hósdagur 5. mars 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2009
sum »plástur« fyri svartkjaft
Vestmannakonur hátíðarhalda
kvinnudagin
Triðja árið á rað skipar ein bólkur av vestmannakonum fyri 8.mars-
haldi. Hini árini hevur undirtøkan verið sera góð, umleið 200 gestir
úr øllum ættum, og heilt nógv hava longu boðað frá luttøku. -
Vestmanna hevur verið kend sum ein bygd, har konur hava gingið
undan í verki, og tí halda vit, at tað er ein sjálvfylgja, at
kvinnudagurin verður hátíðarhildin her í bygdini, siga kvinnurnar,
sum fyrireika kvinnudagin í Vestmanna.
sum
hann
hevur
sent
Sosialinum.
Hann sigur seg fegnast
um, at landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum,
Jacob
Vestergaard, heldur upp-
skotið hjá Kristinu T. Larsen
um royndarveiði eftir hvít-
ingsbróðuri vera skilagott.
Kristina hevur nevniliga
skotið upp at lata einum
ídnaðarskipi royndarloyvi
til at fiska hvítingsbróður í
føroyskum sjógvi.
Fyrrverandi fiskimaðurin
og reiðarin heldur, at vóru
trupulleikar við íblanding
av hýsuyngli í sínari tíð, tá
veiðan eftir hvítingsbróðuri
var steðgað, skuldi hetta
slett ikki verið nakar trupul-
leiki í dag, nú skipini hava
framkomnar skiljiristir.
- Hetta man vera einasti
fiskastovnur yvirhøvur í
norðurhøvum, sum fiski-
frøðingar mæla til - ella
ikki mæla frá – til at fiska
eina ávísa nøgd av, men
sum myndugleikarnir kort-
ini ikki loyva.
Sigurd vísir á kjakið um,
at tann smái fiskurin er
føðin hjá størri fiski.
- Jú, teir størru fiskarnir
eta teir smáu. Tað er ein
náttúrulóg. Men hesi 30.000
tonsini av hvítingsbróðuri
skulu so eisini hava at eta
hvønn dag - og allarhelst
eta teir burturav onkrum, ið
annar fiskur skuldi etið.
Hetta man tí vera ein spurn-
ingur um javnvág millum
fiskasløgini, ið vit skulu
raka fyri at fáa sum mest
burturúr
einari
burðar-
dyggari heildarveiðu.
Sigurd heldur, at hvítings-
bróðurin eisini hevði verið
eitt gott “plástur”, nú svart-
kjaftakvotan er so nógv
skerd.
Hann vísir á, at stór virðir
liggja í teimum umleið
30.000 tonsunum av hvít-
ingsbróðuri, sum kundu
komið til sættis í Føroyum.
- Um alt mjølið og lýsið,
ið fekst burturúr hvít-
ingsbróðri, varð gjørt til
laksafóður og bleiv brúkt í
føroysku alivinnuni, hevði
virðið av hesum verið
umleið 150 miljónir krónur,
sigur Sigurd Simonsen í
lesarabrævinum.
Sigurd Simonsen heldur,
at Føroyar eiga at gera
nýtslu av tilfeinginum,
sum er í hvítingsbróðuri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Olja
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sambært Skráseting Føroya er Janus Rasmussen
ikki longur stjóri hjá P/F Faroe Bunkers í
Fuglafirði. Stjóraskifti hevur verið, og nýggjur
stjóri er Niels Juel Nattestad, sum eisini er stjóri í
Statoil.
Tað var upprunaliga pelagiska vinnan í Føroyum,
sum legði grundarlagið undir virksemið hjá Faroe
Bunkers í Fuglafirði, sum nú er ført fyri at veita
tungolju til brúkarar.
Í dag er felagið undir hattinum hjá Mentir, sum
eisini eigur Statoil í Føroyum.
Felagið setti tveir stórar tangar, sum taka 7.000
litrar hvør, upp við oljuhavnina í Fuglafirði og
skipini, sum koma til bygdar at bunkra, økjast í
tali.
Úr Fuglafiðri verður sagt, at umframt føroysk
skip, sum brúka tungolju, er tað serliga teir stóru
russisku trolararnir, sum fiska um okkara leiðir, ið
bunkra á Fuglafirði.
Í stuttari viðmerking sigur Sigurd Simonsen,
borgarstjóri í Fuglafirði, at pelagiska vinnan legði
út við 50 miljónir krónur í verkætlanina, meðan
kommununar partur við planering, bryggju og
trygdargeira liggur um einar 20 miljónir krónur.
Nýggi stjórin í Faroe Bunkers, Niels Juel
Nattestad, er uttanlands í løtuni.
Stjóraskifti hjá
Faroe Bunkers
Ingun Olsen er stjóri í Fresh Link, og Andreas F. Hansen er
nevndarformaður . Tað eru Valhalla og Rainbow Seafood,
sum eiga partapeningin í Fresh Link
Mynd: Vilmund Jacobsen
Silver Fjord, fyrrverandi Star Saga, sum er vorðin fastur
táttur í bygdamyndini á Toftum – tvær ferðir um vikuna
Mynd: Vilmund Jacobsen