týsdagur 2. oktober 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 189 - 2. oktober 2001
Nr. 189 - 2. oktober 2001
3
Signar í Homrum,
sum var oddamaður í
rockbólkinum Kjølar,
býr nú í Svøríki, har
hann er deildarleiðari
í stórari handilsketu.
Hóast stundir ikki
eru til at spæla í
bólki, skrivar Signar
framvegis sangir, og
hann arbeiðir við
tónleiki á heima-
telduni
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Signar í Homrum var í
fleiri ár ein av teimum mest
sjónligu sangarunum í før-
oyskum rocktónleiki. Hann
spældi í Kjølum, sum
gjørdi nógv vart við seg -
bæði á konsertum og á
fløgu.
Seinastu árin hevur ikki
nógv verið at hoyrt frá
Signari, og tað er ein orsøk
til tað. Signar er búsitandi í
Svøríki, har hann hevur
ikki somu stundir til tón-
leikin, sum hann plagdi at
hava.
Hvat gert tú í
Svøríki?
Eg arbeiði í einum stór-
marknaði, sum er partur av
samtakinum
KF.
Hetta
svarar til FDB í Danmark.
Føroyska keypsamtøkan er
líknandi hugskot, har lim-
irnir eiga samtakið. Mítt
starv á stórmarknaðinum er
at verða deildarleiðari fyri
kundatænastu, kassaskipan,
pengahandfaringini.
Vit
umseta fyri góðar 300 mió.
um árið og royna tí at finna
so góða skipan fyri kort-
gjaldi sum møguligt fyri at
sleppa undan reiðum pen-
ingi. Tá man hugsar um at
vit hava okkurt um 60%
kontant gjald, so kostar
reiður peningur okkum
nógv, bæði í trygd og ar-
beiði nógv, sigur Signar í
Homrum.
Hvussu leingi
ætlar tú at búgva í
Svøríki?
– Fyribils hava eg og
Eydna sagt tvey ár afturat,
tí á várið 2003 skulu vit
flyta í nýggjan stórmarkn-
að. Handilin hjá okkum í
dag er upp á umleið 8.000
fermetrar, og tann nýggi
verður umleið 15.000 fer-
metrar, so tað ætli eg mær í
hvussu so er at verða við til.
Ikki minst lærdómurin í at
byggja nakað upp frá einari
tómari høll til eina vælvirk-
andi eind er spennandi upp-
gáva.
Hugsar um solofløgu
Hvat gert tú við tónleik?
– Eg havi verið við í
tveimum bólkum, men tí-
verri røkkur ikki tíðin til, so
tað at spæla í bólki er á bara
til hugna í løtuni. Men eg
siti heima og spæli, geri
sangir og tekstir, og eg eri
farin at arbeiða eitt sindur
við tónleiki á teldu. Harum-
framt havi eg kannað eitt
sindur, um tað hevði verið
gjørtligt at selt onkran sang
til okkurt plátufelag. Tað
hevði verið stuttligt at roynt
okkurt sovorðið.
Hvørjar ætlanir
hevur tú við tónleiki?
– Seinni í heyst kundi eg
hugsa mær at farið upp í
onkran bólk, men tað er eitt
sindur óvist júst nú. So er
eisini planurin at geva fløgu
út sjálvur, men har havi eg
ikki gjørt av, nær tað fer at
verða. Hugskotið aftanfyri
fløguna havi eg klárt, og eg
havi skrivað eini tvey løg,
sum eg ætli mær at brúka til
tað fløguna. So skal eg bara
hava eini tíggju afturat...
Fylgir tú við í føroyskum
tónleiki?
– Ja, at eg fylgi við í tíð-
indum, heimasíðum og ikki
minst Pop.fo. Men eg havi
verið rættiliga vánaligur at
keypa føroyskar fløgur, so
eg veit ikki rættiliga, hvørj-
ir bólkar eru frammi beint
nú. Nú All That Rain leitar
eftir nýggjum sangara og
gittarleikara, sær tað ikki út
sum um tað er nakar
konsertbólkur í gongd, og
tað er spell, haldi eg.
– Sjálvur haldi eg, at tað
at spæla til dans er vorðið
sum nakað »tú ikki gert«,
men tað sum tónleikarar
ikki hugsa um er, at tað er
har tú fært royndirnar at
spæla leingi. Klárar tú at
spæla til eitt brúdleyp í sjey
ella átta tímar, so klárar tú
tað mesta. Og tað sum ræð-
ur um, er at spæla so nógv
sum gjørligt, ta tíðina bólk-
urin skal sjóðast saman.
Kunnu vit vænta at síggja
teg aftur á føroyskum palli?
– Ja, tað vóni eg. Eg havi
sum so ikki samband við
nakran bólk í Føroyum,
meira enn "gomlu Kjøl-
arnar", men mær dámar
væl at spæla tónleik, so
okkurt fer ivaleyst at verða
onkuntíð. Og skuldi okkurt
serligt
tiltak
komið
framvið,
so
er
ikki
óhugsandi at eg hevði havt
hug til tað.
Frá rocktónleiki til svenska handilsketu
– Sjálvur haldi eg, at tað at
spæla til dans er vorðið sum
nakað »tú ikki gert«, men tað
sum tónleikarar ikki hugsa
um er, at tað er har tú fært
royndirnar at spæla leingi.
Klárar tú at spæla til eitt
brúdleyp í sjey ella átta
tímar, so klárar tú tað mesta,
sigur Signar í Homrum
C
M
Y
K
3
2