hósdagur 5. mars 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 45 - 5. mars 2009
Jens Marni, Eyðun Nolsøe
og Ragnar í Vík verða
ímillum tónleikararnir,
ið fara at framføra
fríggjakvøldið í Vestmanna.
Tað er 10. flokkur í
Vestmanna Skúla, ið
skipar fyri konsertini, og
peningurin fer óskerdur
til Føroya Felag ímóti
Krabbamein.
Vestmanna Skúli er farin
undir eina verkætlan, har
næmingarnir skulu læra
hvussu tað er at savna
pening inn til eitt hvørt
endamál. Næmingarnir
hava valt at lata allan
peningin fara til Føroya
Felag ímóti Krabbamein, og
komandi fríggjakvøld verður
aftur eitt tiltak í Vestmanna.
Talan er um tónleika
framførslur, har Jens Marni
Hansen, Eyðun Nolsøe,
Ragnar í Vík, Martin
Joensen og Oniontree fara
at framføra. Eisini fara
lokalir bólkar á pallin. Talan
er um bólkarnir Brim og
Thunderbirds.
Konsertin fríggjakvøldið
er triðja tiltak, ið
næmingarnir skipa fyri.
Frammanundan hevur verið
barnadiskotek og tombola,
og næmingarnir siga, at
privat fólk og fyritøkur hava
víst stóran áhuga, og hava
verið ein dyggur stuðul í
verkætlanini.
- Tað er strævið at skipa
fyri tiltøkum, tá vit eru
so fá í flokkinum. Vit eru
bara 11 næmingar, og tað
blívur nógv ringarí aftur
og fram, siga næmingar úr
Vestmanna Skúla.
Hóast fríggjakvøldið
vendir sær til tey ungu og
vaksnu, so er eisini okkurt
á skránni fríggjadagin fyri
børn. Frá 15.00 til 18.00
verður eitt barnatiltak í
ítróttarhøllini í Vestmanna,
og verða millum annað
hoppiborgir og fiskabrunnar
til børnini at hugna sær við.
Leygarkvøldið verður
eisini eitt stuðulstiltak á
skránni. Neytalortakapping
verður í Vestmanna, og øll
áhugaði kunnu venda sær
til Føroya Banka.
- Vit hava ikki sett okkum
nakað mál fyri hvussu
nógvir pengar vit skulu
savna, men alt ger mun, og
allir stuðul er kærkomin,
siga næmingar úr 10.flokki í
Vestmanna Skúla.
Stuðulskonsert fyri
Krabbameinsfelagnum
Tað fer at snúgva seg um pengar, tá Linda Andrews
trínur á X-Factor pallin aftur komandi fríggjakvøld.
Temaði í komandi X-Factor
sendingini er ABBA. Allir
luttakararnir skulu framføra
eitt lag hjá kenda svenska
bólkinum, og í dag bleiv
al manna kunn gjørt, at
Linda skal fram føra
kenda lag ið Money
money money.
Linda hevur áður
sung ið løg sum
“Be cause of You”,
“Vår vise” og “You
can’t hurry love”,
og nú gongur leiðin
yvir til svenska
popp bólkin ABBA.
Hvussu hetta
fer at eydnast
verð ur greitt
fríggjakvøldið,
tá X-Factor
aftur er á
skránni.
Mamma Mia til Danmarkar
Vælumtókti sangleikurin Mamma Mia er nú ávegis til
Danmarkar
Sangleikurin Mamma Mia byrjaði sína succes í
London´s West End í 1999 og
er nú á rundferð kring allan
heimin.
8 uppsetanir eru í gongd runt
um í heiminum í løtuni - harav
er ein nú komin til Danmarkar,
og verður Mamma Mia framført
í Keypmannahavn, Odensen og
Aalborg í summar.
Fleiri enn 32 milliónir hava
hugt eftir hesum sangleikum
runt alla verðina. Í Danmark
hevur Mamma Mia fingið 6
stjørnur av Jyllandspostinum
& BT, ið eisini hava mett
sangleikin at verða í
heimsklassa.
ORKA við
á franskari
savnsútgávu
Herfyri frættist, at franska felagið Ici
D’ailleurs hevði givið út fløgu hjá føroyska
bólkinum ORKA. Nù er bólkurin við á
savnsútgávu hjá felagnum, sum er tøk á
netinum.
ORKA hevur fingið nógv burturúr at taka
lut á tónleikastevnum úti í heimi, og eitt
úrslit var, at franska felagið Ici D’ailleurs
gav fløguna hjá ORKA út og tók á seg
útbreiðslu av fløguni.
Nú er enn eitt stig tikið, ið er eitt fet framá
hjá føroyska bólkinum. ORKA er nevniliga
millum nøvnini á savnsfløgu, ið er tøk á
netinum.
Savnið ber heitið Winter og fleiri
bólkar og einstaklingar eru savnaðir á
útgávuni:
1. Pigeon Jelly, Zero
2. Something About Ghosts, Matt Elliott
3. Market Diktat song, Jean-Philippe Goude
4. Í Mínum Æðrum (feat. Deadverse), Orka
5. Darling, darling, darling..., Chapelier Fou
6. A Travers Les Gens Comme Au Fond De
Moi, Arnaud Michniak
7. Vacuum tubes, Deity Guns
8. Sunday negative, Arca
9. OuMuPo mix, Chapelier Fou
Linda skal syngja
um pengar