hósdagur 5. mars 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2009
19
tíðindi
Nógvir íslendskir
læknar fara av land
inum at arbeiða, og
eftirspurningurin
er stórur. Íslendska
læknafelagið ávarar
nú politikararnar
Ísland
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Íslendskir læknar eru eftir
spurdir í hinum Norður
lond unum. Herfyri vendi
tann danska sendistovan í
Reykjavík sær til tað ís
lendska læknafelagið, tí
sendistovan vildi hava at
vita, hvussu hon kundi fáa
samband
við
íslendskar
læknar.
Í
fjølmiðlunum
hava norskir heilsu myndug
leikar lýst eftir íslendskum
læknum, og sviar hava eis
ini sýnt íslendsku læknunum
áhuga. Tað seinasta er, at
fyri stuttum kom eisini ein
fyrispurningur úr Kanada
um íslendskar læknar.
Íslendska
læknafelagið
hevur ikki eggjað sínum
limum at fara av landinum
at arbeiða, men teir læknar,
sum hava vent sær til felag
ið og biðið um upplýsingar
um viðurskiftini uttanlands,
hava fingið tað, teir hava
biðið um. Men nú er støðan
broytt.
– Vit hava dømi um, at
læknar, sum júst eru komnir
heim eftir lokna serútbúgv
ing uttanlands, eru farnir
avstaðaftur. Vit hava kunnað
bæði undanfarna og nú ver
andi
heilsumálaráðharran
og aðrar heilsumyndugleikar
um hetta, sigur stjórin í
íslendska læknafelagnum,
Gunnar Ármannsson, við
blsðið Vísir.
Nógvir eldri læknar
Svarið frá myndugleikunum
hevur sambært stjóranum
verið, at eingin vandi er á
ferð, og at tað er ein sam
felagslig skylda hjá lækn
unum at arbeiða í Íslandi.
– Men nú er tað vorðið
so, at vit hava dømi um, at
læknar eru uppsagdir or
sakað av sparingum. Vit
hava hoyrt menn siga, at
íslendskir læknar eru ikki
teir, sum stinga í sekkin.
Men læknar eru eisini fólk,
og tá korini versna, noyðast
teir at hugsa um familjuna,.
sigur stjórin hjá læknunum.
Gunnar Ármannsson vís
ir á, atíslendskir læknar,
sum hava fingið sær serút
búgving í øðrum landi,
hava ógvuliga lætt við at
fáa arbeiði í tí landinum.
Eitt úrslit av hesum er, at í
fleiri av teimum stóru ser
greinunum er meðalaldurin
á læknunum í íslendska
heilsuverkinum so høgur, at
teir flestu hava bara eini
tíggju ár eftir, til teir verða
pensjoneraðir.
– Okkum tørvar fólk til at
fylla hesi plássini, men tað
fáa vit ikki, og støðan kann
gerast
álvarssom,
sigur
stjór in í íslendska lækna
felag num við Vísir.
Íslendskir læknar rýma av landinum
Meðalaldurin á
læknunum í Íslandi
er høgur (Mynd:
Morgunblaðið)
Gunnar Ármannsson er stjóri í íslendska læknafelagnum
(Mynd: Vísir)
Tjóðveldi hevur lagt
eitt uppskot til sam
tyktar fyri Løgtingið,
sum snýr seg um, at
nú skal verða gjørligt
hjá fólki við skuld at
fáa óhefta ráðgeving
við skuldini. Sum er,
eru tað bara privat við
egnum áhugamálum,
ið ráðgeva
skuldarstýring
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tá hjólini mæla eitt sindur
seinni í samfelagnum, og
summi vilja vera við, at tað
er kreppa, so gerst tað mun
andi tyngri at hava skuld.
Skuld, sum varð uppbygd,
tá hjólini mólu heilt skjótt,
og bankar og onnur veittu
lán fyri eitt gott orð.
Tá fyritøkur við áhuga
mál um skulu umsita skuld
ina hjá tær, tá vilja tær í
allar flestu førum verja seg
sjálvan fyri tapi. Hetta kann
ganga útyvir skuldaran.
Hetta hevur Tjóðveldi eitt
uppskot til at broyta, við at
seta eina óhefta skuldar ráð
geving á stovn, ið skal virka
á sama hátt sum rættar
hjálp in, ið kann hjálpa
fólki, sum eru komin illa
fyri, ella sum hava tørv á
veg leiðing.
Sum er hava vit ongan
óheftan, ið kann ráðgeva
fólki, sum hava fingið eina
skuld, og tí leggja vit hetta
uppskotið
fram,
sigur
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóð veldi.
Hann
leggur
afturat, at henda tænasta
ikki skal kosta so nógv –
lítið meira enn eina millión
– tí ætlanin er ikki at hava
eina stóra umsiting av hes
um.
Verja brúkaran
Í uppskotinum vísir Tjóð
veldi á, hvussu lænimøgu
leikarnir eru broyttir sein
astu árini, soleiðis, at tað er
sera torført hjá vanliga
kund anum at skilja, hvat í
veruleikanum gongur fyri
seg.
Tjóðveldi heitir á Lands
stýrið at skipa eina óhefta
skuldarráðgeving til privat
fólk og familjur, har til ber
at fáa ókeypis ráð og veg
leið ing um láns marknaðin,
skuldarumlegging, umfígg
ing og aðra hjálp til tey, ið
eru komin í stórar trupul
leikar
av
privatlánum,
stend ur millum annað í
upp skotinum.
Rokna við undirtøku
Uppskot frá andstøðuni
verða sjáldan tikin veruliga
upp av samgonguni, men
eg meti, at hetta uppskotið
er so mikið skilagott, at
hetta kanska fær undirtøku,
sigur Høgni Hoydal. Sum
leggur dent á, at hetta sam
pakkar væl við uppskot utt
anlands, umframt, at hetta
er í tráð við politikkin við
brúkaraumboði.
Í prinsippinum ímóti
Jóhan Dahl, vinnumálaráð
harri, er í prinsippinum
ímóti, at útbyggja almennar
stovnar í eyst og vest, sum
hann nevnir tað, og hann
held ur somuleiðis, at tey
flestu burdu havt skil fýri
sínum
privatøkonomisku
við urskiftum.
Eg haldi, at ein og hvør
persónur, við sínum fullu
fimm, sjálvur skal vera før
ur fyri at stýra sínum fíggj
arligu viðurskiftum, sigur
Jóhan Dahl, sum ivast stór
liga í, hvat hetta skal hjálpa,
tí vit hava longu sakførarar
og grannskoðarar, ið tað
ber til at heita á. Tó tekur
hann undir við, at tað eru
fólk, ið kanska ikki hava
út búgvingar, sum kunnu
koma í trupulleikar og ikki
hava ráð til grannskoðarar
og sakførarar, men vinnu
málaráðharrin heldur ikki,
at tað er rætt brúktur pen
ingur at útbyggja almennar
skipanir til hetta endamál.
Óheft
at stýra
skuldini
Stendur tað til Tjóðveldi, so verða tað í framtíðini ikki bert fyritøkur, sum bankar við egnum áhugamálum, ið veita
kundaráðgeving
Mynd: Jens Kristian Vang