hósdagur 5. mars 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2009
Flogferðin var
longu fingin í lag,
sjeikurin hevði
fyrireikað gongutúrar
í fjøllunum og
vikuskiftið var sett
av til Føroya-ferðina.
Tí sleppa føroyingar
kortini at uppliva
Pernille Aalund um
vikuskiftið. Men
hesaferð verður tað
ókeypis og á Hvonn.
Undirhald
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
- Eg vildi ikki avlýsa túrin
til Føroya, tí allar fyri reik-
ing a rnar vóru longu gjørdar,
og eg havi glett meg at
koma aftur til Føroyar. Tí
setti eg meg í samband við
hotell ið og bjóðaði teimum
at brúka meg til eitthvørt, tá
eg kortini var har, sigur
Per nille Aalund, sum før-
oy ingar
sostatt
kortini
sleppa at uppliva. Ikki á
av lýsta Kvinnu-tiltakinum í
Norður landahúsinum ley g-
ar dagin, men á Hvonn
leygar kvøldið kl. 20.
Vánalig undirtøka var
orsøkin til, at blaðið Kvinna
valdi at avlýsa tiltakið í
Norður landahúsinum, sum
skuldi vera allan leygar-
dagin.
Sambært blað stjóranum á
Kvinnu, Ann leyg
Lam-
hauge, var fíggjar kreppan
helst orsøkin til vánaligu
undir tøkuna.
Atgongu merk ið kostaði
1000 krónur, og tað hevur
eftir øllum at døma verið
ov
dýrt
fyri
føroysku
kvinnu na anno 2009.
Men
fíggjarkreppan
forð ar ikki Pernille Aa lund
at halda fyrilestur á Hvonn,
tí tað har verður onki at gon-
gu gjald.
- Pernille Aalund avgjørdi
at koma til Føroyar, hóast
til t akið 7. marts varð av
ong um. Tá hon so bjóðaði
seg til at hava fyrilestur her
á Hvonn leygarkvøldið,
tóku vit sjálvandi av, sigur
Jenny A. í Heiðunum, Con-
ference & Event Manager á
Hotel Tórshavn. Av tí sama
fáa Pernille Aalund og
sjeikur hennaran, Søren,
besta kamarið á hotellinum
alt vikuskiftið.
Lívið, fult av
møguleikum
Pernille Aalund fortelur
fyri Sosialinum, at fyri-
lesturin verður nøku lunda
sama upplegg, sum upp-
runa liga ætlað.
Um at finna eydnuna í
lívinum og at taka við teim-
um avbjóðingum og møgu-
leikum, sum hvønn dag
standa okkum í boði, og
sum vit kunnu velja at taka
av, um vit tora.
- Tað verður eitt pep-talk
um at vera opin fyri broyt-
ing um og avbjóðingum í
ger andis degnum, fyri á tann
hátt at uppliva hesa góðu
»wauw-kensluna«, sum eg
rópi tað. Tí lívið fløskar seg
ongan tíð, sum vit høvdu
ætlað, og tí verða vit altíð
vón brotin, um vit seta nøsina
upp eftir onkrum ávísum,
sigur Pernille Aalund.
Hon forklárar tað við, at
vit helst vilja skriva okkara
egnu søgu, og tí seta okkum
upp til ímyndina av tí per-
fekta lívinum. Men sam-
stundis verða vit blendað
av forðingum og frustra-
tión unum, og vónbrotið
verður fasti fylgissveinurin
í lívinum.
- Men hvør sigur, at tað
er eydnan hjá júst tær til
dømis at fáa mann og børn
og hús og bil. Um tú letur
eyguni upp og letur lívs-
søguna skriva seg sjálva, so
eru eisini nógv størri sann-
líkindi fyri, at okkurt fer at
eydnast – at tú upplivar
veru liga
eydnu,
sigur
Pernille Aalund, við sínum
eyðkenda og lætta stíli.
Heldur norður
enn suður
Sjálv livir Pernille Aalund
eitt, sum hon sjálv rópar
tað, hektiskt Keypmanna-
havnar lív mitt í miðla-
heimi num, har alt gongur
við rúkandi ferð. Tí er hon
eisini sera glað at koma til
Før oyar at taka sær av løtt-
um í nakrar dagar.
- Vit lenda tíðliga fríggja-
morgunin og fara helst at
leiga okkum ein bil longu á
flogvøllinum. Og so ætla
vit at taka tað róligt allan
vegin til Havnar – steðga
og ganga og njóta náttúr-
una saman, sigur Per nille
Aalund, sum er sera hug-
tikin av norðara parti av
heiminum.
- Eg ferðist nógv heldur
norð ur eftir enn suðureftir.
Tað er heilt vist. Mær dámar
so ómetaliga væl opnu
víddir nar, skiftandi veður-
lagið, litirnar og stórslignu
náttúr una
í
Føroyum,
Ís landi og Grønlandi.
Hvíla í sær sjálvum
Og so eru fólkini eisini
nak að heilt serstakt, heldur
Pernille Aalund. Minna á
ein hátt um fólkini í Norður
Jútlandi.
- Mítt lív er fyri ein stóran
part ein ferð millum fólk,
sum látast at vera nakað.
Við coctails, pinnamati og
stressi. Tí hevur tað eisini
stóran týdning fyri meg, at
koma saman við fólki, sum
bara eru. Sum hvíla í sær
sjálvum og ikki eru partur
av einari tilgjørdari fram-
sýning, har alt snýr seg um
at hava rætta starvið og
Gucci-taskuna,
sigur
Pernille Aalund, sum hevur
vitjað í Føroyum tvær ferðir
áður, báðar ferðir sum
gesta røðari
hjá
Føroya
Tele.
Um avlýsta tiltakið hjá
Kvinna, hevur hon ikki so
nógvar viðmerkingar.
- Tey hava mett, at tað
var neyðugt at avlýsa, og tí
hevur tað helst verið rætta
avgerðin,
sigur
Pernille
Aalund, sum bert einaferð
áður hevur upplivað, at eitt
til tak, sum hon skuldi lut-
taka á, varð avlýst.
- Heldur avlýsa enn at
bróta nakkan, staðfestir hon
til endans.
Pernille Aalund bjóðar seg fram
Tungt á hjá kinesarum
Í einari røðu fyri kinesiska tjóðartinginum bað Wen
Jintao, forsætisráðharri, kinesiska fólkið fyrireika seg til,
at 2009 verður eitt tungt ár orsakað av altjóða
fíggjarkreppuni. Hann boðaði samstundis frá, at stjórnin
hevur gjørt av at brúka 585 milliardir dollarar til at
styrkja kinesiska búskapin. Hann segði seg vóna, at
átakið fer at geva fleiri milliónir arbeiðspláss. Tað er ikki
bara kinesarar, sum fáa ágóða av tiltakinum hjá stjórnini,
tí betri kinesisk keypiorka hevur ávirkan í fleiri londum.
Umhugsa tingingar við Iran
Amerikansk uttanríkisráðharrin sigur, at USA umhugsar at
ráðføra seg við Iran um viðurskiftini í Afghanistan. Hillary
Clinton fanst samstundis at Iran, tí landið leggur seg út í
viðurskiftini í Miðeystri. Uttanríkisráðharrin segði, at Iran er ein
álvarssom hóttan orsakað av landsins kjarnorkuverkætlan, og tí
at landið sambært fleiri fíggjar yvirgang. Kortini er USA til
reiðar at leita eftir málum, sum londini kunnu samstarva um, og
har tað kann vera gagnligt. Eygleiðarar og diplomatar hava fyrr
sagt, at USA fer at tosa við Iran um Afghanistan.
Leygarkvøldið klokkan 20 kunnu
føroyingar uppliva Pernille Aalund á
Hvonn. Hon er blaðstjóri, rithøvundur,
fyrilestrahaldari og hevur sítt egna
talkshow ’QTV’ á Kanal 4
Mynd: Elona Sjögren, Kanal 4