hósdagur 5. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2009
21
F
yrri gravsteinurin í hesi
grein stendur í gamla
kirkjugarði yvir Eyvind
Egholm, sum doyði í 1925
av sjúku, bert 16 ára
gamal. Hann var sonur
Onnu Sofíu f. Petersen úr
Funningi og Johan Hendrik
Egholm úr Havn.
Tey fingu 11 børn, og
tey vóru Lena, Peter,
Amalia, Jens Peter, Alfred,
Hertha, Arnhold, Eyvind,
Nella, Malla og Gunhild,
sum er seinasta av systkjun
um, sum er á lívi.
Sagt varð um teirra
heim, at har var tann regla
galdandi, sum um hon
hekk uppi yvir køkshurðini
heima, at »arbeiðið er eitt
vælsignilsi«. Har í húsin
um lærdu tey ungu av fyri
dømi foreldra, og tað var
einki sum æt at taka sær av
løttum. Eingin kom út
haðani fullfloygdur uttan at
ásanna arbeiðsgleðina.
Eyvind doyðu ungur av
sjúku, bert 16 ára gamal.
Hann var sagdur at vera
ein fittur og evnaligur
drongur.
Beiggin Alfred uppkall
aði ein son eftir honum.
Men honum varð heldur
ikki langt lív lagað.
Raskir sjómenn
Fyrst skal vera sagt, at tað
vóru raskir sjómenn mill
um hesi systkin. FFblaðið
hevði í 2005 frásøgn um
bjargingaravrik hjá Jens
Peter og Alfred sum
skiparar.
Annað var, tá ið Jens
Peter Egholm, vanliga
kallaður Des, sum skipari á
Mignionettu í 1935 bjarg
aði manningini á Langa
nes, sum var komið í havs
neyð í illveðri undir
Íslandi. Hon rak fyri vág
og vind, og støðan var
vánalig innanborða.
Mignionettu kom fram á
Langanes, og tað eydnaðist
teimum undir truplum
umstøðum at bjarga mann
ingini, sum var illa fyri,
umborð á Mignionettu.
Jens Peter doyði í 1982.
Alfred, vanliga kallaður
Affe, var eisini framúr
sjómaður. Tað er tiltikið, tá
ið hann sum skipari á
Suðuroynni bjargaði
manningini á fronsku
skonnartini Marcel René í
1932 í sama illveðrinum,
sum beindi fyri Lauru og
Immanuel við 38 monnum
tilsamans.
Teir vóru á veg avstað
við Suðuroynni, og vóru
komnir til Funnings eftir
monnum, sum skuldu við.
Meðan teir liggja har,
fellur barometrið nógv fyri
tað illveðrið, sum kom.
Nógvir bretskir trolarar
komu inn á Funningsfjørð
at kroka. Hóast hetta fer
Suðuroyggin avstað.
Orsøkin var tann, at Affe
hevði droymt, at eitt skip
var í havsneyð vestur úr
Føroyum. Teir komu beint
á skipið og fingu bjargað
manningini í evstu løtu.
Fyri hetta fekk Affe
heiðurmerki frá franska
flotamálaráðnum. Hann
fekk eisini eitt krusifiks frá
manningini. Hetta er enn í
varðveitslu hjá ættini.
Tað kann eisini vera
nevnt, at systirin Helena,
sum var ljósmóður, giftist
við Sofus Højgaard úr
Rituvík, og hann var eisini
ein kendur skipari. Hann
førdi fleiri skip og átti
Catrinu, sum var uppkallað
eftir fyrru konu hansara.
Eyvind hvørvur í
dokkini í Aberdeen
Alfred kom út fyri eitt tað
ringasta, sum ein pápi kann
koma út fyri, nevniliga at
missa ein son, sum hann
sum skipari hevði ábyrgd
ina av.
Alfred átti bátin »Sonja
Egholm«. Í mars 1946
vóru teir í Aberdeen og
landaðu. Teir fingu land
ingarútgerð frá landi av, og
tað vóru fólk á staðnum
sum landaðu. Men nakað
hevur verið galið við hesi
útgerð, tí okkurt gongur
fyri, so ein landari, sum
kemur framvið, fær skaða.
Tá ið teir í september
árið eftir koma aftur til
Aberdeen, verður Alfred
møttur av einum endur
gjaldakravi frá tí skadda
arbeiðaranum, sum er heili
4.500 pund, sum var heilt
nógvur peningur tá í tíðini.
Alfred fær ábyrgdina av
vanlukkuni, hóast landing
in var fyriskipað av land
ingarmonnum á uppboðs
søluni. Alfred avvísir
blankt kravið, sum hann
metir at vera honum
óviðwkomandi. Men hald
verður lagt á skipið, og teir
sleppa ikki avstað, tá ið
teir ætla at fara.
Meðan teir bíða, hendir
tann syrgiliga vanlukkan,
at Eyvind, sonur Alfred,
druknar.
Eyvind var ein ungur
lættlyntur unglingi, júst
ikki fyltur 21 ár. Í Dimma
lætting fær hann tað um
mæli, at hann var »til trods
for sin unge alder en
dygtig og djærv sømand,
som tillige var særdeles
afholdt af alle dem, han
færdedes iblandt«.
Var samdroymdur
Sofus Poulsen í Aberdeen
kendi væl Alfred, og hann
sigur, at Alfred greiddi
honum frá hesum tilburði.
Eyvind hevði sagt so við
pápa sín: "Pápi, eg komi
við tær hendan túrin til
Íslands, og vit skulu gera
ein rimmar túr."
Hann so gjørdi, og alt
gekk sum vanligt, uttan
tað, at Affe hevði ein
dreym, at dekkið var fult
av blómum og kransum.
Hann hugsaði so, hvat ið
hetta skuldi týða. Um tað
mundi vera, at teir fingu
ein ringan túr ella hvat.
Fiskiskapurin, teir snurr
aðu eftir flatfiski, gekk
væl, og teir fingu eina
góða last og fóru so til
Aberdeen at landa. Ferðin
niður gekk væl, og sølan
var góð.
Seinni høvdu teir verið í
landi, og teir komu oman
at Dee ánna, har bátarnir
vanliga lógu aftaná land
ingina á fiskamarknaðin
um. Vatnstandurin har er
ávirkaður av flóð og fjøru,
so at langt er niður á dekk
ið, tá ið fjøra er, og áarføri
er ofta á fjøru. Hetta var
tíverri støðan, tá ið teir
komu oman. Teir fóru so
niður eftir jarnstigunum,
sum har vóru. Komnir
umborð saknaði Affe
Eyvind. Hann rópti so eftir
honum, men fekk einki
svar. Tá kom tað fyri hann,
at sagt varð í dreyminum:
»Tú kanst rópa sum tú vilt,
men svar fært tú einki«. So
var tíverri. Hóast leitað
bleiv dúgliga sóu teir einki
til Eyvind. Aftur vísti tað
sama,sum við franska
skipinum, at Affe var
samdroymdur.
Eyvind hevur vist mist
fótafestið, er gliðin í ánna
og er tikin til havs við
streyminum. Nú mátti
sleppast heim, og fyri at
sleppa avstað aftur mátti
Alfred veita eina trygd
uppá 3.000 pund ella kr.
60.000.
Hetta var ein ræðuligur
smeitur hjá Alfred at koma
heim aftur uttan sonin. Og
minni smeitur var tað ikki
fyri konuna Eriku. Tað
gekk leingi um nakrantíð,
at tey komu yvir tað.
Tá ið Affe fór til gravar
vórðu eisini minningarorð
søgd um Eyvind, eins og
navnið hjá honum eisini
kom á gravsteinin fyrst hjá
pápanum og síðan hjá
báðum foreldrunum. Affe
doyði í 1972, 69 ára gamal.
Konan Erika, fødd
Justinussen úr Leirvík,
doyði í 1993, 92 ára
gomul.
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tveir Eyvind Egholm, doyðu blaðungir
Tað kann neyvan hugsast ein verri støða hjá einum pápa enn at koma heim av skipi og fortelja
konuni, at sonurin var saknaður og ikki kom heim við. Hetta hendi hjá Alfred Egholm
EYVIND KRISTIAN EGHOLM
F. 21.12 1908
D. 29.7.1925
DIN TID VAR KORT, DIN STRID VAR
TUNG
DU HAABED, THI DU VAR UNG,
DOG TUNGT DET VAR FOR OS AT SE.
DOG GODE GUD DIN VILJE SKE
Her eru Anna Sofía og Johan Hendrik við børnunum. Aftast f.v. eru tey: Des, Lena, Peter, Affe og Hertha.
Miðraðið: Amalia, Johan Hendrik, Arnold, Anna Sofía, Eyvind og Malla. Fremst Gunhild og Nella
Eyvind, sum fórst í dokkini
í Aberdeen
Komandi frásøgn
Frásøgnin komandi
hósdag verður um
Óla Arge, pápa Bil
Óla. Hann var
úrmælingur sum
grótmaður
GUD VÆLSIGNIÐ OKKUM
EYVIND KRISTIAN
EGHOLM
F. 7.10.1926
D. 15.9.1947
ALFRED SONNE EGHOLM,
SKIPARI
F. 23.8.1903
D. 1.9.1972
ERIKA EGHOLM,
F. JUSTINUSSEN
F. 5.10.1901 D. 5.12.1993