Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2009 Landsstýrið fer nú at stovna partafelag, sum skal yvirtaka ætlan ina at gera undir sjóvar tunnilin í Sandoy. Samstundis verður lógin avtikin, sum sigur, at farast skal undir tunnilin 1. novemb er í ár Sandoyartunnilin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal eitt partafelag stovn ast at standa fyri arbeið num at gera undir­ sjóvar tunnil ímillum Streym oy og Sandoy. Í morgin verður ein rúgva av uppskotum løgd fyri løgtingið, tí hetta er síðsta freist at leggja uppskot fram, sum skulu avgreiðast í hesi tingsetuni, sum endar á ólavsøku. Og Annika Olsen, lands­ stýriskvinna í inn lendi s­ málum, váttar fyri Sosialinum, at eitt av upp­ skotunum, sum hon leggur fyri Løgtingið í morgin, er eitt uppskot um at stovna partafelag at gera fast sam­ band um Skopunarfjørð. Uppskotið kallast: Uppskot til løgtingslóg um at gera partafelag at gera fast samband um Skopunar­ fjørð. Ein millión Landstýriskvinnan sigur, at partafelagið verður stovnað eftir sama leisti, sum felagið, ið stendur fyri Norð oya tunlinum. Tað merkir, at talan verður um eitt alment parta­ felag, har landskassin eigur allan partapeningin og pening urin í felagnum verður útvegaður á fíggjar­ lógini. Á fíggjarlógini í ár eru tvær milliónir settar av til Sandoyartunnilin. Annika Olsen sigur, at ein millión av teimum verður brúkt til at stovna P/F Sandoyartunnilin og hendan milliónin verður so partapeningur í felagnum. Tann eina milliónin, sum so er eftir, verður brúkt til at halda fram við for kann­ ingunum. Landsstýriskvinnan sigur, at endamálið er so, at tað verður partafelagið, sum hereftir skal standa fyri ar beiðnum at fyrireika og gera tunnilin. Sostatt skal partafelagið eisini yvirtaka alt tilfarið, sum Landsverk hevur um tunnilin frá teimum for­ kann ing um og út rokn­ ingum, sum eru gjørdar. Hon leggur afturat, at tað fram vegis er neyðugt at útvega tríggjar milliónir til forkanningarnar, áðrenn tað verður klárt at fara undir ar beiðið. Hesi seinastu árini hevur landskassin goldið góðar 40 milliónir um árið í Norðoyatunnilin. Tað síðsta gjaldið fellur til gjaldingar í ár og tað, sum hevur ligið í teimum politisku kortunum, er, at síðani skal gjaldið upp á tær góðu 40 millión­ ir nar, flytast yvir í Sand­ oyar tunnilin. Men verða bara 40 milliónir settar av til tunnilin um árið, ganga nógv ár, áðrenn farast kann undir tunnilin. Hvussu er annars ætlanin at fíggja hann og er ætlanin at seta størri upphæddir av á fíggjar lógini? ­ Tað er alt saman ein spurn ingur um tann politiska viljan og um, nær vit semjast um, at farast skal undir tunnilin, sigur Annika Olsen. Annars skal samgongan taka spurningin um allar al mennar íløgur upp til við­ gerð við tí endamáli at semjast um eina raðfesting fyri, hvar og nær tær ymsu íløgur nar skulu gerast tey næstu árini Annika Olsen sigur, at tað einasta, hon fyribils hevur at halda seg til, eru ásetingar nar í sam gongu­ skjalinum, har tað stendur, at farast skal undir Sand oy­ ar tunnilin í 2011. Men semist samgongan um okkurt annað, halda vit okkum sjálvandi til tað, legg ur hon afturat. Sandoyartunnilin útsettur Annars hevur Løgtingið longu samtykt eina lóg, sum sigur, at farast skal undir at bora Sandoyar­ tunnilin longu í november í ár og tann lógin er framvegis í gildi. Men tað er longu nú greitt, at tann ætlanin fer ikki at halda. Annika Olsen sigur, at samstundis, sum parta­ felagið Sandoyartunnilin verður stovnað, verður lógin avtikin sum sigur, at farast skal undir sjálva boring ina í november í ár. Men sum tað framgongur á niðaru greinini her á síðuni, er tað eisini ein spurn ingur um mál setn ing­ urin heldur sum sigur, at farast skal undir Sandoya­ rtunnilin í 2011. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur at vit mugu vera varin við at fara undir dýr­ ar verkætlanir og lands stýris kvinnan í innlendismálum sig ur, at Sandoyar­ tunnilin verður altíð treytaður av fíggjar­ støðuni í sam felag­ num almennar íløgur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Spurningurin um, nær farast kann undir Sandoyar­ tunnilin, veldst altíð um støð una í samfelagnum. Tað staðfestir Annika Ol sen, landsstýriskvinna í inn lendi s málum. Í samgonguskjalinum stend ur, at farast skal undir San d oyar tunnilin í 2011. Men tað er skilligt á politiska kjakinum seinastu dagarnar, at hetta skal takast við fyrivarni. Í Løgtinginum mikudagin ávaraði Jóannes Eidesgaard, lands stýrismaður í fíggjar­ málum ímóti at Løgtingið sam tykkir íløgur, sum fara at føra ovurstórar útreiðslur við sær tey næstu árini. ­ Tað er ongin, sum kann spáa um tey næstu árini og tí skulu vit vera varin við at seta ov nógvar dýrar ætlanir í verk í hesum døgum, segði landsstýrismaðurin í fíggjar málum. Bæði hann og aðrir ting­ menn vísti á týdningin av, at íløgurnar skapa so nógv arbeiði, sum tilber. Í hesum sambandi stað­ festi John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðar flokkinum, at tær íløgur, sum skapa minst virk semi, eru íløgur í tunlar og vegir. ­ Og tað er ikki rætt at sorla almenna forsorg sund­ ur, bara fyri at sleppa at gera fleiri tunlar, staðfesti hann og sipaði til spar ing­ arnar á almannaøkinum, sum hava havt ringar av leið ingar. Jóannes Eidesgaard legði dent á, at politiska skipanin kann ikki standa modell til, at “vit fýra hundraðtals millión ir av” til tunlar, vegir og havnir, samstundis sum grundraksturin í sam­ felagnum til eldrarøkt og onnur almannamál er spardur niður um tað, sum er virðiligt. Grundraksturin má vera á einum sømiligum støði, áðrenn vit hugsa um íløgur, staðfesti hann. Fíggjarstøðan avgerandi Annika Olsen, lands stýris­ kvinna í innlendismálum, stað festir eisini, at tað verður altíð fíggjarliga gongdin í samfelagnum, sum vera avgerandi fyri, nær farast kann undir Sand­ oyar tunnilin. ­ Tað er ongin ivi um, at vit fara ikki undir nakað í óðum verkum. Ongin veit, hvussu tær næstu árini verða og tað verður altíð fíggjar støðan í sam­ felagnum, sum verður av ger andi fyri, hvørjar íløg­ ur, farið verður undir. Óvissa um Sandoyartunnilin Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, fer nú at stovna eitt partafelag, sum skal standa fyri arbeiðnum at fyrireika og gera undirsjóvartunnilin í Sandoy. Men nær arbeiðið kann byrja, veldst altíð um støðuna í samfelagnum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ávarar ímóti at seta ov dýr projekt í gongd í hesum døgum Íslendska stjórnin fer at leita efti fjaldum pengum Hildið verður, at íslendsk feløg hava milliardir standandi í bankum í londum, sum vanliga verða brúkt sum skattaskjól Íslendsku myndugleikarnir fara nú at leita eftir pengum, sum íslendsk feløg hava standandi í støðum, sum van­liga verða umrødd sum skattaskjól. Tað kunnaði fíggjar­málaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, hinar ráðharr­arnar um í gjár. Morgunblaðið visti í gjár at siga, at stjórnin fer at skipa so fyri, at skattavaldið fær betri møguleikar at finna fram til tað, sum blaðið kallar fjaldar pengar. Mill­um skattaskjólini, sum íslendingar hava brúkt, eru oyggin Tortola, sum er partur av British Virgin Islands, oyggin Guernsey í Ermasundi, Kýpros og Cayman­oyggj­arnar. Tað er komið fram í seinastuni, at innistandandi hjá íslendskum feløgum í hesum londum fleirfaldaðist í árunum frá 2002 til 2007. Upplýst er, at í 2002 áttu íslendsk feløg 945 milliónir íslendskar krónur í teimum nevndu londunum, men at hetta tal kom heilt upp í 43,7 milliardir íslendskar krónur í 2007. Tey seinastu árini hava fleiri lond lagt seg eftir at finna pengar, sum feløg og einstaklingar fjala í teimum sokallaðu skattaskjólunum. Bretska skattavaldið hevur verið á leitingarferð, men tað mest umrødda átakið av hesum slagnum er amerikanska royndin at fáa upplýsingar úr Sveis. Amerikanarar vilja vera við, at 52.000 amerikonsk feløg og einstaklingar hava fjalt einar 20 milliardir dollarar í Sveis. Stovna nú partafelag at gera undirsjóvartunnilin í Sandoy