Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2009 Stendur tað til fíggj­ armálaráðharran, so verður tað skjótt gjørligt hjá øllum at søkja um lán úr húsalánsgrunninum til bjálving og onnur orkusparandi tiltøk í privatu heimunum. Eisini er ætlanin, at leggja húsalánsgrunn, bjálvingargrunn og íbúðargrunn saman, so tað bert verður ein húsalánsgrunnur Húsalánsgrunnur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í løtuni er torført at fáa lán frá bankunum til nakað sum helst. Samstundis liggur byggivinnan næstan still, tí onki arbeiði er. Eisini roynir heimurin at gerast alsamt grønari. Fíggjarmálaráðið hevur eitt uppskot, ið skal loysa allar hesar trupulleik­ ar. ­ Vit hava bæði húsaláns­ grunn og bjálvingargrunn. Húsalánsgrunnurin hevur pening, men onki virksemi. Bjálvingargrunnurin hevur umleið 200 umsóknir, men ongan pening. Tí er ætlanin at seta hendan pening í nýtslu við at veita møgu­ leika at taka lán úr húsaláns­ grunninum, sum síðani kann nýtast til at fáa húsar­ haldini meiri orkusparandi, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri. Hann leggur afturat, at um vit taka pensjónistarnar fyrst, ið hava møguleika at søkja um bjálvingarstuðul, so eru longu 200 umsóknir til hetta, men ongin peningur er. Verður peningur, so kann hetta frígeva einar 30 milli­ ónir krónur, sum fara bein­ leiðis í byggivinnuna, sum ikki hevur tað so gott beint nú. Pensjónistar, ið ynskja lán til bjálvingarstuðul kunnu fáa upp til 150.000 krónur í láni, sum er rentu­ frítt og avdrátturin er lítil. Tó kemur hetta til gjalding­ ar, tá heimið skiftir eigara. Í løtuni eru 365 milliónir í húsalánsgrunninum, ið ikki verða nýttar til nakað. Eisini til yngri Somuleiðis er ætlanin hjá fíggjarmálaráðnum, at yngri fólk eisini skulu hava møguleika at søkja um bjálvingarstuðul. Hetta skal tó skipast á ein annan hátt. ­ Vit hugsa um at seta tað sum eitt tilboð, ið skal vera galdandi í tvey ár. Talan er um eina líknandi skipan, sum bjálvingarstuðulin til pensjónistar, men ætlanin er at skipa tað sum eitt van­ ligt lán við eini rímiligari rentu. Eg veit ikki, hvussu nógv tað kann seta í sving, men tað kann verða heilt nógv, greiðir Jóannes Eides­ gaard frá. Hann leggur afturat, at tað sjálvandi er eitt sindur ivasamt, hvussu nógv fólk vilja skuldarbinda seg afturat, men hann metir, at verður talan um eitt til­ boð yvir tvey ár, so er stórur møguleiki fyri, at fólk taka hesi lán, tí tey eru orku­ sparandi og bankarnir vilja treyðugt geva lán. Oljan fer at dýrka Nógv hús í Føroyum eru ikki so væl bjálvaði, og hetta gevur eina stóra olju­ rokning, men oljan er ikki so dýr í løtuni, og tí er spurn­ ingurin, um fólk spara pen­ ing, um tey gera tílíkar íløgur. ­ Oljan er ikki so dýr beint nú, men serfrøðingar vísa á, at helst fer oljan at dýrka aftur, og tí er hetta heilt víst ein skilagóð íløga, metir Jóannes Eidesgaard. Orsøkin, til at geva hend­ an møguleika í eitt avmarkað tíðarskeið, er sambært Jóannesi Eides­ gaard, at fáa so nógv sum gjørligt at gera brúk at hes­ um beinanvegin, fyri at fáa hondverkararnar til arbeiðis beinanvegin. ­ Verður tað ikki tíðarav­ markað, so kann mann rokna við, at fólk velja at útseta hesa íløgu, men tað er beint nú vit hava tørv á vinnuskapandi tiltøkum, sigur fíggjarmálaráðharrin. Hann leggur afturat, at tílík lán vanliga enda við einum lægri prioriteti enn vanliga lánið frá bankanum, og tí sær hann fyri sær, at bank­ arnir yvir tíð skulu kunna yvirtaka hesi lánini. Seríbúðir Ein onnur ætlan hjá fíggjar­ málaráðnum er at broyta lógina við lutaíbúðum. Soleiðis, at millum onnur fólk við serligum tørvi fáa betri lánsmøguleikar. ­ Tað eru summi, ið hava verri møguleika at fáa lán frá teimum privati fígging­ arstovnunum, og tí arbeiða vit við eini loysn, sum ber í sær, at millum onnur fólk við serligum tørvi skulu fáa møguleika at taka lán úr húsalánsgrunninum, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Hevur undirtøku Jóannes Eidesgaard greiðir frá, at hesi uppskot hava verið til viðgerar á lands­ stýrisfundi, umframt, í fíggj­ arnevndini hjá Løgtinginum, og har møtti hann góðari undirtøku fyri uppskotin­ um. ­ Tað vísir seg, at fólk geva uppskotinum undir­ tøku, og hetta sampakkar rættiliga væl við grøna pol­ itikkin í heiminum. Danir hava eisini eitt líknandi upp­ skot til viðgerar. Somu­ leiðis greiðir hann frá, at ætlanin er, at gera ein stóran húsalánsgrunn, so sleppast kann undan fleiri so líkum grunnum. Og hann sær eisini ein stóran fyrimun, ið at nýta húsalánsgrunn til at fremja nøkur politisk endamál. Bjálva við húsalánsgrunninum Tað er ikki altíð so nógv glasull millum bróst og veggja í føroyskum húsum. Hetta vil Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, broyta við at geva fólki rímiliga lán til bjálving og onnur orkusparandi tiltøk Faroe Petroleum selur burtur av loyvum í norskum øki Faroe Petroleum boðar frá, at avtala er gjørd við Spring Energy um 15% av norsku loyvunum PL405 og PL405B. Felagið varðveitir 15% av loyvunum. Avtalan inniber, at Spring Energy rindar ein part av kostnaðinum hjá Faroe Petroleum í fyrsta brunninum á loyvunum. Avtalan er partur av strategiini hjá Faroe Petroleum um at selja partar av loyvum, og á tann hátt minka um boriútreiðslurnar hjá felagnum, men samstundis varðveita ein týðandi part av loyvunum. Faroe Petroleum fekk loyvini í APA loyvisumførunum í Noregi í 2006 og 2007. Fleiri prospektir eru á loyvunum. Avtalan við Spring Energy er treytað av, at norsku myndugleikarnir og hinir loyvishavararnir góðtaka avtaluna, og at avgerð verður tikin um at bora ein brunn á loyvunum. Faroe Petroleum, sum nú eigur 23 norsk loyvir, heldur fram við at leita eftir nýggjum møguleikum í Noregi, samstundis sum at minka verður um kostnaðin við avtalum, so sum tann við Spring Energy. Faroe Petroleum luttekur í løtuni í tveimum norskum boringum.