Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 45 - 5. mars 2009 ] Tað eydnaðist klaks­ víks kvinnum at vinna framskundaða dystin ímóti Fleyr í gjárkvøldið, og tí er Mjølnir við í kappingini um heiðurs merki FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Kappingin í Eikliguni hjá kvinn um í flogbólti er fram­ vegis jøvn og spennandi, tá talan er um silvur­ og bronsu heiðursmerkini, sum einki av liðunum enn kann kanna sær fyri fult. Og fram vegis eru fýra lið við í kappingini um tvey sett av heiðursmerkjum. Í gjárkvøldið tók Mjølnir ímóti Fleyr í Badmin ton­ høllini í Klaksvík, og tað gjørd ist til ein spennandi dyst, ið kravdi fimm sett, áðrenn greitt var, at heima­ liðið stóð eftir sum vinnari. Júst tað úrslitið ger bara kvinnukappingina enn meira spennandi. Liðini skiftust um at vinna tey fyrstu settini. Fyrst vann Fleyr 25­18, síð­ ani Mjølnir 25­19 og so aft­ ur Fleyr 25­21, áðrenn mest spennandi løtan í dystinum kom. Fjórða sett gjørdist ein kampur um hvønn bólt ímóti endanum, og Fleyr hevði tvær ferðir sett­ og matsjbólt, meðan Mjølnir í sínum lagi tríggjar ferðir hevði møguleikan at vinna settið – og at enda eisini gjørdi tað, 27­25. Sostatt gjørdist neyðugt við einum fimta setti, men tað gjørdist ikki heilt so spenn andi, sum fjórða sett­ ið kundi givið ábending ar um. Mjølnir kom eitt fitt petti framum, men Fleyr hevði hug at nærkast, áðrenn Fleyr at enda vann 15­12. At hetta var ein dystur, sum báðir partar vildu gera alt fyri at vinna, var einki at ivast í, men tað gekk tó ikki út yvir dygdina á spælinum – tvørturímóti. Tá liðini spældu upp til sítt besta, var talan um fínan flogbólt. SÍ, sum hevur ein dyst eftir, er longu meistari og hevur 19 stig. Fleyr er framvegis nummar tvey við 13 stigum, men nú hava bæði Mjølnir og ÍF 12 stig, meðan Dráttur er á fimta plássi við 11 stigum. KÍF hevur sjey stig og TB einki stig. – Soleiðis sum til­ meld ingin er longu nú, verða helst fleiri røðarar við í ár enn í fjør, tí yvir 100 hava longu meldað seg til. Serliga síggja vit, at fleiri av teimum ungu eru komin við, sigur Magni Brøðraberg frá Drekanum, sum skipar fyri Vodafone­ kappingini í inniróðri leygardagin INNIRÓÐUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Yvir hálvthundrað rógvi­ maskinur verða til taks í Eysturskúlanum leygar dag­ in, tá stóra Vodafone­kapp­ ingin í inniróðri, sum Drekin skipar fyri, er á skránni. 12 maskinur verða brúktar til sjálva kappingina, umframt at aðrar 40 maskinur eru til taks, so røð ararnir kunnu hita upp á teimum. Kappingin er skipað við stórskíggja og øllum, sum hoyrir til, so áskoðararnir kunnu fylgja róðrunum á sama hátt, sum tá vanligur róður er. Tó minnir útsýnið kanska mest um at síggja ólavsøkuróðurin á Havnar­ vág úr einari tyrlu, ið sveim ar yvir róðrarøkinum. Hóast inniróður er rætti­ liga nýggj ítróttargrein í Føroyum, sum í øldir hevur kent til kappróður sum gerandisískoyti á havinum, hava føroyingar tikið henda ítróttin til sín, tí tað gerast alsamt fleiri, ið venja róður á maskinum. Og tað sæst so eisini aftur á áhuganum, tá kappast verður. Longdu freistina Upprunaliga var freistin fyri tilmelding til Vodafone­ kappingina úti á midnátt týskvøldið, men eftir áheit­ an frá fleiri røðarum hevur Drekin gjørt av at lata freistina vera á midnátt í kvøld í staðin. Longu nú hava yvir hundrað røðarar meldað seg til kappingina, og tað fegnast fyrireikararnir um. – Soleiðis sum tilmeld­ ing in er longu nú, verða helst fleiri røðarar við í ár enn í fjør, og serliga eru tað tey ungu, sum eru komin við. Og nú freistin er longd, vóna vit at fáa enn fleiri av teimum ungu við til kapp­ ingina, sigur Magni Brøðra­ berg frá Drekanum. Hann sigur, at hóast vøkst urin millum tey ungu er stórur, so er tað ikki nak­ að, ið undrar fyrireikar ar­ nar. – Fleiri og fleiri eru hesi seinnu árini komin at kenna inniróður. Og í inniróðri ber til at vera í gongd alt árið, og tað er ikki longur sum fyrr, tá tey flestu ikki byrjaðu at rógva, fyrr enn tey vóru 12 ára gomul, sig­ ur Magni Brøðraberg. – Nú byrja mong, tá tey eru væl yngri enn tað, og tað sæst so sjálvandi aftur í kappingunum. Harumframt brúka nógvir røðarar hesar kappingarnar til at betra seg, tí teir vilja vera væl fyri, áðrenn farið verður í bátarnar seinni í vár. Er fyri øll Sum er, vænta fyrireikararnir nógvar spennandi og áhuga­ verdar róðrar, men vónin er altso, at enn fleiri ungar gent ur og ungir dreingir melda seg til Vodafone­ kappingina, áðrenn nýggja freistin er úti á midnátt í kvøld. – Hóast fólk kanska ganga hægri upp í summar av kappingunum, enn aðrar, so vilja vit fegin hava, at øll halda seg framat. Vit vilja bæði hava fatur í teimum røðarum, sum hava vant í fleiri mánaðir og stremba eftir betri tíðum, og so teim um, sum kanska bara eru í gongd til stuttleikar ella ikki júst nú eru í so góð ari venjing, sigur Magni Brøðraberg. Ein av kappingunum, sum altíð er spennandi – bæði fyri røðarar og áskoð­ arar – er 500 metra sprint­ kappingin. Har bæði gentur, dreingir, kvinnur og menn ímóti hvørjumøðrum, tí ein serligur frymil fyri kyn, aldur og vekt ger, at øll eru líkastillað í hesi kappingini, hóast fyritreytirnar annars kunnu vera ymiskar. – Vit vildu allíkavæl ynskt, at uppaftur fleiri meld aðu seg til henda bólk­ in, tí tað er eingin forðing, at tú hevur verið í gongd í onkrar av undanfarnu kapp­ ingunum, fyri at vera við her. 500 metrar er so mikið stuttur teinur, at hann klára fólk altíð at taka aftrat, sig­ ur Magni Brøðraberg, sum spentur bíðar eftir, at síðstu tilmeldingarnar eru komnar fyri midnátt í kvøld. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Freistin er úti á midnátt Mjølnir-Fleyr 3-2 (18-25, 25-19, 21-25, 27-25, 15-12) Mjølnir koppaði Fleyr Vodafone-kappingin í inniróðri, sum verður í Eysturskúlanum leygardagin, er bæði fyri royndar og óroyndar røðarar, og øll kunnu vera við – bæði tey, sum eru í toppformi, og tey, sum ikki eru tað Mynd: www.drekin.fo