Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 45 - 5. mars 2009 undir Krákugjógv 19 · Tórshavn · tel 34 54 00 · fax 34 54 03 Okkum vantar bilar Vegna øktan eftirspurning uppá brúktar bilar í prísleguni upp til Kr. 50.000,- vantar okkum bilar frá Kr. 5.000,- til 50.000,- Vit hava góðar og lítið brúktar bilar at bjóða tykkum ístaðin. Úrvalið er stórt og vit bjóða góða fígging. Støkk inn á gólvið og lat okkum fáa eitt bilprát. ÁRSAÐALFUNDUR Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag Tryggingartakaranna Fríggjadagin tann 20. mars 2009 kl. 16.30 á Hotel Føroyum Dagsskrá: 1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt, sí § 29, stk. 3, í viðtøkum felagsins 3. Val av nevndarlimum 4. Val av grannskoðarum 5. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera 6. Ymiskt Aftan á aðalfundin kemur varastjórin í Tryghedsgruppen, Lars Ole Würtz Nielsen, at hava ein fyrilestur við fylgjandi evni: ” Privatiseringstilgongdin hjá Tryg Vesta, sæð í ljósinum av menningini í felagnum seinastu 20 árini”. Allir tryggingartakarar í P/F Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í felagnum og hava rætt til at møta á aðalfundinum, men skulu í seinasta lagi 5 dagar frammanundan skrivliga boða høvuðsskrivstovu felagsins frá luttøku. Tórshavn, tann 4. mars 2009 Nevndin Kongabrúgvin · Postsmoga 329 · FO-110 Tórshavn · Tel 345600 · Faks 345601 · tf@trygging.fo · www.trygging.fo sansir.fo Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í Eik Banka P/F fríggjadagin 20. mars 2009, kl. 17:00 í Norðurlandahúsinum, Tórshavn Dagsskrá 1. Frágreiðing frá nevndini um virki hjá Eik í farna ári 2. Framløga av grannskoðari ársfrásøgn til góðkenningar 3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkendu ársfrásøgnini 4. Uppskot um at heimila nevndini at lata bankan ogna sær egin partabrøv í tíðini fram til næsta ársaðalfund 5. Val av nevndarlimum 6. Val av grannskoðara 7. Ymiskt Partapeningur og atkvøðurættur Partapeningur felagsins er kr. 812.927.400 lutaður sundur í 8.129.274 partabrøv. Umboðsráðið útinnir atkvøðurættin hjá partaeigarunum á aðalfundinum. Partaeigarar hava við at vísa atgongdar- kort atgongd til aðalfundin, har teir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt. Ársfrásøgn 2008 og fullfíggjað dagsskrá Grannskoðað ársfrásøgn 2008 og fullfíggjað dagsskrá fara at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans, Yviri við Strond 2 í Tórshavn, í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin. Bílegging av atgongdarkortum Atgongdarkort verða útflýggjað teimum partaeigarum, sum, í seinasta lagi mánadagin 16. mars 2009, hava bílagt umvegis heimasíðu okkara www.eik.fo ella biðið stjórnarskrivstovuna um hetta umvegis teldupost til: stj.skr@eik.fo ella á telefon 348571 og 348565. Eftir hetta verða atgongdarkort ikki útflýggjað. Kontoførandi peningastovnur Eik Banki P/F er partabrævaútgevandi peningastovnur í sambandi við parta- brøv felagsins. Partaeigarar kunnu sostatt útinna síni fíggjarligu rættindi við at venda sær til Eik Banka P/F ella egnan kontuførandi peningastovn. Tórshavn, tann 4. mars 2009 Eik Banki P/F Nevndarinnar vegna Frithleif Olsen, nevndarformaður www.eik.fo Ársaðalfundur