hósdagur 5. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 45 - 5. mars 2009
Sum allar fanatiskar kult
rørslur hevur hann sín djevul,
Amerika, og síni rituali, endur
nýtsla av plastposum. Bjørt
Samuelsen og hinir umhvørvis
frikarnir í Poznan fata bara
ikki, at Kyoto hevur verið eins
og hasin neyðars pappa
geykurin hjá Monty Python,
langtsíðani deyður, hvussu
nógv hasi sølufólkini handan
frumskjalið so muta ímóti
H
issini sambandið millum út
látið av CO2 og alheimsliga
upphiting er ein hypotesa. Men tað
er nú so, eins og Karl Popper vísti á,
at vit koma til vísindaligan sann
leika við hypotesum, ið verða
vrakaðar, tá ið mótprógvaðar.
Og tá ið tað kemur til hasa karbon
brennandi veðurlagsbroytingina, er
hon nettupp ikki mótprógvað, men
tykist hinvegin at hava eitt hampa
sannleiksgildi. Tú nýtist nevniliga
ikki at vera ein træklemmandi, tofuet
andi, amnestyelskandi Ameriku
hatari at viðurkenna vágan: at ein
ógvuligur vøkstur í CO2útlátinum
kann elva til atmosferiskt órógv!
Frágreiðingin hjá Sir Nicholas
Stern, The Economics of Climate
Change: The Stern Review (Cam
bridge University Press, 2007) letst
ikki vera eitt táravátt maskinskrivað
handrit. Kaldliga greiðir hesin fyrr
verandi búskaparleiðari Heimsbank
ans frá, hvat ein upphiting av planet
ini kanska fer at merkja umframt at
koma við skilagóðum ráðum.
Í mun til Boga Hansen og hansara
mest nýliga tilbiðjara, Bjørt Samuel
sen, heldur Nicholas Stern ikki, at
mannaættin burdi búð í brúnum
barakkum og dúvað uppá heima
dyrkaðar røtur og ber. Tað er ikki so
mikið frægt, at hann heldur, at vit
burdu avnoktað bilin, supermarkn
aðir ella flogferðslu. Nei, einasta
hann ger, er at koma við nøkrum
kaldgløggum tillagingum, hvørs
ætlan er at viga sundur samlaða
próvtilfarið.
Sjálvt um tú ikki heldur, at
“mannaelvd dálking” kann siga
seg seka at vera oman fyri
rímiligan iva, tá eru hóast alt góðar
grundir til at halda við Sir
Nicholas. Hugsa tær, um hann fer
skeivur. Í ringasta føri hevði talan
verið um óneyðugar og skundaðar
útreiðslur til tess at finna ein
substitutt fyri steinrunnið
brennievni. Hinvegin høvdu verið
ágóðar, tí ikki bert er brennievnið
at finna í geopolitiskt tvørligum
økjum, men fer tað eisini ein
dagin at ganga undan.
Utilitaristar sum eg eru sann
førdir um, at so leingi sum ikki
alt ov
nógvir pengar verða halgaðir
royndini at menna orkukeldur, ið
ikki dálka lofthavið, eru ráðini ikki
so oyðslut. Tað vil siga, at bert av tí
at tey pillbýttastu og mest klumsutu
fólkini á klótuni so sjálvklistrandi
boða frá, at vit standa fyri eini deyði
ligari hóttan ímóti jarðarknøttinum,
merkir hetta ikki, at vit skula gera
sum vit plaga: at annaðhvørt láta
sum einki ella halda tey
fullkomiliga fyri gjøldur!
Tað sum hendi á Bali, til dømis,
var framstig, av tí at eingi tøl komu
upp á tal fyri hvussu nógv CO2
útlátið skuldi minka. Men um ein
umhvørvissemja endiliga skal koma
í lag, tá má hon í fyrsta umfari um
fata Amerika, India og Kina, og í
øðrum má hatta kensluliga og
ógrundaða, ja, infantila kjakið um
hvussu vit skula forbrúka minni og
aðramáta venda kapitalismuni
bakið, gerast væl meiri modernað
og radikalt.
Nyttuleysa Kyotofrumskjalið var
nettupp eitt úrslit av einum vinstri
vongi, hvørs áskoðanir ikki longur
eru grundaðar á skynsemi. Fyri
tveyhundrað árum síðani, fram til
upplýsingartíðina og nakað fram,
trúði vinstrivongurin annars upp á
ensyklopediir, upp á óvikandi sann
royndir og sannleika og víðopið
kjak; og tað, at tamarhald á hesum
grundreglum førir til eitt betri
samfelag. Men síðani tá er vinstri
vongurin fallin fyri romantikkinum
og soleiðis endaður sum ein kenslu
grundaður og forkelaður lortendi.
Hann heldur, at vit kunna gera alt
samtíðis: bjarga Afrika, planetini og
vesturlendska vælferðarsamfelag
num alt í einum; hann er vorðin
dreymlyndur og veikur ikki førur
fyri at raðfesta!
Feskasta dømið um hetta, hvussu
vinstrivongurin er muteraður til ein
holistiskan orðagjóstur burturav, eru
hasir fariseisku leygardagsmótmæl
andi íslendingarnir. Einstaklingar,
sum síðani 70’ini og eftir at hava
ognað sær ein feitan kassakreditt og
eitt altjóða VISAkort, men
aðramáta ligið í dvala og bíðað eftir
sínum kjansi aftur at gera vart við
agggomlu, kiksaðu og ønskriligu
sosialismuna, nú so avbera tærna
kreppandi, skammiliga og desperat
royna at blaka skuldina fyri full
vegis fíggjarligum óbúgvinskapi á
øll verðsins bankafólk, á danskaran
Bjørn Lomborg, ísraelsk luftálop,
amerikanskar veðurlagsbroytingar
og Andrass Dunnu.
Ja, á alt og øll, enntá—og er hetta
bara for gott!—bretsku antiterror
lóggávuna. Bara ikki seg sjálvi.
Hugsveimandi Kyotofrumskjalið
var tó fyrst og fremst eitt úrslit av
90’ara umhvørvisvernd, og var tað
um hesu tíð, at evropeiskar og
amerikanskar antikjarnorkurørslur
vóru í hæddini. Síðani tá hava
rørslurnar mist ávirkan á vesturlend
skar landsleiðslur, í høvuðsdráttum
av tí at leiðslurnar hava verið
noyddar at endurhugsa avleiðing
arnar av at minka um CO2útlátið
og tey veruligu alternativini til
steinrunnið brennievni.
Tá í tíðini var ein amerikansk
kjarnorkuverkætlan ógjørlig, og
úrslitið gjørdist eitt worstcase
scenario. Tí sjálvt um havstreym
selskandi Natohatarir ikki megnaðu
at sannføra vesturlendingar at brúka
minni orku, megnaðu teir at kvetta
nýggjar orkukeldur, tað veri seg
kjarnorkuverk ella frálandaolju
boring.
Tað er skeivt at harta Amerika og
fyrrverandi forsetan, George W.
Bush, fyri ikki at undirskriva Kyoto.
Onkur eigur kanska at minna handa
jettflúgvandi og gýriga umhvørvis
frikin Al Gore á, at sannlíkindini
fyri, at Amerika nakrantíð fór at
taka undir við hesum óuppfinnsana
máta at takkla ein komandi orku
trupulleika uppá, vóru á leið eins
stór sum at Høgni Hoydal fær eitt
føðingardagskort frá Virgar T.
Dalsgaard.
Um nakar ivast í hesum, eiga tey
at minnast til, at meðan Bill Clinton
var forseti og Al Gore varaforseti,
havnaði senatið Kyoto við 95
atkvøðum ímóti null. Hetta hendi,
av tí at amerikanskir lóggevarir
vistu, at avmarkingarnar í Kyoto
vóru fullvegis ósambæriligar við
búskaparligan vøkstur.
Í Poznan, har Bjørt Samuelsen
vegna løgtingið umboðaði seg
sjálva, megnaði ES at hevda, at
Kyoto hevur verið ein “succes”—
samtíðis sum tað hevur økt um
CO2útlátið við 13 prosentum, tá ið
samveldið faktiskt hevði lovað sær
sjálvum at minka tað við 2 prosent
um áðrenn 2012.
Tað sagt, tá ið tess átrúnaðarligi
leiðari, Al Gore, í besta umhvørvis
analfabetiska stíli klárar at billa
sínum fylgisneytum inn, at heims
høvini fara at hækka við 6 metrum,
meðan IPCC greiðir frá, at hækk
ingin verður knappar 39 sentimetr
ar—faktiskt tað sama, sum heims
høvini hækkaðu alla seinastu øld—er
niveauið líkasum sett. Men hey, hvat
eru stívir 5 og ein hálvur metur
millum vinir!
Tíðin er nú komin, har Bjørt
Samuelsen og hini í Poznan skilja,
at Kyoto hevur verið eins og hasin
pappageykurin hjá Monty Python,
langtsíðani deyður.
Um veðurlagsráðsstevnan í Keyp
mannahavn skal geva nakra mein
ing, má ein heilt onnur skrá leggjast
fyri dagin. Ístaðin fyri at beina
hugin inn á handa yvirroksuta
politikkin, ið meddar ímóti at minka
um útlátið av CO2, burdu Bjørt
Samuelsen og hennara sjálvgóðu
Kyotoarir heldur brúkt tíð uppá at
tosa um hvussu tú kanst massa
framleiða reina orku.
Fyri at verðin kann gerast ein
betri staður at búgva í, og serliga
hjá afrikanarum, er búskaparvøkstur
neyðugur. Og vøkstur er treytaður
av orku. Ókey, kanska tað eydnast
at brúka kensluborna kúging at
yvirtala vesturlendskar stjórnir at
minka um búskaparvøksturin, men
ikki í India og Kina. Og tað fer tað
eiheldur í Amerika —líkamikið hvat
Gore og vingulskølturin Obama
siga.
Størri orkubrúk er altso av avger
andi týdningi, ikki bert fyri at mod
ernisera heimin, men eisini demo
kratisera hann. Og har eru bert tveir
veruligir hættir at røkka hesum
máli: steinrunnið brennievni og
kjarnorka.
Ein og hvør, sum er góður við
umhvørvið, eigur at agitera til frama
fyri ein merkisverdan vøkstur innan
eina heimsumfatandi kjarnorkuverk
ætlan. Og aftur kollsiglir skilvísið
hjá umhvørvisfanatikarunum. Øðru
megin prædika teir um armageddon
um 100 ár um ikki vit minka um
útlátið av CO2. Hinumegin sýta hesir
somu umhvørvismissjonerar fyri at
gera sær dælt av tí einasta veruliga
alternativinum til olju.
Hetta merkir sjálvandi, at hesir
umhvørvismissjonerandi sosialistar
heldur vilja armageddon enn kjarn
orku, sjálvt um finnlendingar
byggja kjarnorkuverk, ið full
komiliga útihýsa møguleikan fyri
eini niðursmelting a la Tjernobil.
Men vit kunna vera rættiliga vís í,
at hetta ikki fer at henda fyribils; og
vit kunna lasta sosialistum og um
hvørvisverndarfólki fyri hetta. Slíkir
ørvitisfiskar fáast ikki við partleysa
vísind. Teirra umhvørvisvernd er
ein átrúnaður, og sum allar fanat
iskar kultrørslur er hann fígginda
ligur ímóti vísindi og skynsemi.
Hann hevur sín djevul, Amerika.
Hann hevur síni rituali, endurnýtsla
av plastposum. Hann hevur sína
egnu bíbliu, “Skjótt syftir seiðir og
tunga takið”. Hann kemur við
óendaligum undanførslum fyri
sjálvpískarí... sosum at hava
plastposar í fyrsta lagi.
Flagellantarnir, eyðkendir fyri
bert at geva einum granskingarøki
gætur, hava so sanniliga eisini síni
egnu tempul, vindmyllur (sum tørva
studning fyri eitt óvisst output). Ikki
tí, sum so sakar ein vindmylla her,
ein onnur har, ongan. Men um
nakar heldur, at hesar kunna vera
ein orkusubstituttur fyri olju ella
atomorku, hevur viðkomandi annað
hvørt ikki hóming av samlaða orku
tørvinum ella skítur á avleiðingarnar
av orkutroti.
Flóðaldan av fólki, ið fyrilitar
leyst styðjar grøna militsvongin í
hansara merkverdigu roynd at vilja
revsa modernaða heimin fyri sína
yvirhøvur moralsku tráan eftir
vælferð, er vaksandi.
Harumframt hava flagellantarnir
tikið endaliga avgerð um, at tann,
sum dittar sær at sáa iva um Kyoto,
skal sláast á stert. Tónin er dogma
tiskur: ert tú av aðrari meining enn
hin beturvitandi meirilutin um
hvussu veðurlagið hevur tað, ert tú
antiumhvørvi og antivísindi.
Og tá ið Kyotoskeptikarir heilt
vamlisliga verða skírdir “sýtarir”—
sum er ein beinleiðis referansa til
hasi, ið enn sýta fyri hópmorðinum
av jødum undir 2. veraldarbardaga—
markar tað faktiskt til tað militanta.
Okkurt kundi bent á, at blómu
hentandi vinstrivongurin hevur
gloymt aldargamla slagorðið hjá
The Royal Society, Nullius in Verba,
sum merkir “Eingin eigur síðsta
orðið”, tí hetta handlar ikki um
vísindi, men átrúnað, og at halda
fast við, at vit eru jarðarinnar
umsjónarfólk; at tað, at spilla
jørðina við ruski sum úrslit av
okkara marglætislevnaði, er at
synda, og at vegurin til frelsu er at
liva so fátæksligt og einfalt sum
yvirhøvur til ber. Og læran í um
hvørvisvernd, ja, hon verður undir
víst í barnagørðum, fólkaskúlum,
miðnámsskúlum og fróðskapar
setrum kring knøttin.
“Kyoto” er vorðið eitt slagorð
ímóti kapitalismuni og, í grundini,
ein feitur máti at koma saman uppá
eftirsum at múrurin er fallin... og
soleiðis hevur umhvørvisvernd
avloyst sosialismuna sum tann
førandi verðsligi átrúnaðurin—og
etikkurin í honum er grundliggjandi
greiður: veðurfrøðingar, lívfrøð
ingar og aðrir vanlukkuprofetar eru
við buddamunkum, kristnum
aktivistum og tingfólki á einum
máli um, at eirindaleys týning av
náttúruøki er óndskapur, meðan
nærløgd friðing av fuglum og
firvaldum er gott.
Nei, umhvørviskjakið má frelsast
frá flagellantunum, og eg ivist
faktiskt onga løtu í, at skynsemi fer
at sigra—hvat tað eisini plagar at
gera. Men hetta krevur, at Bjørt og
handa kenslupolitiska klikan antin
halda seg burtur frá veðurlagsráð
stevnuni í Keypmannahavn ella av
nokta hatta ótolandi sólbrúna aftur
haldstræið av einum jettflúgvandi
umhvørvisgudi, Al Gore at navni.
Óansæð, tí presiss sum við
Monty Pythonsa stíva Norwegian
Blue, ger tað ikki mun, hvussu
sannførandi sølumaðurin so er, av tí
at til sjúund og síðst kennir almenn
ingurin ein deyðan pappageyk aftur,
tá ið hann sær ein.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Eg eiti Bjørt, eg eri 44 ára
gomul, og eg eri Kyotoari
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo