Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2009 Fjala pengar uttanlands Í USA hevur Barrack Obama, forseti, gjørt Komngressini greitt, at stjórnin fer at gera alt fyri at forða fólki og feløgum at flyta pengar í skattaskjól uttanlands, uttan at skattavaldið fær tað at vita. Obama hevur sagt, at málið hevur skund, og ein nevnd hjá Kongressini er farin undir hoyringar í sambandi við málið. Amerikonsku skattamyndugleikarnir meta, at tað almenna missir umleið 100 milliardir dollarar ella góðar 590 milliardir krónur um árið í skatti av pengum, sum verða sendir í skattaskjól aðrastaðni. Kreppan rakar ófaklærd Tað seinasta árið hava 10.000 áfaklærdir danir mist arbeiðið, og talið á arbeiðsleysum dønum veksur sum heild við rúkandi ferð, skrivar Politiken. Í februar vóru næstan 30.000 av limunum í 3F arbeiðsleysir, og tað svarar til 11,2 prosent. Fyri einum ári síðani var talið 6,7 prosent. Per Kongshøj Madsen, professari, sigur við Politiken, at tey ófaklørdu eru tey fyrstu, sum missa arbeiðið, tí tey arbeiða vanliga innan framleiðslu og goymslu ella sum bilførarar, og tá fólk keypa og brúka minni, minkar arbeiðið hjá júst hesum bólkunum fyrst. Professarin væntar, at 120.000 danir vera arbeiðsleysir í heyst. Nýhugsan og menn­ ing verður kvald í somu løtu, hon er nevnd. Tað heldur Johnny Kruse, ið arbeiddi við ætlanum um at pressa rusk fyri kommunur. – Men IRF ræður á marknaðinum, og har skal eingin koma at blanda seg. Samstundis kostar hetta kommununum milliónir árliga, hóast tað eru tær, ið eiga IRF, sigur Johnny Kruse monopol Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo – Kommunurnar sjálvar grenja dúliga um, at tær betala fyri for nógva luft. Tað sigur Johnny Kruse, út frá teimum royndum hann hevur av at tosa við ymsar kommunur í landinum. Johnny Kruse hevði eina ætlan, ið gekk út upp á at pressa rusk fyri kommun­ ur nar og koyra tað á brenni­ støðina fyri kommununa. Hann hevði funnið eina passaliga bingju á umleið tíggju rúmmetur, eins og flestu ruskbingjurnar í land inum eru. Harafturat kundi hon lættliga togast upp á ein vanligan lastbil og tømast á brennistøðini, og síðan setast upp á pláss aftur. Sjálvur hevur hann last­ bil, og var tað ein liður í ætlanini, at hann sjálvur bjóðaði seg fram at koyra ruskbingjuna. Spara nógv við at privatisera – Fyri kommunurnar og landið loysir tað seg á tann hátt, at teir spara nógva koyr ing og harvið eisini nógv CO2 útlát. Ein pressu­ bingja tekur millum seks og tíggju ferðir so nógv rusk sum ein vanlig bingja, og tað sigur seg sjálvt, at tá verður ikki neyðugt at tøma líka ofta. Harafturat kundi koyringin verið bjóðað út, tí tá er ikki longur neyðugt við serútgjørdum bilum, ið kosta tað hvíta út av eygun­ um. Tá kann ein og hvør við lastbili taka lastina uppá og koyra hana á brenni støð­ ina. Har eru altso nógvir pengar at spara, greiðir Johnny Kruse frá. Fyri nógvu árum síðan yvirtók IRF ruskkoyringina frá privatum, og eru eingi útlit fyri at nakað av virk­ seminum hjá IRF kemur á privatar hendur aftur. IRF eigur í dag allar liðirnar í innsavningini. Gjalda fyri luft – Í dag verður ruskið als ikki stúvað, tá tað verður koyrt í bingjurnar. Tá IRF tekur móti ruskinum, so siga teir jú at tað eru 10 rúm metrar í eini 10­rúm­ metur bingju, men veru­ leik in er at tað sum oftast kanska ikki eru meiri enn 6 rúmmetrar brúktir. Tí betala kommunurnar fyri rættiliga nógva luft millum ár og dag, og tað vita tær eisini sjálvar av, greiðir Johnny Kruse frá. Hinvegin er tað einki, sum nøkur av teimum følir at tær kunnu ella vilja gera nakað við, sambært Johnny Kruse. IRF ein órørandi pengamaskina Tá Johnny Kruse tosaði við kommunurnar tóku tær allar væl ímóti, og allar virk aðu sera áhugaðar í tí, hann hugsaði. Tó var ein felagsnevnari fyri allar kommunurnar. – Tær spurdu allar, jamen hvat við IRF. Og tað vísir seg sum at IRF er ein órør­ andi pengamaskina, sum eingin torir at gera nakað við, hóast tað eru komm­ unurnar sjálvar, ið eiga IRF, sigur Johnny Kruse. Hann greiðir eisini frá, at óansæð hvønn veg hann vendi sær, so føldi hann tað sum at hann rendi seg í IRF. Mugu gjalda trífalt fyri pressað rusk Á hvørjum ári verða nógvir pengar á fíggjarætl anum hjá kommunum nýttir til at savna inn og sleppa av við rusk. Summar komm unur eru byrjaðar at royna ymiskt fyri at spara á øki num, men hetta verður sam stundis revsað av IRF. Eitt nú hava nakrar komm unur sjálvar fingið sær pressubingjur. Afturfyri hevur IRF boðað frá, at press að rusk kostar trífalt at sleppa av við, samanborið við vanligt rusk. Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, sigur, at filo­ sofiin er tann, at alt er nøgd. – Flestu pressur trýsta upp til tríggjar ferðir, og tí verður prísurin eisini trí­ faldaður, sigur Poul Andrias Joensen. Eingin kann gera tað bíligari enn vit Stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen, vís ir staðiliga aftur, at tað er ov dýrt og óeffek tivt fyri komm un urnar við ver andi skipan. – Eg trúgvi lítið, at nakar kann gera tað bíligari enn vit, sigur Poul Andrias Joensen monopol Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo ­ Okkara bilar koyra eftir eini neyvt tilrættislagdari rutu, og tí trúgvi eg at tað hevði blivið til nógv meira koyring, skuldu vit fingið boð um av heint ing, hvørja fer ein bingja var full. Tað sigur Poul Andrias Joen­ sen, stjóri í IRF. Hann heldur lítið um umskipa ruskinnsavn ing­ ina við pressum og privat­ um avheintingum. ­ Sum er nú verður alt mett eftir rúmmetrum. Hvørki vit ella brenni­ støð in á Hjalla hava eina vekt, og tí fáa vit ikki sett prísin eftir vekt. Men flestu pressur trýsta upp til tríggjar ferðir, og tí er prís urin á pressaðum ruski trífaldur. Pressa líka væl Harafturat heldur hann tað als ikki verða neyðugt við pressum. ­ Okkara bilar hava ser­ út gjørdar pressur inn­ bygd ar. Og okkara bilar trýsta ruskið upp til eini fimm ferðir, og tískil verður ruskið pressað tá tað verður avheintað. Vit hava eisini roknað alt hatta út fyri einum tólv árum síðani, og fyri útlátið av CO2 er hetta eisini tann besti mátin. Tá vit yvirtóku koyring ina spardu vit eisini umleið seks milli­ ónir um árið, og tí haldi eg ikki nakar kann gera tað bíligari og betri enn vit, sigur Poul Andrias Joen­ sen, stjóri í IRF. Rakstrarúrslitið hjá IRF 2000 – 2006 (mió. kr.) 2000 3,5 2001 4,4 2002 2,8 2003 6,2 2004 6,0 2005 6,5 2006 3,3* * Virksemið niðurlagt longri tíðarskeið vegna útbygging. Máttu senda rusk av landinum. Eginognin hjá IRF 2001 – 2006 (mió. kr) 2001 12,1 2002 15,4 2003 21,6 2004 27,7 2005 34,9 2006 38,1 FAKTA Kommunalt monopol kostar milliónir IRF hevur monopol á ruskmarknaðinum, og bæði privat og kommunurnar, ið eiga IRF, føla seg útistongd fyri ávirkan. – Øll nýhugsan verður kvald, bara tað er ein privatur, ið bjóðar seg fram, sigur Johnny Kruse, ið ætlaði at bjóða seg fram at pressa og koyra rusk fyri kommunur. Tær ætlanir eru sleptar nú Mynd: Rógvi Nybo