Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2009 15 Skipið sigldi við fullari ferð. Tingmenninir allir og løgmaður vóru samankomnir niðri í lugarinum. Eingin stóð við róðrið, og lagnan rak fyri vág og vind H urðin brast upp, og ting­ menninir hvukku við. Ein ungur boðberi steig burtur úr buldrinum. Gránaðu andlitini fístu og snýstu at unglinginum, sum eftir teirra tykki ikki vísti ella dugdi fólkaskikk. Forfardur hugdi hann at tingmonnunum. Skelvandi og smámæltur segði hann við tignarligu menninar: “Frøðið er komið frá Íslandi, skrivað í bók so víða. Havið tær nakað um hana hoyrt?” og áðrenn hann fekk sagt endan, svaraði virðismettur maður: “Ja, sjálvandi hava vit hoyrt kvæðið: Trøllini í Hornalond­ um. Hvat heldur tú okkum vera? Idiotar? Eg havi fingist við slík evnir, langt áðrenn tú var føddur, og ikki skal tú koma her og fortelja mær, hvussu landið skal stýrast og ikki.” Ikki var hann sørt skelkaður av vísdómsorðunum, og uttan at mótmæla setti hann seg niður. Margháttliga tøgnin, sum hekk yvir lugarið í fá sekund, sorlaðist brádliga. Tað var afturkosni stýrimaðurin, sum treiv í nýtt kvæði: “Hvussu skulu vit liva, tá vit koma saman?” Tað var eyðsæð, at keturnar ikki hingu saman. Innara CHE ketan var ikki samd, um tey skuldu fara til høgru ella vinstu. Ein partur trein bert til vinstru, meðan annar trein bert til høgru. Síðsti parturin minti tey bara á, at tey ikki skuldu gloyma at hyggja uppeftir. Seinra ketan fann seg ikki í skilaloysinum, og endin var tann, at størsti flokkurin endaði í seinru ketuni, meðan innara ketan var samd av nýggjum. Nú nýútvaldaABC ketan var samd um, hvat kvæði tey skuldu kvøða, skiftust tey um at siga sína meining. Sjálvt um uttara ketan ikki hevði stórvegis at siga, tók hon undir samda kvæðið. Um unglingin var bangin, batnaði ræðslan ikki í bræði. “Andaktin verður spard burtur, og tey eldru kunna bara fara upp fyrr. Rás 2 meldað . Hábærslig kvinna skal taka fingurin úr einum vissum stað. Og íslendingar dumpa í Føroyum.” Drongurin sat tigandi á stóli­ num. Tað byrjaði at bilgjast inn­ aní honum, men hann hevði ikki dirvi at bróta kjakið av. Men alt í einum kom orðatakið í huga: “lítið kemur av lítlari vón.” Uppskakaður gekk hann aftur móti leikandi tingmonnum, men spurdi varliga: “Ja, mætu menn og kvinnur, tað er óheld­ igt, hvussu tað er vorðið hjá teimum eldru. Hevði tað ikki bara verið betri, um vit...” Drongurin sá, hvussu ilsligani mætufólkini hugdu at honum, og ikki noyddust tey at siga nakað: hann skilti boðskapin. Nýggi stýrimaðurin treiv enn einaferð í Øskudólg og sóping­ arkona, men hesaferð var tað triðja ørindi: “Hvussu skulu vit liva, tá ið síl eru eingi í á?” Og øll tóku undir við kvæðnum. Men ikki tók tað langa tíð, áðrenn stevið byrjaði at fara. Hesaferð var tað seinra ketan, sum tók taktina í egnar hendur. Høgra. Høgra. Vinstra. Enn einaferð kyknaði kjak upp, og ikki var boðskapurin blíður: Um unglingin var forfardur áðrenn, seyg kjakið vónina burt. “Vit hava eina fíggjarliga kreppu. Vit skulu skerja alt og øll. Arbeiðsloysið verður í land­ inum. Landið hevur undirskot. Tey eldru doyggja í vanrøkt. Skúlarnir eru um at detta sund­ ur. Miðnámsskúlin stendur at rapla, og næmingarnir verða fóðraðir við svampum. Fólk fara at flýggja av landinum. Og vit skulu minka um talufrælsið.” Ristandi av bangilsi sat unglingin og eygleiddi leikin. Ikki visti hann síni livandi ráði. Tvær tær seinastu royndirnar miseydnaðust, og ikki hevði hann hug at verða hildin fyri gjøldur. Men brádliga kom vísindaliga hugtakið í hugan: tá tú verður sligin á vangan, skal tú venda hin til. Við sínum international bacha­ lorate prógvi hevði hann mikro­ skopiska vitan um samfelags­ frøði, og tað var við tí í huga, hann breyt tingmenninar av. “Tað er munur millum aftur­ gongd og búskaparkreppu.Og eingin ivi er um, at tit eru væl klárir um tað. Slett eingin. Tit, saman við fjølmiðlunum, áttu at havt víst varsemi við hesum orði, tí tað kann...” Hesaferð vóru tað ikki eyg­ uni, ið teptu dreingin. Ein eldri politkari rópti á dreingin og spurdi hann, hvat fjandin hann bilti sær inn. “Eingin skal fortelja mær, hvussu búskarparligu hugtøkini skuldu definerast. Eg veit væl, hvussu tey ljóða,” segði gløgga sinnið. Vónbrótin setti drongurin seg á sítt stað. Men maðurin var ikki liðugur enn. Speiskur treiv hann í eitt ørindi: “Her skalt tú til áburð standa, allar ævir til enda, takið nú vík og havnarlag, hvør sum her vil lenda!” Drongurin hugdi spyrjandi at tignarliga manninum. Speisem­ ið var ikki liðugt enn. “Ikki havi eg hoyrt slíkt møsn. Tú og tíni læra aldri nakað, og hví skulu vit fara at brúka pengar uppá tykkum? Tit eru nakrar vónleysar amøbur, og vit kunnu ikki sum land svara fyri slíkum sibbum. Um tit vilja, kunna tit bara sleppa tykkum til Dan­ markar, tí frá nú av fara vit at skerja skúlarnar,” boðaði mætimaðurin frá. Glið kom aftur á ketuna, og stýrimaðurin treiv í fjórða ørindi av øskudólgi og sópingarkonu. “Hvussu skulu vit liva, tá ið fiskurin ikki vil býta?” Rómurin tyktist góður. Kvæða dundranin hoyrdist langt upp í norðurhavið, og høvdu ættbrøðurnir sæð, so høvdu teir verið stoltir. Men eins og ættfedrarnir høvdu lyndi til, gloymdi manningin og stýrimaðurin tíðina. Burtur í kjakarínum vóru teir óvitandi um, at skipið var endað í einum meldurstreymi, og um teir ikki ansaðu sær, versnaði óhepna støðan. Men tað tyktiskt, sum um tingmenninir ikki vóru vísir í hesum. Teir fóru allir í holt við fimta ørindi: “Hvussu skulu vit liva, tá ið bóndin eigir einki korn?” Friðarligur sat drongurin og hugdi at dansinum. Ikki var hann nøkur kvæðakempa, ei heldur dugdi hann kvæðið. Ein­ asta hann dugdi, var eitt ørindi, og tað mutlaði hann fyri seg sjálvan: “Vit skulu taka lúður í hond og blása hart í horn.” Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli »Hvussu skulu vit liva, tá ið báturin vil ikki ganga?« tíðargreinin Hanus Samró Tíðargreinin