondum hevur dømt onkrar dystir saman við Thomas Juul Thomsen, umframt at Hannis hevur hjálpt Hanusi. Eg havi enn­ tá sjálvur traðkað til, tá onkr um dómara hevur borist frá. Kristian Johansen sigur, at tað er ein støðugur trupul leiki, at ov fáir dóm­ arar eru. Men nú fer Hond­ bóltssambandið at gera nakað við málið, so fleiri kunnu vera til reiðar at døma, tá næsta kapp ingarár fer í gongd. – Í august ella september mánaði fáa vit ein danskan instruktør til Føroya, sum fer út til feløgini at leggja lag á. Tað eru jú fyrst og fremst tey, ið mugu taka seg saman, tí tað eru fram­ vegis fleiri feløg, ið als ong ar dómarar hava, sigur formaðurin í Hondbólts­ sam bandinum. – Eitt nú eru eingir dóm­ arar úr tveimum so stórum feløgum sum VÍF og StÍF, og tað ber ikki til. Tí fara vit eisini til komandi kapp­ ingarár at seta feløgunum krav um, at tey øll skulu hava dómarar tøkar. Kári Hansen og Sámal Paulason døma framvegis, men trý av fimm dómara­ pørum eru ikki tøk í endaspurtinum, tí annar dómarin skal av landinum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Gera Wales, Norður­ írland og Skotland eitt felags landslið við Onglandi til olymp­ isku summar leikirnar í 2012, kann tað fáa álvarsamar fylgjur – eisini fyri Føroyar FÓTBÓLTUR Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Skotland, Wales, Norður­ írland og Ongland hava eina søguliga serstøðu í alt­ jóða fótbólti, tí londini hava øll síni fótbóltslandslið, hóast Bretland formliga er ein tjóð í altjóða viður skift­ um. Men hendan serstøða er nú undir hørðum trýsti, or ­ sakað av olympisku summ­ ar leikunum í London í 2012. Tey, sum skipa fyri leikunum, ganga við einum brennandi ynski um, at Bretland har fer at hava eitt felags fótbóltslið. Skotar hava tó frá byrjan sagt, at teimum dámar ikki hesa verkætlan. Eins og walisar og norðurírar eru teir bangnir fyri, at FIFA fer at brúka eitt felags bretskt OL­lið sum undan­ førslu, fyri at leggja niður fót bóltssambondini í Skot­ landi, Wales og Norður ír­ landi. Nú boðar eisini skotska fótbóltssambandið frá, at FIFA­forsetin, Sepp Blatter, hevur hótt við at tikið serstøðuna frá teimum bretsku landsliðunum. Hetta hevði ført til, at talan hevði verið um eitt felags bretskt landslið, sum hevði verið dominerað av enskum spælarum. – Harra Blatter segði við meg til ein døgurða, at um vit blivu partur av einum felags bretskum OL­lands­ liði, so kom okkara serstøða at vera í vanda. Eg var skelk aður av hesum og hugdi yvir á Lord Triesman og Sir David Richards frá enska fótbóltssam bandin­ um, sum eisini vóru paff, sigur formaðurin í skotska fótbóltssambandinum, George Peat. Missa atlondini Skotland, Wales og Norðurírland sína serstøðu, er eingin ivi um, at hetta eisini fær fylgjur fyri Føroyar. Framskundaðir flogbóltsdystir Tveir dystir millum Mjøl nir og Fleyr í Eiklig­ uni hjá kvinnum og monn um, sum skuldu verða í KÍ­høllini leygar­ dagin, eru framskundaðir og fluttir í Badminton­ høllina í staðin. Kvinnudysturin er fram skundaður til í kvøld klokkan 20, og hóast mansdysturin framvegis verður leygardagin, er hann fluttur frá seinna­ part inum til leygar morg­ unin klokkan 11. Somuleiðis er dysturin millum TB og Mjølnir í Eikliguni hjá kvinnum framskundaður frá leyg­ ar degnum 14. mars til leyg ardagin 8. mars klokk an 14. Hondbóltsdómarar fara av landinum FIFA hóttir skotska landsliðið Ger FIFA álvara av ætlanin at beina fyri fótbóltssambondunum í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi, verður lítið longur hjá skotsku landsliðsfjepparunum í Tartan Army at fegnast um