Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2009 17 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Signhild Lundmark, ættað úr Klaksvík, búsit­ andi í Farum, andaðist mánadagin, 72 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður úr Farum kirkju fríggja­ dagin klokkan 12. Kjartan Sivertsen, Norðdepli, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsið mánadagin, 74 ára gamal. Kistan fer úr kap­ ellinum hóskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Hermon í Norðdepli fríggjadagin kl.13.30. Tey ið vilja minnast Kjartan kunnu lata eina peningagávu til Barna­ heimið Grace Home Minestry í India, konto í Norðoya Sparikassa Andlát og jarðarferðir Dagurin 5. mars. Teophilus, deyður umleið ár 200. Embætismaður í Kesarea. Navnið merkir hin guðelskandi Niels Juel Arge, útvarpsstjóri, doyði hendan dagin í 1995. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Leygardagin var móttøka í nýggju hølunum hjá Hár­ fríðkanarhøllini í N. Finsens­ gøtu 30 í Havn. Eftir at hava hildið til við Hoydalsvegin í 25 ár er Hár­ fríðkanarhøllin nú flutt til N. Finsensgøtu 30, har sum frisørsalongnin hjá Ásu Per­ domu var áður. Ann Petersen, sum eigur Hárfríðkanarhøllina, sigur, at nýggju hølini er mund­ andi størri og meira arbeiðs­ lig enn tey við Hoydalsvegin. Eisini eru hølini sett í stand til eina nýmótans frisør­ salong. Tað var Lydia Danielsen, sum setti Hárfríðkanarhøll­ ina á stovn. Fimm frisørar í arbeiða í Hárfríðkanarhøll­ ini, Ann Petersen, Siri Ann Persson, Annika Andreasen, Elida Bjarnadóttir, og Lydia Danielsen. Hárfríðkanarhøllin í nýggjum hølum Starvsfólkini í Hárfríðkanar­ høllini, fremra rað f.v.: Ann Petersen, Lydia Danielsen og Annika Andreasen. Aftanfyri standa Elida Bjarnadóttir og Siri Ann Persson. Mynd: Jens Kristian Vang 80 ára føðingardagur 7. mars verður Jákup Martin Wang Kvívík 80 ár. Dagurin verður hildin heima. 75 ára føðingardagur Týsdagin 3. mars fylti Andreas Hansen ­ vanliga nevndur Dia, Kollafjørður 75 ár. Tey, ið vilja heilsa upp á Dia, eru vælkomin til ein bita í Missiónshúsinum í Kollafirði leygardagin 7. mars kl. 11­16. 70 ára føðingardagur Fríggjadagin 6. mars verður Piddi Hansen av Toftum 70 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Fríggjadagin 6. mars kl. 16 letur ein framsýning hjá Jór­ unn Dánialsdóttir upp í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini er seym­ aðar myndir, málningar og onnur listahandverk sum Jórunn fæst við. Jórun hevur fyrr skipað fyri ymiskum framsýning­ um sum t.d. í Tilhaldinum og stóru Realskúlaframsýn­ ingini í 2007. Hon hevur áður sýnt fram í Smiðjuni saman við øðrum, men hetta er hennara fyrsta sjálv­ støðuga framsýning har. Ferniseringin verður fríggjadagin kl. 16. Fram­ sýningin verður opin til og við týsdagin 10. mars. Opið verður soleiðis: Fríggjadag­ in frá kl. 16­20, leygardagin frá kl. 10­18, sunnudagin 14­20, mánadagin og týs­ dagin frá kl. 10­20. Jórunn í Smiðjuni Framsýningin hjá Jórunn Dánialsdóttir letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin kl. 16, tá fernisering verður Mynd: Jens Kristian Vang Tíðindaskriv Bilasølan P/F Ivan Bilar við Hoyvíksvegin hevur endurnýggjað ISO­ góðkenningina og fingið nýggja heimasíðu. P/F Ivan Bilar er framvegis einasta ISO góðkenda bilasøla í Føroyum. Hósdagin 11. desembur 2008 var Det Norke Veritas (DNV) á gátt hjá Ivan Bilum, fyri at eftirkanna og gjøgnum­ ganga góðskuskipanina. Tá starvsfólk saman við umboðnum hjá DNV høvdu gjøgnumgingið skipanina í slakar 8 tímar kundi staðfestast at góðsku­ støðið hjá einastu ISO góðkendu bilasøluni í land­ inum er støðugt og enntá hækkandi á fleiri økjum. Árliga certifiseringin Sum partur av DS/EN ISO 9001:2000 góðskuskipan­ ini hjá Ivan Bilum, skal ein gjøgnumgongd av skip­ anini gerast minst einaferð árliga. Henda var sum áður nevnt hósdagin 11. desembur 2008. Tað er altíð ein spenn­ andi og ikki sørt gevandi dagur, tá góðskuskipanin verður gjøgnumgingin. Hetta setur krøv bæði til starvsfólk og fyritøkuna sjálva, og kemur í síðsta enda viðskiftafólkunum til góðar. Úrslitið av certifiser­ ingini vísti heilt greitt at Ivan Bilar nýtir góðsku­ skipanina í gerandisdegn­ um, og at hetta speglast aft­ ur í teimum mannagongd­ um sum eru galdandi. Tað er eingin ivi um, at ISO skipanin hevur týdn­ ing bæði fyri leiðslu, starvs­ fólk og okkara viðskifta­ fólk. Leiðsla og starvsfólk eru sjálvandi áhugaði í skipaðum viðurskiftum – og viðskiftafólkini eru kundar hjá einari fyritøku sum nýtir góðskustøði sum ein avgerandi “lykil” í kundasamskiftinum. Hetta setur krøv, men við krøv­ unum fylgja úrslit – og tað ger so heldur einki um kundin hevur tað trygdina at tænasta og góðska eru í hásæti har bilurin verður keyptur. P/F Ivan Bilar, í hevur 23 fólk í starvi, er framveg­ is einasta ISO góðkenda bilasølan í landinum. P/F Ivan Bilar: Endurnýggjað ISO-góðkenningina