mikudagur 4. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2009
“Á, Timoteus. Varðveit
tað, sum tær er litið upp í
hendur, og vend tær burt
frá hinum vanheilaga,
tóma tosi og mótstøðu
“kunnskaparins” – sum
tað av órøttum verður
kallað, og sum nøkur
játta seg undir og eru
vilst burt frá trúnni.
Náðin veri við tær.” (1.
Tim.6:20-21)
Boðskapur mín hevur heiti “Mis
tøkini og tilvildin í menningar
læruni”, um mær er loyvt at lána
eitt heiti frá sjónvarpi og um
broyta tað í ávísan mun. Men
viðvíkjani menningarlæruni eru
ikki bara smávegis mistøk, men
eisini tilætlaðar svikagerðir. Eitt
hitt mest mishugaliga við komu
darwinismunnar er, at hon inn í
vísindina skoytir uppí ein svikara
tátt, slíkt sum ikki varð sæð áður.
Um mær má vera loyvt at vísa
til tað, sum heimsnavnframi
skordýrafrøðingurin Dr. W.R.
Thompson skrivaði, sum í mong
ár var leiðari á Commonwealth
Institude of Biological Control í
Ottawa, Canada. So tignarligur
náttúruvísindamaður var Dr.
Thompson, at hann í 1959 var
útvaldur at skriva fororði til
hundrað ára upplagi av útgávuni
hjá Darwin “Origin of Species.”
Hetta fororð er eitt breiðsíðu
álop imóti menningarlæruni av
einum av heimsins stórstu vís
indamonnum. Tað er vert at lesa.
Her verður sagt : “Henda støða,
har menn renna um kapp at verja
eina læru, sum teir ikki eru førir
fyri at skilmarka vísindaliga, enn
minnið at prógva við vísinda
ligum strangleika, roynandi at
hevda lærunnar virði fyri almenn
inginum við at kúga sannar
atfinningar og at útihýsa mein
bogum, hetta er ókent og illa
dámt í vísindini.” Seinni segði
hann: “Viðgongd Darwins gekk
hond í hond við afturgongd hinna
falsleysu vísind.”
Harafturat sigur Dr. T.N.
Tahmisian, sum er lívvirkis
frøðingur fyri the Atomic Energy
Commision: “Vísindamenn sum
læra at menningarlæran er lívsins
veruleiki, eru teir stórir visinda
menn? Ja, stórir svikamenn, og
søgurnar teir siga eru stórstu
villusøgur gjøgnum allar tíðir.”
Lat okkum fara at hyggja eftir
hesum søgum í dag og síggja um
tær eru vísindaligir veruleikar,
ella um tær eru stórstu villusøgur
gjøgnum allar tíðir; sanniliga
ímillum “mistøk og tilvild” eru
ikki mangar ábendingar um aftur
gongd fyri vísindaligum falsloysi.
Endurtøku ástøði
Ein og hvør sum fer á lærustovn
at granska vísindi minnist pro
fessaran Ernst Haeckel og hans
ara biogenetisku lóg. Hann var
ein av hinum fyrstu talsmonnum
fyri endurtøku ástøðinum, ella
sum tað er betur kent: “Ontegeny
recapitulates Phylogeny.” Hetta
merkir at menningin av fostri
num í lívmóðrini hjá eini móðir
fer ígjøgnum fleiri menningar
stig. Frá einari kyknu..... síðani
fjølkykna...... síðani fiskalíkt við
toknum........ síðani apulíkt við
hala......... og síðani verður tað
eitt menniskja sum er farið
ígjøgnum øll menningarstigini
soleiðis sum menningarlæran
lýsir mannasøguna.
Hetta ástøði var sett fram av
týska professaranum Ernst
Haeckel í síðstu øld. Við ágrýtni
styðjaði Haeckel læruna hjá
Darwin. Men nøkur ár seinni, tá
alt hetta varð meiri kannað og
tøknin gjørdist betur og kunn
leikin um kyknirnar mentist, tá
kom fyri dagin, at henda avskepl
an varð sett í verk ímóti betri
vitandi. Haeckel professari varð
ákærdur við Jena University
Court og varð funnin sekur.
“Skuldartyngdur” játtaði hann sítt
svik, sum eftir øllum at døma
varð gjørt fyri at stuðla
menningarlæruna.
Haraftrat segði Haeckel:
“Sanniliga skuldi eg verið dømd
ur, varð tað ikki fyri tann veru
leika, at í hundraðtali av øðrum
eygleiðarum og lívfrøðingum
lógu undir somu ákæru.”
Tað syrgiliga er, at hóast
Recapitulation Ástøði er fallið av
hásætinum fyri mongum árum
síðani, so verður tað kortini enn
lært í mongum skúlum. Fyri
umleið fimtan árum síðani vórðu
ein professari í lívfrøði við
Broward Community College og
Dr. Robert Strong, ein gesta
ráðharri, bjóðaðir til samkomu
okkara til eina røð av gudfrøði
ligum fyrilestrum; teir luttóku í
orðadrátti viðvíkjani menning
arlæru mótvegis skapan. Sjón
armiðini hjá lívfrøðiprofessar
anum vóru av Dr. Strong full
komuliga pettaði sundur, soleiðis
at professarin varð noyddur at
siga: “Mítt ástøði hvílir heilt og
fult á nágreingiliga próvnum fyri
menningarlæruni, sum byggir á
fosturfrøðina: “Ontegeny
recapitulates Phylogeny.”
Lítið visti hann at ovastin í
British Association for the
Advancement of Science, ein av
heimsins mætastu fosturfrøðing
um, hevði sagt, at allar upp
lýsingar viðvíkjandi menningini
av fostrinum nú eru kendar:
Hvussu enn víkir og vendir so
gevur fosturfrøðin menningar
læruni als ongan stuðul. Hann
var syrgin at viðganga hetta. Og
soleiðis hevði okkara professari í
lívfrøði grundað allan sín stuðul
á ástøði menningarlærunna á eitt
prógv, sum als ikki var nakað
prógv, Í meiri enn hundrað ár
hava milliónir og aftur milliónir
av lesandi verið lærd Recapitula
tion (endurtøku) Ástøði, at hitt
vaksandi fostri, hitt ófødda,
stuðlar menningarlæruni. Ein
tilætlað lygn, sanniliga.
Tað tykist sum staðfestingin
hjá Dr. Thompson, at koma
darwinismunnar hevur dálkað
vísindinnar reinlyndi er sonn, í
øllum førum á hesum øki.
Piltdown maðurin
Síðani er tað hitt best kenda svik
alra tíða: hin víðagitni Piltdown
Maðurin. Tað var í 1912 at
Arthur SmithWoodward, stjóri í
British Museum of Natural
History í London, og Charles
Dawson, lækni í medisin og leik
maður í palaeontology (læran um
deyð dýr og plantur) avdúkaðu
eitt kjálkabein og ein part av
einum skølti í eini eyrholu tætt
við Piltdown í Onglandi. Í øllum
førum sá út til, at kjálkabeinið
var rættiliga apulíkt, tá sæð
verður burtur frá tí veruleika, at
tær stóru tenninar, sum vanliga
eru at finna í einum apukjafti,
vóru ikki til staðar. Harafturat
var hetta brúnligt á liti og at
síggja til ógvuliga, ógvuliga
gamalt. “Avdúkingin” varð prísað
við fagnaðarrópum, hetta var: the
“Dawn Man”, hitt fyrsta “miss
ing link”. Í fjøruti ár hugdu
lesandi kring knøttin eftir mynd
unum av hesum umskapaða
“Dawn Manninum”, hvørs skap
ilsi prýddi øll heimsins listasøvn.
Her var “the missing link.”
Fjøruti ár seinni, eftir at fluo
ride royndirnar vóru møguligar,
tá vóru skølturin og kjálkabeinið
kannað við fluoride. Úrslitið av
hesi roynd var, at aldurs ásetingin
av skøltinum var ikki sum áður
varð sagt 500.000 ár, men at
hann einans var umleið 2000 ára
gamal. Kjálkabeinið var einans
nøkur ára tíggir til aldurs. Síðani
varð hetta kannað undir mikro
skopið (sjóneyku), her kom fyri
dagin, at tenninar varisliga vóru
fílaðar niður, so tær skuldu líkj
ast mannatonnum. Alt hetta var
fargað við sterkum kryddi (salti)
og øðrum evnum, fyri at tað
skuldi síggja út at vera ógvuliga
gamalt. Hetta varð sett niður fyri
at verða funnið, ætlandi var tað
sjálvur Dr. Dawson, sum gjørdist
víðagitin vegna Eoanthropus
dawsoni – eitt svik sum hevur
førkað milliónir av lesandi burtur
frá skapannarsøguni. Tað er
prógvað at Piltdown Maðurin er
ein stór svikagerð.
The Orgueil Fall
Ein onnur svikagerð er kallað
“The Orgueil Fall.” Í ein útsynn
ing í Fraklandi verður sagt, at eitt
petti av einum torusteini (meteo
rite) varð avdúkað; hetta var fyri
meiri enn eini øld síðani. Hetta
hendi einans fimm vikur eftir at
Pasteur helt sína stóru røðu og
gjørdi enda á ástøðinum um
sjálvkravda menning av lívinum.
Menningarlæru fjeppararnir vóru
í slíkan mun skelkaðir, tí ástøði
teirra um sjálvkravda menning
av lívinum varð lagt í oyði, at
onkur ætlandi avdúkaði hetta
petti av einum torusteini, sum
innihelt lívrunnið tilfar. Men
næstan eina øld seinni við nýggj
ari kanning vísir hetta seg at vera
ein snilt upphugsað eftirgering.
Svikamaðurin hevði eyðsýniliga
á ein ella annan hátt slevja og
vætt torusteinin, inntil hann
gjørdist bleytari, síðani hevði
hann brúkt eitt slag av lími sum
bindievni, koyrt eitt sindur av
jarðligum lívrunnum tilfari í,
fjalt hetta og hita tað so tað
skuldi líkjast árininum sum
jarðarhitin kundi geva, fyri síðani
at siga at enn er vón fyri náttúru
menning lívsins, tí hetta má vera
komið higar sum ein torusteinur.
Aftur ein illvilja svikagerð útint
ímóti børnum okkara.
Scopes Trial
Síðani er tað hitt víðagitna
Scopes Trial. Ein tyngjandi
vitnisburður var tað, tá ið
Clarence Darrow setti William
Jennings Bryan í vitnisbás.
Darrow sum var gudloysingur og
evolutionistur spurdi Bryan, um
hann visti, at í heimstati hansara,
Nebraska, livdi fyri eini millión
árum síðani eitt slag av menn
iskjum. Bryan svaraði at hann
visti einki um hetta, og at hann ei
heldur trúði tí. Síðani fekk
Darrow eisini, tann tá í tíðini
mest virda vísindamannin innan
læruna um deyð dýr og plantur,
Dr. Henry Fairfield Osborn við
American Museum of Natural
History, upp í leikin. Hann
váttaði at í 1922, trý ár undan
hesum, vóru prógv funnin, at eitt
slag av menniskjum fyri eini
millión árum síðani livdi í
Nebraska. Bryan var málleysur.
Hetta var almannakunngjørt
um alheimin. Men táíð vísinda
menn fóru at kanna hetta sokall
aða prógv, komu teir fram til, at
henda avdúking var gjørd av
einum manni nevndur Harold
Cooke. Uppdaganin varð síðani í
roynd og veru á hóskiligum
fakmáli skírt: Hesperopithecus
haroldcookii, sum merkir
“Western apeman”. Hvat var tað
hesir vísindamenn raktu við ?
Teir komu fram á, at hetta
“prógvið” einans var ein tonn.
Ikki tenn, ella kjálkabein, ella
skøltur – men ein tonn. Nakað
seinni á sama øki raktu teir við
eina aðra tonn, meinlíkari hini
fyrru. Men henda seinna tonnin
var føst í einum kjálkabeini, sum
hoyrdi til eina beinagrind, og
beinagrindin var av einum grísi;
ella fyri at vera meiri beinrakin:
einum avoldaðum grísi. Dr.
Duane Gish segði, at hetta var
hvørki “ein mannalík apa, ella
eitt apulíkt menniskja, men ein
avoldaður grísur.” Hann segði
eisini: “Eg haldi at hetta er eitt
dømi um, at ein vísindamaður
gjørdi eitt menniskja av einum
grísi og ein grísur gjørdi eina apu
av einum vísindamanni.”
Men vinir mínir, má tað vera
mær loyvt at siga tykkum, at alla
staðni í lærubókunum í skúlum
okkara vóru tekningar og endur
skipanir (broytingar) av hesum at
síggja, harafturat vóru modell av
hesum sett inn á listasøvnini
vísandi Hesperopithecus harold
cookii í allari dýrd síni, sitandi
runt um eldin við familjuni við
einum gassa um herðarnar. Teir
høvdu smíða okkara fullfíggjaða
felaga. Her var hann, opinberur
fyri øll at síggja – og alt sum tað
snúði seg um var ein grísatonn.
Eitt fólkaslag av monnum sum
livdi í Nebraska fyri eini millión
árum síðani ?? Sig so tað.
Pithecanthropus
Síðani er tað sjálvandi eisini hitt
gitna “Pithecanthropus erectus”.
Allir næmingar sum fóru á hægri
læristovn hildu, at nú var endi
liga komin stundin, at ein ávísur
var opinberaður, og tí kundi
sigast: “Pithecantanthropus”,
bókstaviliga merkir tað “erect
apeman” ella “apumenniskja,
sum stendur upprætt.” Pithe
canthropus varð funnin av niður
lendinginum Eugene Dubois.
Hann reisti frá Niðurlondum til
Java við endamálinum fyri eyga
at finna eitt apumenniskja. Nú,
tað sigur ikki so lítið um vísinda
ligan objektivitet, táíð ein ferðast
hálvan knøttin fyri at finna apu
menniskjað, og voila – so finnur
Mistøkini og tilvildin
24