mikudagur 4. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 44 - 4. mars 2009 ]
23
– Tað er altíð ein
møgu leiki, at vit fara
á heysin, men vit
trúgva uppá tað og
eru komnir rætti
liga langt við bjarg
ingar ætlanini, sum
longu kann koma í
ovurmorgin, greiðir
Todi Jónsson, stjóri í
FC Amager, frá, sum
tó ikki noktar fyri, at
felagið enntá roynir
stuðlskonsert og
stuðulsdyst fyri at fáa
endarnar at røkka
Kreppa
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Danskir miðlar hava í longri
tíð gjørt nógv burturúr FC
Amager, sum byrjaði sum
ein øgiliga bjartskygt ætlan,
sum nú er í sera tungum
sjógvi.
Tó vil Todi Jónsson ikki
siga, at felagið er um at fara
á heysin.
– Vit arbeiða við eini
heild arætlan.
Vit
royna
mill um annað at fáa spæl
ararnar ein fimting niður í
løn, men tað vilja teir sjálv
andi ikki ganga við til, fyrr
enn heildarætlanin er klár,
staðfestir Todi
Jónsson.
Hann leggur tó afturat, at
tað als ikki er nakað loynd
armál, at FC Amager hevur
stórar fíggjarligar avbjóð
ingar.
Útseta dreymin
Todi Jónsson er tó av klár
aður við, at felagið ongan
møguleika at klára seg so
væl, sum ætlanin var.
– Vit hava á ongan hátt
slept dreyminum hjá okk
um. Men vit hava útsett
hann. Tá vit byrjaðu var
stórt bjartskygni, og hetta
bar okkum langt. Fíggjar
kreppuna kundu vit ikki
spáa um, men nú felagið
klárar ikki ætlanirnar nú, tí
tað klára íleggjararnir hjá
okkum heldur ikki. Hetta
merkir, at vit mugu revidera
málsetningin, og beint nú
arbeiða vit við eini ætlan,
ið skal halda okkum í gongd
til 1. juli, sigur Todi Jóns
son.
Todi Jónsson hevur leingi
sagt, at FC Amager arbeiðir
við fíggjarligum loysnum.
Men nýstani nú greiðir
hann frá, hvat tær ítøkiliga
eru.
– Eg kann ikki siga ov
nógv um tað, men tað gong
ur fyrst og fremst út uppá,
at fáa íleggjararnar at seta
meiri pening í fyritøkuna,
staðfestir Todi Jónsson.
Dysturin ikki til lønir
Í seinastu viku spældi FC
Amager ein venjingardyst
ímóti FC Nordsjælland,
sum teir kallaðu ein stuð
ulsdyst. Um stutta tíð verð
ur eisini ein stuðulskonsert.
Hetta hava danskir miðlar
tikið upp, sum um at tað var
fyri at kunna gjalda lønir,
men hetta avsannar Todi
Jónsson.
– Vit kallaðu tað stuðuls
dyst, fyri at tey, ið hava
kenslur fyri felagnum kundi
fáa ein møguleika at stuðla
rakstrinum hjá okkum, men
mann fær ikki nógvan pen
ing fyri ein tílíkan dyst, og
tað er skeivt at siga, at tað
er til lønir, sigur Todi Jóns
son. Hann noktar tó á ongan
hátt fyri, at ein stórur partur
av rakstrarútreiðslunum fer
til lønir.
Bara fíggjarligar
trupulleikar
Hóast FC Amager sær út til
at vera illa fyri fíggjarliga,
so er Todi Jónsson ikki
bang in um ítróttarliga part
in.
– Vit klára ikki at til
trekkja teir bestu leikararnar,
men potentiali og tað ítrótt
arliga eru framvegis góð,
sigur Todi Jónsson, sum
staðfestir, at málsetningurin
í felagnum er broyttur. Nú
er málið fyrst og fremst at
brúka minni pening enn teir
hava.
Pressan fylgir
teimum spennandi
Hóast fjølmiðlarnir hava
fylgt FC Amager øgiliga
tætt í seinastuni, so heldur
Todi Jónsson ikki, at teir
eru verri fyri, enn nakað
annað felag.
– Tað sigur seg sjálvt, at
pressan vil fylgja okkum, tí
vit eru ambitiøsir. Tá tað nú
ikki gongur so væl hjá okk
um, so fylgir pressan okk
um sjálvandi eisini. Kolding
lækkaði longu í desembur
lønirnar hjá teimum, men
tað leggur pressan minni í,
sigur Todi Jónsson.
Eik og sponsor
avtalan
Hvørja ferð FC Amager
spælir dyst, so stendur Eik
á blusunum hjá felagnum.
Nú bæði Eik og FC Amager
síggja út til at klára seg
minni væl, so ætlar Eik á
ongan hátt at sleppa avtal
uni.
– Vit fóru í gongd við
eina sponsoravtalu fyri trý
ár í summar, og henni ætla
vit als ikki at sleppa, og tað
hevur ikki ein gong verið
upp á tal, staðfestir Bjarni
Olsen, stjóri í Eik. Hann
leggur tó afturat, at Eik ikki
hevur nakrar ætlanir um at
seta pening í FC Amager.
Mollerup
er ikki FC
Amager
Í gjár takkaði Brian
Mollerup fyri
seg, sum nevnd
ar formaður í FC
Amager. Hetta er Todi
Jónsson avkláraður
við. – Brian Mollerup
er ikki FC Amager.
Tað var eg sum byrj
aði FC Amager, stað
festir Todi Jónsson
FótbóltsFelag
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Brian Mollerup, sum er
kendur frá sínum arbeiði
í millum øðrum Slagelse
FH, har hann var við at
gera felagið, tað sterkasta
í Evropa, er ikki longur
partur av FC Amager.
Hesum er Todi Jónsson
tó ikki bangin fyri.
– Tá vit byrjaðu stóðu
fólk í kø at sleppa við.
Soleiðis er ikki beint nú,
og Brian Mollerup er far
in burturúr, tí tað ikki
gongur so væl, sum vit
vón aðu, men Brian Molle
rup er ikki FC Amag er,
sigur Todi Jóns son.
Multiarena
12. mars verður avgjørt,
um Copenhagen Multi
arena verður veruleiki.
Brian Mollerup er fram
vegis
nevndarlimur
í
Copenhagen Multiarena,
og Todi Jónsson stað
festir, at verður arenaðin
til nakað, so verður FC
Amager við.
Hinvegin
staðfestir
Todi Jónsson, at felagið
ikki blívur burtur, um
ongin multiarena verður.
– FC Amager verður
fram vegis til, um ongin
multiarena verður. Vit
hava eitt gott grundarlag,
og tað eru nógvir vallir á
Amager, har vit kunnu
spæla dystir, staðfestir
Todi Jónsson.
Komnir langt við
bjargingarætlan
Nú tað ikki gongur
eftir vild fíggjarliga í
FC Amager, og felagið
ikki hevur ráð til
leikarar, ið kundu lyft
felagið, so sær Todi
Jónsson, stjóri, okkurt
positivt hóast alt, tí
nú sleppa føroysku
leikararnir at spæla
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
FC Amager hevur fíggjar
ligar trupulleikar, men tað
er framvegis eitt, ið Todi
Jónsson er fegin um.
– Tað positiva við før
oysk um eygum er, at nú
sleppa føroysku leikararnir
í felagnum framat. Erling
Jacobsen og Páll Klettskarð
spæla fast inni og Hans
Jørgensen er eykamálmað
ur, greiðir Todi Jónsson
frá.
Spurdur um hetta ikki
bara er tí, at felagið ikki
megnar at fáa betri leikarar,
so er Todi Jónsson ikki
mjúkur.
– Sigur tú, at leikararnir
eru vánaligir. Hesir eru av
betri kvaliteti enn føroyska
landsliðið, og tað skalt tú
ikki blanda uppi. Hetta eru
leikarar, vit veruliga trúgva
upp á, og tað er gott, at teir
fáa møguleikan í felagnum,
tí hetta kann hækka støðið
á landsliðnum, sigur Todi
Jónsson. Samstundis vísir
hann á, at føroyska lands
liðið kann gerast betri við
hesum leikarunum.
Føroyingarnir í FC Amager sleppa framat
Hóast FC Amager hevur stórar
fíggjarligar trupulleikar, sum
mestsum steðgar tilgongdini til
SAS liguna, so er Todi Jónsson
bjartskygdur viðvíkjandi
bjargingarætlanini hjá felagnum
Bogaskjútti setti venjingarmet í Póllandi
Føroyskir bogaskjúttar eru í løtuni í Rzesow í Póllandi, har tveir luttakara eru við. Talan er um 16 ára
gamla Magnus Andreassen og 20 ára gomlu Anniku Vang. Mánadagin var fyrsti venjingardagurin til
kappingina, sum byrjar hósdagin. Mánadagin gjørdi Magnus Andreassen bart, og skeyt tað besta hann
nakrantíð hevur skotið til venjing. Heili 582 stig av 600 møguligum. Í gjár gekk vanliga væl til
venjingarnar. Men ein trupulleiki vísir seg at vera, at venjingarhølini eru sera smá, og tí er sera trongt.
Annars ganga fyrireikingarnar til kappingina rímiliga væl, hóast alt ikki er klárt til at byrja í morgin.
Hetta skrivar heimasíðan http://www.archeryfo.net/ millum annað.