hósdagur 5. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2009
Tjóðveldi hevur lagt
uppskot fram á tingi
um, at øll rogn bein
anvegin og øll livur
eftir eini skiftistíð
skal takast umborð
á øllum fiskiførum,
sum hava fingið
tillutað fiskidagar eftir
lógini um vinnuligan
fiskiskap
TILFEINGI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið nógv kjak
ast um spurningin, at fáa
serliga rogn til høldar.
Tosað hevur fyri tað mesta
verið fyri hesum, men tað
eru eisini teir, sum hava víst
á tað trupla við at taka rogn,
serliga umborð á skipum,
ið hava kryvjimaskinu.
Sami trupulleiki ger seg
eisini galdandi, tá talan er
um at taka livur, men stend
ur tað til Tjóðveldi, so skal
hetta tilfeingið eisini fáast
til høldar. Við lóg.
Av teimum 19 nýggju
uppskotunum, sum Tjóð
veldi hevur lagt fyri tingið,
telist eisini hetta, at øll rogn
og øll livur skal takast við
til lands. Tá talan er um
rogn, skulu hesi takast bein
anvegin, meðan tað fyri livr
ina er galdandi ein skiftistíð
upp á fýra ár. í uppskotinum
verður tað orðað soleiðis:
» ...og harafturat alla livur
samsvarandi hesum skift
isleisti:
Í fiskiárinum 1. september
2009 til 31. august 2010
er
avreiðingarskyldan
avmarkað til 25%.
Í fiskiárinum 1. september
2010 til 31. august 2011
er
avreiðingarskyldan
avmarkað til 50%.
Í fiskiárinum 1. september
2011 til 31. august 2012
er
avreiðingarskyldan
avmarkað til 75%«.
Avmarkaða
avreiðingar
skyldan er galdandi saman
lagt fyri alt viðkomandi
fiskiárið«.
Í uppskotinum verður
sagt, at lógin skal koma í
gildi, tá nýggja fiskiárið
byrjar 1. september 2009.
Motivatión
virkar ikki
Í viðmerkingunum til upp
skotið sigur Tjóðveldi, at
átakið til tess at fáa fiski
menn at taka livrina til
lands, ikki hevur virkað
eftir ætlan. Hugskotið var
annars, at tey fiskifør, sum
tóku livur, skuldu fáa til
lutað eyka fiskidagar.
»Úrslitið av hesum átaki
prógvar, at lógarbroytingin
ikki motiveraði vinnuna.
Hetta sæst sjónliga aftur í
nøgdini, sum síðani er kom
in til høldar og til virkingar.
Hon minkar heldur enn veks
ur«, sigur Tjóðveldi millum
annað í viðmerkingunum.
Táverandi minnilutin í
vinnunevndini,
Tórbjørn
Jacobsen og Heidi Petersen,
mælti til, at ein skiftistíð
var sett inn í lógina, men
hetta vann ikki frama.
Tórbjørn Jacobsen tók
málið upp aftur, tá hann
gjørdist landsstýrismaður í
fiski og tilfeingismálum í
CHEsamgonguni,
men
sum kunnugt gjørdist hesari
samgongu ikki langt lív
lagað.
Nú verður so aftur roynt
við hesum uppskotinum, ið
Tjóðveldi sum andstøðu
flokkur leggur fram. Ein av
orsøkunum til, at hetta upp
skot verður lagt fyri tingið
er at finna í viðmerkingun
um:
»Meirilutin, sum feldi
uppskotið á sinni, og mong
onnur við teimum halda, at
lóggáva á økinum ikki er
rætti vegurin at fara. Tingið
er øðrvísi mannað nú, og tí
kann væntast, at ein hug
burðsbroyting er hend, til
frama fyri uppskotið, og
harvið til miklan frama fyri
búskapin hjá vinnuni og
samfelagnum«.
Lóggáva ella ikki, so
hevur tað higartil ikki borið
til at fingið fiskiskip sum
heild at taka serliga livrina
við til lands. Við rognunum
er støðan kanska eitt sindur
frægari, men neyvan heilt
nøktandi, tí ivaleyst verður
ein – kanska enntá stórurm
– partur ikki tikin til lands.
Eitt stig á leiðini
Í viðmerkingunum verður
eisini nomið við búskapar
liga potnetialið, sum liggur
í at taka hesa rávøruna til
lands. Sagt verður:
»Fiskimálaráðið hevur í
mong
ár
rikið
tríggjar
almennar granskingarkjarn
ur, og tilmælini um júst við
urskiftini, sum hetta upp
skotið snýr seg um, eru rætti
liga greið. Tað liggur eitt
øgiligt búskaparligt potenti
ali í tí partinum av tilfeing
inum, serliga av Føroya
grunnunum, sum í stóran
mun verður tveitt fyri borð
aftur. Av nógvum ymiskum
orsøkum hava vit skyldu til
at taka hendan partin av
tilfeinginum til lands«.
Og sagt verður víðari:
» Ásetingin frá heimssam
felgnum, um burðardygga
veiði, er longu nú somikið
konsekvent, at vit undir
ongum umstøðum sleppa
undan, at taka dik á
okkum í málinum«.
Sambært viðmerkingunum
til uppskotið eru rogn og
livur bara eitt stig á leiðini,
tí sagt verður, at tað rætta
hevði sjálvandi verið at alt
verður tikið til lands.
»Tað kann kanska tykjast
løgið, at uppskotið bara
fevnir um rogn og livrar, og
hartil at ein skiftistíð er
løgd inn í avreiðingina av
livrum. Sjálvandi hevði tað
rætta verið, at alt var tikið
til lands, og eigur at verða
soleiðis
fyriskipað
frá
almennari síðu, at lógin um
vinnuligan fiskiskap ger
greiðar ásetingar um, at
skip sum fáa almenn veiði
og fiskiloyvi, skulu fremja
neyðugar tøkniligar inn
stallatiónir, til tess at hetta
gerst møguligt«, verður
sagt í viðmerkingunum.
Um orsøkina til, at upp
skotið í fyrsta lagi bert um
røður rogn og livur, verður
sagt í viðmerkingunum:
» Av tí at rogn og livur er
ein stórur partur av tí sum
ikki kemur til høldar, og
eru av serligum búskapar
ligum týdningi, hava vit
miðað eftir, at fáa hendan
partin til høldar beinan
vegin«.
Tjóðveldi ásannar, at tað
tekniskt enn skapar trupul
leikar at taka livrina umborð
á skipum við kryvjimaskinu,
og tí verður mælt til eina
fýra ára skiftistíð. Og at
enda verður enntá nevnt í
viðmerkingunum, at hóast
stuðul er eitt ókvæmisorð,
meiri ella minni, so er flokk
urin ikki heilt avvísandi í
hesum sambandi.
»Tó átti mann at umhugs
að nóg rúgvismiklan og
skipaðan almennan stuðul
til menningina av tøknilig
um nýbrotum sum hesum,
ið nú eru ávegis viðvíkjandi
m.a. kryvjimaskinum, sum
kunnu hava stóran, fyri ikki
at siga heilt avgerðandi
fíggjarligan týdning fyri
fiskimenn, vinnuna og sam
felagið«, sigur Tjóðveldi at
enda í viðmerkingunum til
uppskotið.
Rogn og livur upp á land
Tórbjørn Jacobsen er framsøgumaður Tjóðveldis í fiskivinnumálum
Mynd: Álvur Haraldsen
Eingin semja við Taliban
Pakistanski forsetin, Asif Zardari, gjørdi í gjár greitt, at tað
kemur ikki upp á tal at gera nakra loyniliga friðaravtalu við
yvirgansgmenn sum eitt nú Taliban. Herfyri gjørdu teir
lokalu myndugleikarnir og og muslimska leiðslan í Swat
dalinum av at seta Sharialógirnar í gildi har. Síðani hevur
Taliban bundið frið har og er givið við álopunum á
pakistanska herin, og tað hevur fingið fleiri at halda, at
myndugleikarnir hava gjørt loyniliga friðaravtalu við
Taliban. Men tað er ikki gjørt og verður ikki gjørt, sigur
forsetin.
Vilja ikki hava Fogh
Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, fær í hvussu
er ikki stuðul frá Turkalandi, um hann stillar upp til starvið sum
aðalskrivari í NATO. Sambært keldum eru turkar so harðliga
ímóti danska forsætisráðharranum, at landið er til reiðar at brúka
sín sýtingarrætt ímóti honum. Tayyp Erdogan, forsætisráðharri
hevur ikki gloymt tíðindafundin hjá sær og Anders Fogh Rasmus
sen í Keypmannahavn í 2005. Tá vildi Erdogan hava eina kurd
iska blaðkvinnu koyrda út. Tað vildi danski forsætisráðharrin ikki
við tí úrsliti, at Erdogan rýmdi av fundinum. Turkar hava heldur
ikki gloymt muhammedstekningarnar.