mikudagur 4. mars 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 44 - 4. mars 2009
Kári við Stein fylgir
væl við gongdini við
fiskiskapinum í Grønlandi.
Her eru hansara seinastu
tíðindi
15. februar
Í dag er dýrdarveður og – 6 stig.
Frætt er frá Atlantic Enterprice,
har William Hansen av Toftum
er skipari. Teir eru á veg til
Pamiut at landa 750 tons av
rækjum, sum teir hava fiskað í
13 samdøgur. Reiðaríið hjá
teimum hevur gjørt eina avtalu
við Royal Greenland um at landa
3.000 tons av rækjum til virkið í
Pamiut. Hetta er so fyrsta lastin,
sum teir koma við. Teir verða
inni í morgin til arbeiðstíð.
16. februar
Í dag er stilli og – 8-10 stig.
Qaqqatsiaq er komin til Nuuk at
landa og at umvæla okkurt
brekið. Teir rokna við at verða
leysir leygardagin.
18. februar
Í dag er lot av norði, um 15
kuldastig. Akamalik kom inn til
Nuuk at landa í morgun vid
fullum skipið. Teir hava verið
syðri á, har eru bátarnir nú.
Natarnaq er farin at sigla til
Eysturgrønlands, har søgur siga
frá brúkiligum fiskiskapi hjá
fleiri av trolarunum.
Polar Aassik var inni í Aasiat og
landadi hósdagin um 60 tons.
21. februar
Nú er vetur her hjá okkum sum í
gomlum døgum, – 23 stig. Eg
síggi ísin norðanfyri her. Men tað
er ein glotti av opnum sjógvi
sunnan fyri, ein øgilig ístoka er
at síggja til.
Polar Natarnaq og Lómur
liggja her sunnan fyri og royna.
Steffan C og Polar Qaasiuq eru í
Dýpinum. Hann hevur lovað
kulda eina tíð við vindi av norði.
Uppi í Thule vórðu máld í gjár
– 30 stig. Her skal hann bara
koma lágt við vindi, so ísurin fer
í sor, so at trolararnir kunna
koma aftur her at royna. Frætt er,
at Markus kom til Akureyri í
dag, og at Artic Viking liggur á
Hafnafjørðinum við onkrum
breki. Samtidis skulla teir landa
tað, sum teir hava inni. Polar
Aassik konklaði seg út aftur í
morgun. Teir vóru uttan fyri
Kullen og skuldu til at skjóta
trolið nú, eg tosaði við teir. Har
var havið hvítt rundan um teir.
23. februar
Í dag er – 12 stig og stilli. Ein
gamal kenningur kom inn at
landa í morgun. Tað er
fyrrverandi bornholmarin Ocean
Prawns, sum nú er canadiskur.
Teir hava fult skip, ja alt sum
fyllast kann av rækjum, heili 820
tons av sekkjarækjum, sum
skuldu landast í Pamiut. Av tí, at
Atlantic Enterprice júst hevur
veri í Pamiut við um 750 tonsum,
var ikki pláss har suðuri, so hann
kom higar í staðin. Henda túrin
byrjaðu teir mikudagin 7.
februar, og teir fiskaðu uppí
lastina í 11 samdøgur. Óført
fiskarí, tað kann ikki sigast
annað. Hetta er so størsta
rækjulast, sum er løgd upp av
einum skipi í Sisimiut.
Markus er komin til Akureyri.
Teir skulla í dokk har. Teir
royndu í Eysturgrønlandi á veg
til Íslands. Sum skilst fingu teir
fitt av rækjum.
24. februar
Í dag – 10 stig og stilli. Manu er
komin inn til Manitsoq at landa
svartkalva. Síðani skulu teir á
skipasmiðju í Íslandi, har
ymiskar umvælingar skulla
gerast. Teir skulla gera okkurt
vid toskalinjuna umborð.
25. februar
Polar Nanoq kom til Nuuk i
morgun at landa rækjur. Síðani
fara teir á svartkalva í
Eysturgrønlandi
26. februar
Í dag eru – 12 stig og stilli.
Lómur kom inn at landa í dag.
Teir hava um 50 tons inni. Tað
hevur viðrað illa hjá bátunum her
út fyri. Eg síggi onkuntíð onkrar
bátar í innara kanti av
Holsteinsborgdýpinum. Har eru
so nógvir av teimun smærru
bátunum. Tað er sum at síggja
russarnar fyrr í tíðini eystan fyri
Nólsoynna.
1. mars
Í dag er lot av suðri og – 14 stig.
Polar Aassik kom inn til Nuuk at
landa í morgun. Teir rokna við at
sigla í seinnapartin til nýggjan
túr. Allur ísur út fyri her er
knústur, so nú er siglandi hjá
jollunum eisini. Lomvigajaktin
var liðug í gjár, so nú má bíðast
líka til 16. oktobur aftur fyri at
fága svartfugl í grýtuna. Polar
Nagtoralik er komin til
Eysturgrønlands. Ocean Tiger
fór at sigla til Hafnafjørðin í
gjárkvøldi við knappari fullari
last. Slagið er brúkiligt verður
sagt. Sagt verður eisini, at
Natarnaq hevur gjørt tad gott
eystanfyri. Sagt verður eisini, at
Manu liggur suðuri við Narsaq
og krokar. Teir eru sum sagt á
veg til Íslands, men veðrið er
ikki til vildar vid yvirísing.
Grønlandstídindi:
Kuldi og canadisk
rokveiða eftir rækjum
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Væl ber Ocean Prawns lastina 820 tons