hósdagur 5. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 45 - 5. mars 2009
Nú arbeiðsloysið noyðir
fólk av føroyska arbeiðs
marknaðinum vísur veru
leikin, at stórur manna
munur verður framdur.
Dømi er um útlendingar,
sum hava starvast hjá eini
stórari føroyskari fyritøku
í mong Harrans ár – eru
fyri stórum órætti, og tí eru
komin í eina ótolandi
støðu.
Nú fyritøkan, sum so
nógvar aðrar, er noydd at
trimma seg til tíðina, sum
er hevur verið neyðugt at
siga nakrar útlendingar úr
starvi.
Útlendingarnir hava ver
ið undir fullari skattskyldu,
og hava rindað alt, sum
lógin ásetur eisini ALS
gjald, og tí eiga tey sjálvn
adi, at fáa útgjald frá ALS.
Men nei, tey fáa at vita,
at tað letur seg ikki gera.
Tað verður sagt, at ein
paragraff í lógini forðar
fyri hesum. Orsøkin verður
søgd at vera, at viðkom
andi hava bert arbeiðsloyvi
hjá einum arbeiðsgevara.
Her er – í minsta lagi
talan um stórt órættvísi.
Tað fyrsta fólk spyrja er,
hvussu man kann noyða
fólk at gjalda inn í eina
skipan, tá somu fólk ikki
kunnu fáa nakað úr skipan
ini, tá tey verða rakt av
arbeiðsloysi.
Tí spyrja nógv um talan
ikki er um brot á grund
leggjandi mannarættindi, tá
man noyður fólk at gjalda
inni í eina arbeiðsloysis
skipan, sum tey kortini
ikki kunnu fáa nakra hjálp
frá, tá tey gerast
arbeiðsleys.
Tað átti at sagt seg sjálvt,
at tað ber ikki til at krevja
av fólki, at tey gjalda inn í
eina skipan, sum ikki kann
gjalda teimum úr skipanini,
tá ið tey – sum øll onur
hava brúk fyri tí.
Her er – snøgt sagt
onki rættvísi, og tí er talan
um eina stóra skomm fyri
Føroya land.
Tað skal vera mín vón, at
avvarandi landstýrismaður
tekur stig til at fáa loyst
hetta átrokandi mál. Tað
eru tveir møguleikar,
annaðhvørt eiga hesi fólk
at fáa endurgoldið tann
pening, sum tey hava
goldið inn í ALS, ella fáa
hesi fólk útgjald úr ALS á
jøvnum føti við øll onnur í
føroyska samfelagnum.
Alt annað er ósømiligt
fyri okkum føroyingar.
Er ALS-skipanin bert fyri tey útvaldu?
Eli Brimsvík
Sambært seinastu gallupp
kanningini, so rýma velj
arar úr Javnaðarflokkinum
yvir til Sambandsflokkin.
Tað kann undra mangan,
tí síðan sambandsflokkurin
fekk politiska ábyrgdina á
týðandi vælferðarpolitisk
um økjum, eru umstøður
nar fyri teir veikastu sam
felagsbólkarnar verðsnaðar
munandi av skerjingum og
sparingum.
Vit kunnu bert nevna
nøkur dømi á almanna
økinum:
Pensjónirnar
Tað er fyrst og fremst
Javnaðarflokkinum og
Hans Paula Strøm fyri at
takka, at pensjónirnar
hækkaðu so nógv árini
200408, sum aldrin áður.
Serliga er tað hækkingin
av Samhaldsfasta umframt
viðbótin til ávísar pensjón
istar (sum verður útgoldin
kvartalsliga), so nú er sam
anlagda pensjónin hjá støk
um farin úr 7.825 kr. um
mánaðin til nú 10.329 kr. –
ein hækking uppá 32%.
Og fyri hjún, sum eru
pensjónistar, er hon farin úr
12.373 kr. um mánaðin til
nú 16.966 kr. – ein hækking
uppá 37%. Her er talan um
pensjónistar uttan aðra
munandi inntøku.
Men tað sum hendi, nú
Sambandsflokkurin fekk
ábyrgdina av almannaøki
num, var, at javningin at
pensjónsviðbótini varð skor
in niður úr 4 til 3%. Hetta
var spariuppskot hjá lands
stýriskvinnuni í almanna
málum, og ikki skerjing hjá
fíggjarnevndini.
Dagtilhaldini
Meðan Javnaðarflokkurin
hevði ábyrgdina á almanna
økinum, øktist stuðulin til
umsorgararbeiði, tvs. til
dagtilhald og mattænastu
til pensjónistar, úr 3,1
mió.kr. í 2003 til 6,8 mió
kr. Í 2008.
Tá Sambandsflokkurin
fekk ábyrgdina á hesum
øki, var stuðulin skorin
niður við 4 mió kr, við at
stuðulin til dagtilhaldini
heilt var skorin burtur.
Hetta var heldur ikki skerj
ing hjá fíggjarnevndini,
men spariuppskot hjá
landsstýriskvinnuni.
Eldraøkið
Meðan Hans Pauli Strøm
úr Javnaðarflokkurin hevði
ábyrgdina á eldraøkinum,
vóru so nógv búpláss á
røktarheimum og eldra
sambýlum tikin í nýtslu
sum ongantíð áður. Heili
159 nýggj pláss árini 2004
08. Tað skal tó leggjast
afturat her, at tilsøgnir upp
á nøkur av hesum plássum
varð latin av undanfarna
landsstýri.
Talið av starvsfólkum í
heimarøktini og eldrarøkt
ini annars øktust sam
stundis við 210 fólkum.
Teir ovurstóru trupulleik
arnir, sum eru á eldraøkin
um nú, tað verið seg
serliga í miðstaðarøkinum,
krevja at heimarøktin fær
økta játtan til bráðfeingis
trupulleikarnar, og at størri
ferð verður sett á fyri at
útvega búpláss, m.a. við at
fáa byggingina ígongd av
samtyktu røktarheims
verkætlanunum í Havn, í
Vági og í Vestmanna.
Sum skilst, so arbeiða
flokkarnir nú í sonevndu
“lítlu samgongu” við at
finna eykajáttan at fáa
eldraøkinum eina munandi
hækking av játtanini, so
leiðis at gongd kann koma
á hesar verkætlanir. Hetta
er sett í gongd eftir kravi
frá Javnaðarflokkinum!
Fyritíðarpensjónistar
Meðan Javnaðarflokkurin
hevði ábyrgdina á almanna
økinum, vóru 3 stórar for
betringar gjørdar hjá fyri
tíðarpensjónistum. Við
lógarbroyting í 2007 varð
lægsta fyritíðarpensjón
hækkað í 2 stigum við
tilsamans 2.660 kr. um
mánaðin, so at lægsta fyri
tíðarpensjón nú er 9.800
fyri ein stakan og 8.400
fyri ein giftan pensjónist
ein hækking uppá 43% hjá
tí staka og 53% hjá tí gifta
síðani 2007.
Fyri allar fyritíðarpen
sjónistar varð haraftrat
mótrokningin av aðrari
inntøku lækkað úr 60 niður
í 30%. Og fólk, sum fáa
játtaða fyritíðarpensjón
aftaná 60 ár, fáa nú ta fullu
játtaðu upphæddina, og
ikki eina skerda upphædd
svarandi til eitt lægri pen
sjónsstig, so sum tað var
galdandi frammanundan.
Eisini hetta er eitt stórt
framstig, sum Hans Pauli
Strøm fekk framt í
undanfarna valskeiði.
Men nú tá Sambands
flokkurin fekk ábyrgdina
av almannaøkinum, hendi
bert ein broyting til tað
verra, nevnliga at javningin
av fyritíðarpensjónini
skorin úr 4 niður til 3%.
Hetta var ikki skerjing hjá
fíggjarnevndini, men spari
uppskot hjá landsstýris
kvinnun Sambandsfloksins.
Bústaðir til sinnisveik
Meðan Javnaðarflokkurin
hevði ábyrgdina á økinum,
vóru 3 nýggj sambýli til
sinnisveik tikin í nýtslu.
Tvær verklagslógir vóru
samtyktar, og peningur var
settur av til at byggja tveir
nýggjar stovnar aftrat, ein í
Vági og ein í Havn.
Tað einasta sum er hent,
síðani Sambandsflokkurin
hevur fingið ábyrgdina av
økinum, er avgerðin um at
sleppa ætlanini um at
byggja nýtt sambýlið til
sinnisveik í Havn. Hetta er
ikki sparikrav frá fíggjar
nevndini, men avgerð hjá
landsstýriskvinnu Sam
bandsfloksins í almanna
málum.
Skilaleysar sparingar á
almannaøkinum
Ein samd fíggjarnevnd
eisini umboðini hjá Tjóð
veldi, Miðflokki og Gamla
Sjálvstýri fekk tingið
beint fyri jól at samtykkja
nakrar vitleysar skerjingar
á almannaøkinum!
Fyri at klára hesar skerj
ingar á økinum er lands
stýriskvinnan hjá Sam
bandsflokkinum komin við
nøkrum spariuppskotum,
m.a. í almennari forsorg, á
økinum fyri brekað og á
stovnsøkinum fyri børn og
ung. Hetta eru spariupp
skot, sum javnaðarfólk á
ongan hátt kunnu góðtaka.
Tað hevur Javnaðarflokk
urin gjørt greitt, og tí hevur
“lítla samgonga” nú eina
tíð arbeitt við ætlanum um
at fáa játtanina til almanna
økið hækkaða munandi.
Tann stóri trupulleikin,
er at finna fíggingina til
hetta, men vónandi semist
samgongan um tað.
Løgið er tað...
Tá ABSsamgongan varð
skipað í heyst var – fyri at
fáa kabaluna at ganga upp
í samband við manning av
landsstýrinum – gjørt av,
at fyrrverandi Almanna og
heilsumálaráðið, sum Hans
Pauli Strøm hevur stýrt so
fyrimyndarliga síðani
2004, skuldi býtast sundur
í tvey, so at Sambands
flokkurin við nýggjari
landsstýriskvinnu fekk
ábyrgdina av almanna
málum, sum hildið varð at
hon hevði serligt hegni til.
Síðani hevur verið kaos
á almannaøkinum!
Men veljararnir – teir
takka Sambandsflokkinum
afturfyri, og revsa Javnað
arflokkin í hvussu er
sambært seinastu Gallup.
Skil tað, hvør ið kann!
Javnaðarflokkurin skapar úrslitini – men Sambandsflokkurin fær vinningin!
sofus DEBEs
JohannEsEn
viðmerkingar
Amerikanski stórbanki setti
í fjør hol á eina heimsumfat
andi peningakreppu. Síðani
hava stjórnir, nevndir, stjór
ar, palli og marsanna ligið
fløt í luftini fyri at bjargast
tí sum bjargast kann.
Miðlarnir hava dag eftir
dag borið ófrætta tíðindi um
bankar og fyritøkur, sum
eftir óvandaligari stýring
hava fingið stólin settan fyri
hurðina. Ein fyri og onnur
eftir falla sum korthús.
Starvsfólk og ognarar í
bankum og fyritøkum,
hava fingið boð um at her
er onki at gera. Virksemi
steðgar ella ognir, sum tú
helt teg at eiga, eru nærm
ast virðisleysar.
Onkur skal gjalda prísin.
Pengar, sum øll hildu
høvdu stórt virði, er nærm
ast ikki vert tað pappír,
sum tað er prentað á. Ja,
snedugt nokk, so eru virði
í dagsins viðurskiftum,
bert máld upp í pengum.
Og tá pengar onki virði
hava, so hava vit heldur
ongi virðir?
Álitið á fyritøkur og fólk
eru mált í pengum. Fólk og
fyritøkur við nógvum peng
um hava ella høvdu størri
álit millum manna. Hesi
skuldi man síggja upp til,
líkamikið hvussu tey vóru
komin framat teimum.
Og í hesi strembanini at
fáa fleiri pengar, til tess at
vinna størri álit, hava fólk
og fyritøkur, sett alt í váða.
Konservativur hugsunar
háttur um at vanda sær við
tí tú eigur er avloyst við at
satsa alt tú hevur. Og tá
kemur orðafelli um, at
hann í onki satsar, hann
einki vinnur. Bíbliska frá
søgnin um talentirnar er
umsett til pengar. Set so
nógvar pengar í partabrøv
ella ognir sum gjørligt, tí tá
skal tú vinna enn fleiri
pengar?
Ongin setti spurning við,
hvar pengarnir til enn fleiri
pengar skuldu koma frá?
Ongin setti spurning við, at
tá tú skalt vinna, so má
onkur tapa. Bíbliska frá
søgnin spøkir aftur. Hevur
tú onki vunnið, so hevur tú
tapt og tínar talentir rukku
ikki til at verða við í
skaranum av teimum sum
hava álit millum manna.
Eru so pengar ikki rótin
til alt ónt?
Jamen, kanst tú siga,
vóru tað ikki pengar, so var
tað okkurt annað sum
skuldi brúkast til mennað
og tryggja framburð í sam
felagnum. Víst hevði tað
verið so, men hevur nú
allur framburður verið so
skilagóður? Tá vit ikki
tosað um pengar, so tosað
vit um hóttanirnar av at vit
menniskju ikki vanda
okkum um liviumstøðurnar
á jørðina og tá leggja vit
lítið í, um hon skal latast
øðrum at liva í. Ella er
trúgv okkara so sterk um at
jørðin skal nokk forganga
og tá er ongin grund til at
fyribyrgja at so verður?
Vit trúgva at vit sleppa í
paradísið, óansæð hvussu
ólátaði vit hava verið á
jørðini. Tað hevði list meg
at vita, hvussu talentrokni
stykkið verður gjørt upp.
Hvørji talentir fara at telja
mest á dómadegnum ella
verða vit bara roknaði fyri
at verða líka?
Jákup
DaniElsEn
Eru pengar rótin til alt ónt?