Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 4. mars 2009 31 Tann harði dómarin í dómaratrioini í X-Factor, Thomas Blacman, sigur seg ynskja, at ein luttakari frá hvørjum bólki endar í finaluna, og har ímillum er Linda Thomas Blachman sendi í farnu viku Seest, luttakarin hjá Linu, til hús. Síðan tá hevur ónøgdin verið øgilig. Vitjandi á heimasíðuni hjá DR er vok- sið við túsundtals vitjandi, og øll tey, ið umvegis gestabókina á heimasíðuni hava víst sína ónøgd, hava gjørt tað soleiðis, at servarin hjá DR hevur haft trupult við at umsita allar viðmerkingarnar. Umframt hetta, so er ein Facebook bólkur stovnaður við heitinum “Blachman er en sinke, vi vil ha’ Seest tilbage”, og í bólkinum eru yvir 1100 limir, ið vísa sína ónøgd. Hóast ákoyringarnar, so stendur Blachman við sína avgerð, og hann heldur, at hóast Asian Sensation ikki fer at vinna kappingina, so er tað, sum bólkurin førur við til kappingina nakað, ið er av alstórum týdningi fyri undirhaldsvirði á sendingini. Spurdur um, hvønn hann ynskir at síggja í finaluni sigur Blachman soleiðis. - Tað hevði verið vakurt við einum luttakara frá hvørjum bólki. Linda, Asian Sensation og ein av mínum óvitum. Blachman vil hava Lindu í finaluna Oniontree, Boys in a Band og Underbeat verða ímillum tónleikararnir, ið fara at framføra fríg- gjakvøldið, tá ið Náttin enn einaferð er Ung Ungdómstiltakið Náttin er Ung er enn einaferð á skránni, og verður tiltakið í høllini á Hálsi komandi fríggjakvøld. Tað eru Margarinfabrikkin og SSP- samskipanin, ið eru stigtakarar til hetta tiltakið, og endamálið er at geva teimum ungu møgu- leika at njóta tónleik í rúsfríum umhvørvi. Náttin er Ung hevur áður haft stóra undirtøku ímillum tey ungu. Til seinasta tiltak vóru yvir 700 ung fólk savnaði, og fyrireikarar siga, at tey vænta einki minni hesaferð. Nýggir tónleikarar verða eisini at hoyra. Millum annað fer unga vágskinnan Lív Ryggshamar at framføra nøkur løg saman við Eyðun Nolsøe. Fyrireikarar siga, at tað er týd- ningarmikið, at lova ungum sangarum framat, og geva teimum møguleika at mennast sum sangfuglar. Tiltakið er partur av einari samstarvsavtalu ímillum SSP-samskipanina og Margarinfabrikkin, og eftir ætlan verða fleiri líknandi rúsfrí ung- dómstiltøk á skránni í framtíðini. Rúsfrítt tiltak í Høllini á Hálsi X-Factor yvirtikið Gekkin Føroyingar vilja heldur síggja X-Factor enn Gekkin, tískil hevur Sjónvarpið hjá Kringvarpinum flutt Gekkin til eftir X-Factor fríg- gjakvøldið. Orsøkin til broytingina í skránni er allarhelst Linda Andrews. - Tað er ein æra, tí tað er ikki nakað, ið sjónvarpið uttan víðari ger, sigur ein errin Linda Andrews. Tað er allarhelst eydnan hjá Lindu, sum er orsøkin til, at Kringvarpi hevur valt at broyta skránna. Áður bleiv X-Factor víst tveir tímar seinni enn hjá DR, og tískil var tað neyðugt, at atkvøða meðan Dagur&Vika var víst. - Nógv eru tey, ið hava sett seg í samband við Kringvarpi, og spurt um tað ber til at broyta skránna, tí tey gerast ørkymlaði, tá ið smsboðini skulu sendast, sigur Linda. Linda hevur búð í Danmark í 20 ár, men familja hennara búgva enn í Føroyum, og hon vitjar klettarnar so ofta møguleiki er fyri tí.