Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2009 Sigurd Simonsen, fyrrverandi fiski­ maður og reiðari, heldur, at fiskiveiði­ myndugleikarnir í Føroyum eiga at loyva royndarveiði eftir hvítingsbróðuri Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Eg var við í fiskiskapinum eftir hvítingsbróðuri seinast í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum. Tá var eingin trupulleiki við íblanding av hýsuyngli. Hetta komst av tí einføldu orsøk, at fiskiskapurin eftir hvítings- bróðuri gekk fyri seg ytri og á djúpari vatni, enn hýsuyngul uppiheldur sær, tá hann tekur botn. Tað sigur Sigurd Simon- sen, núverandi borgarstjóri í Fuglafirði, í lesarabrævi, Hvítingsbróðir Marianna Debes Dahl heldur røðuna Skráin í Vestmanna hetta kvøldið er rættiliga fjølbroytt: Tovesa Tølandi Trio fer at spæla harmonikutónar, væluppløgdu fyrireikararnir bjóða vælkomin, Ria og Súsanna Tórgarð framføra fleiri smærri leikir, og ungar vestmannakonur fara at syngja. Marianna D. Dahl heldur 8. mars røðuna. - Umframt hetta verður høvi at fáa sær ein kaffimunn ella annan leskandi løg umframt mat - og ikki minst at práta og hugna okkum saman. Haldið verður sunnukvøldið 8. mars kl. 19.00 á Bryggjuni, og allir vestmenningar og onnur áhugað eru vælkomin, siga fyrireikararnir. Haldið er ókeypis og er fyri øll yvir 18 ár. Inga Poulsen Dam heldur kvinnurøðu í Miðvági Altjóða kvinnudagin, sunnudagin 8 mars kl 15.30, skipar Kvinnubólkurin í Vágum fyri hugnaløtu við fyrilestri, sangi o.ø. í Bygdaskúlanum í Miðvági. Inga Poulsen Dam tosar um evnið: Kvinnan, ein duramátta. Trioin við Dortheu, Jensiu og Óluvu syngur. Drekkamunnur fæst við onkrum afturvið og sum vanligt verður tjak á skránni. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Kvinnubólkurin í Vágum. - Sum laksafóður hevði virðið av 30.000 tonsum av hvítingsbróðuri verið einar 150 miljónir krónur, sigur Sigurd Simonsen Mynd: Vilmund Jacobsen ­ Rutan millum Før­ oyar og Skotlands er komin fyri at vera, og vit eru stak væl nøgd við gongdina higar­ til. Tað hevur gingið væl, og vit halda, at uppaftur størri potentiali liggur í hesi rutu, sigur Andreas F. Hansen, nevndarfor­ maður í Fresh Link Flutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vit hava vitjað inni á gólvinum á skrivstovuni hjá Fresh Link á Toftum, sum rekur farleiðina millum Toftir og Scrabster við skipinum Silver Fjord, ið er fyrrverandi Star Saga. Við skrivaraborðini sita stjórin í felagnum, Ingun Olsen, sum hevur fleiri ára royndir í føroysku shipp- ingvinnuni og nevndarfor- maðurin, Andreas F. Han- sen, sum er royndur í før- oysku fiskavirkisvinnuni. Hýrurin er góður, og tey bæði lata væl at gongdini við farleiðini – ella brúnni millum Føroyar og Skot- lands - sum í summar hevur eitt ár á baki. - Vit byrjaðu at sigla millum londini 7. juli í fjør, og vit eru væl nøgd við gongdina. Í miðal hevur flutningurin verið stívliga 300 tons um vikuna, helm- ingurin aldur fiskur og hin helmingurin veiddur fiskur. Silver Fjord hevur tvær fráferðir úr Føroyum um vik- una, mánadag og fríggjadag. - Flutningurin hevur sum heild verið størri fríggjadag enn mánadag, men vit fara at halda fram við tveimum fráferðum, sum eisini gevur eina betri tænastu hjá út- flytarum. Andreas F. Hansen vísir á, at Fresh Link hevur eitt longri leigumál við Silver Fjord við møguleikum fyri leingjan. - Tá vit fóru undir hesa uppgávu, løgdu vit stóran dent á, at hetta ikki er nøkur royndarverkætlan, men ein farleið, sum er komin fyri at vera. Vit eru ikki minni sannførd í dag, nú fyrsta hálvár væl og virðiliga er lagt aftur um. Nevndarformaðurin sig- ur, at tey eru sera væl nøgd við skipið, ið hevur víst seg at riggað ómetaliga væl til júst hesa uppgávu. - Skipið er leigað frá einum norskum felag, men eingin norðurlendingur, ei heldur føroyingur, er um- borð. Øll manningin er eyst- urlendingar, og hetta hevur víst seg at riggað sera væl. Vit eru stak væl nøgd við ta manning, ið er umborð á Silver Fjord, sigur hann. Størri potentiali Vit spurdu eisini Andreas, um Fresh Link hevur gjørt nakað serligt fyri at fáa annan flutning enn fisk við skipinum. - Higartil hava vit at kalla burtur av tikið okkum av at fáa fiskaflutningin at rigga so væl sum tilber. Hinvegin er einki at ivast í, at aðrir møguleikar eisini liggja í hesi farleið. Nevndarformaðurin vísir á, at eitt sløð hevur verið av øðrum flutningi enn fiski úr Skotlandi, men talan hevur higartil ikki verið um stórvegis nøgdir. - Alt, sum er nýtt, krevur sína tíð til uppbygging, og soleiðis er eisini við hesum. Fólk skulu eisini hava álit á, at hetta er nakað, sum er komið fyri at vera. Andreas F. Hansen heldur, at góðir møguleikar liggja í innflutningi av eitt nú grønmeti og fruktum úr Glasgow, har stórir inn- keypsmøguleikar eru. - Men eisini her tekur tað tíð hjá føroyskum keyparum at fáa í lag avtalur, og tað er ikki bara sum at siga tað hjá handilslívinum í Føroyum at leggja innkeypið um – úr Danmark til Skotlands, sigur nevndarformaðurin í Fesh Link. Tað er ein fimmanna- nevnd, sum stendur aftan- fyri felagið, og í hesi nevnd situr eitt nú Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu. - Líkamikið, hvør eigur felagið ella situr í nevnd felagsins, er Fresh Link eitt felag, sum verður rikið á handilssligum grundarlagi, staðfestir Andreas F. Han- sen, sum onga løtu ivast í, at ”brúgvin”, sum er skapt millum Føroyar og Skot- lands við Fresh Link og Silver Fjord er komin fyri at vera. Silver Fjord føroyska brúgvin til Skotlands