mikudagur 4. mars 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 04. mars. 2009
MIÐvIkaN
25
Tann 17. februar
1982 skrivaði
Sunneva hesar
hugleiðingar, sum
komu í Dimma
lætting 27. februar
1982. Tær geva
eina góða lýsing
av kenlsunum hjá
einum sum hevur
mist pápan á
sjónum
Sólin skínur so vakurt í dag,
og vit gerast altíð glað og
løtt í huga, tá veðrið er gott.
Serstakliga gleði eg meg í dag
yvir, at eg kann minnast pápa
mín, sum í dag hevði verið 90
ár, um hann hevði livað. Vit,
sum vóru so lítlar, kendu hann
ongantíð. Vit lærdu ongantíð
at siga pápi; men í hjartanum
kennist gleði yvir at hava átt
ein góðan pápa, ein av teimum
hetjum, sum settu lívið til fyri
føðilandið.
Poul Michelsen var skipari
á »General Gordon«, ið forlisti
á vári 1924. Eg kann minnast,
tá Kristian kongur 10-indi vígdi
minnisvarðan á Torvheyggi, eg
man ikki hava verið meira enn
eini 5 ár.
Altíð sum smágentur gingu vit
fram við minnisvarðan, tá vit fóru
til, Froðbiar, og so lósu vit tað,
sum skrivað stendur á tí stóra
høga steininum.
Ein mynd av einum akkeri,
umgirt av einum togenda, og
yvirskriftin er teimum hetjunum
til heiðurs. Teir sjólótust fyri
føðilandið.
Niðri undir stendur á donskum:
Ingen har større Kærlighed
end denne, at han sætter sit
Liv til for sine Venner. Johs.
kap. 15. Vers 13.
Tær tríggjar stóru steinplát-
urnar eru tær sluppirnar, sum
fórust við allari manningini,
»Helena«, »Karin« og »General
Gordon«.
Eg minnist hesar tríggjar
pláturnar og tvær lítlar, »Riddar-
in« og »Karl« vóru tær fyrstu; men
seinni eru fleiri komnar aftrat.
Tá eg nú eri við minnisvarðan,
so fari eg at siga frá nøkrum,
ið eg havi hoyrt sum barn.
Tá hesin varðin varð settur,
har sum hann stendur í dag
á Torvheyggi, so var tað ein
meining við tí, umframt tann at
minnast teir sjólátnu. Hann varð
settur á einum fríum øki við tí
stóra steininum peikandi upp
ímóti himinum og lítandi út yvir
havið, har sólin rísur. Hann varð
settur soleiðis, at øll før, sum
komu inn um Froðbiarnípu ella
inn á fjørðin, vóru var við hann,
ella um eg so má siga, vóru
heilsað av honum. Allar mínar
barnadagar stóð hann fríur við
góðum útsýni, einki hús í námind
av honum, men so er ikki nú.
Okkum untist ikki at eiga og
kenna pápa okkara; ta lagnu
hava so mong verið fyri. Men
ein er, sum aldrin gloymir tann
faðirleysa; hansara lyfti standa
fast, um alt annað vikast. Eitt,
sum er blivið so stórt fyri mær,
er hetta, at eg skal síggja pápa
mín ein dag heima í himlinum.
Tað verður ofta tosað um
ránsmannin, sum var bjargaður
av Jesusi. Mong menniskja
halda, at tað hevur ongan skund
at blíva frelstur; tey meina, at
tey kunnu fáa ta løtuna, sum
ránsmaðurin fekk. Jú, víst eru
tað tey, sum fáa løtuna, so tey
bjargast fyri himmalin. Men
mong eru tey, sum fara so
brádliga úr hesum heimi, at um
tey ikki kenna Jesus áðrenn, so
frykti eg fyri, at tað er vónleyst
myrkur, ein ævinleiki uttan tann
Harra Jesus.
Hesar hetjur, sum sóu deyðan
fyri eygum, tær kundu; og teir
hava rópað á Harran í neyð terra:
Harri bjarga okkum, vit ganga
burtur. Vissuliga, Harrin á himli
høga hoyrir allar bønir og bjargar
øllum, sum ynskja av hjarta at
vera bjargað av honum. Takk
og prís veri Jesus Kristusi fyri
allan kærleika sín, og takk veri
honum fyri frelsuna, sum hann á
krossinum so dýrt hevur vunnið
til hvønn einstakan, sum trýr.
Takk góði faðir í himlinum fyri,
at vit við sálmaskaldinum kunnu
siga:
Gud gev okkum øllum
tað landið at ná,
har skyldfólk og vinfólk,
vit uppaftur sjá.
Tá hirðin sítt fylgi,
úr mold og úr bylgju
skal savna, har sorgin
um ævir er av.
Tí deyður er deyðin
og horvið er hav.
Sunneva skrivar um pápa sín
Poul Michelsen, pápi Sunnevu
Minnisvarðin á Tvøroyri. Í einum seinni parti verður greitt meira frá hesum
minnisvarða grundað á frásøgn hjá Elin Mortensen
ið teir bjargaðu manningini.
Frásøgn var eisini í blaðnum
THE PRESS AND JOURNAL í
Aberdeen tann 31. oktober 1949.
Søgan var tann, at Egil hevði
eitt sunnukvøld kl. 6 siglt á eitt
sker ella ís um 20 fjórðingar úr
Bjarnoynni. Teir vóru 22 mans við.
Høvdu gjørt túrin lidnan og høvdu
2.000 kassar inni.
Tað var stormur og ringur sjógv-
ur. Gronin varð skrødd upp, og
hann lak illa. Sent varð neyðarkall.
Alla náttina bardist manningin
fyri at halda skipið lens, hóast
hetta sá vónleyst út. Til alla lukku
kom Varðberg fram á teir kl. 10
morgunin eftir. Vegna ringan
sjógv og nógvan streym var vón-
leyst at taka menninar beinleiðis
umborð. Manningin mátti tí fara
í bátin, sum fýra ferðir fór millum
trolararnar.
Varðberg sigldi rundanum
og fekk fatur í teir hvørja ferð,
seinastu ferðina við skiparanum,
stýrimanninum, báðum meistar-
unum og skipshundinum.
Meðan teir seinastu fýra vóru á
veg umborð á Varðberg brotn-
aði báturin illa, og sakk hann
undan teimum 15-20 favnar frá
Varðberg, men tað eydnaðist
kortini at bjarga teimum. Tá ið
skiparin fór av Egili, stóð hann
nærum um miðjuna í sjógv á
dekkinum, og bert fáar minuttir
seinni var hann sokkin. Bjargingin
hevði tá vart í tveir tímar, og
sigast kann bókstaviliga, at hon
kom í síðstu løtu.
Helvtin av manningini á Egil
fór umborð á Høgafoss, og komu
teir allir til Aberdeen nakrar
dagar seinni. Sofus sigur, at hann
minnist Herluf væl. Hann var ein
stás maður í allar mátar.
Einasta minni Herluf hevði um
hendingina eru tær seks árarnar
av bjargingarbátinum hjá Egili,
sum hann tók við sær.
Henda søgan er í síni heild
í bókini Bjargingarbrøgd 2 hjá
Erlingi Poulsen.
Egil var annars tann gamli
Norðbúgvin, sum p/f Uvak keypti
til Føroya í 1939. Esmar Fuglø var
skipari.
Kvívíkingar í partafelagnum
Hellufossur høvdu keypt Norðbúgv-
an og góvu honum navnið Egil.
Kvívíks Tummas var reiðari.
Gjørdist bóndakona
í Bø
Í 1959 var sjómanslívið liðugt
hjá Herluf, og tey bæði fluttu til
Bíggjar, har hann bleiv bóndi.
Hann seldi tá eisini húsini í
Miðvági.
Hetta var eitt heilt annað lív.
Víst var Herluf heima, men hetta
var sera bundisligt. Tey vóru
bundin at fjósinum hvønn dag.
Hetta var sera strævið. Alt var
í ringum standi og óarbeiðsligt.
Men Herluf var ein sera raskur
maður, so tað gekk. Tey smoygdu
upp um armar og tóku mangt
takið.
Sum árini gingu bleiv tað ljósari.
Tey fingu traktor og góða sláimask-
inu og annars nútímans útgerð.
Mjólkina seldu tey til Thedor
Thomassen keypmann, sum júst
er fyltur 100 ár, sum greitt frá her
í blaðnum. Tey fingu so vøru fyri
mjólkina.
Í 1983 legði Herluf frá sær sum
bóndi. Hann doyði í 1985, 69 ára
gamal.
Vit takka Sunnevu fyri hennara
áhugaverdu frásøgn.
Herluf kom at sigla sum skipari við trolaranum Varðberg
Herluf kom sum skipari at vera við til bjarga manningini á Egil frá tí vissa deyða