týsdagur 2. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 189 - 2. oktober 2001
Nr. 189 - 2. oktober 2001
5
– Játtanin verður nóg
mikið til at koma upp
á støðið aftur, sum
var í fólkaskúlanum,
áðrenn sparingarnar
vórðu framdar, sigur
Óli Holm, landsstýr-
ismaður
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Sambært uppskotinum til
løgtingsfíggjarlóg,
sum
varð lagt fram fríggjadagin,
fær fólkaskúlin 12 mió.
krónur meiri komandi ár í
mun til í ár. Hetta er tann
størsta økingin til fólka-
skúlan í nógv ár, men tó
langt frá nóg mikið til upp-
gávurnar og skyldurnar
fólkaskúlin hevur. Menta-
málastýrið hevur sjálvt
roknað seg fram til, at 25
mió. krónur eru neyðugar
til fólkaskúlan í mun til
verandi játtan.
– Um ikki nóg mikið, eru
12 mió. krónur nógvir
pengar, og eg vil meta, at
játtanin verður nóg mikið
til at koma upp á støðið
aftur, sum var áðrenn spar-
ingarnar vórðu framdar.
Økingin er í øllum førum
ein byrjan og ein góður
bati. Umframt fær Ser-
námsdepilin sambært upp-
skotinum 2 mió. krónur aft-
urat, sum verða oyramerkt-
ar til sernámsfrøðiligt virk-
semi innan fólkaskúlan,
sigur Óli Holm, landsstýr-
ismaður í mentamálum.
Sernámsfrøðiliga virk-
semið, landsstýrismaðurin
sipar til, er játtanin til børn
við serligum tørvi. Til hetta
skúlaárið søkti Sernáms-
depilin Mentamálastýrið
um 2500 tímar til serligan
tørv, men fekk játtað slakan
helming. Men tvær mió.
krónur nøkta langt frá
tørvin.
– Upphæddin røkkur til
uml. 200 tímar afturat,
sigur Óli Holm.
Endurskoða frymilin
Økingin í játtanini til fólka-
skúlan komandi ár, ger tað
møguligt at seta gongd á
eftirútbúgvingarnar
til
fólkaskúlalærarar
aftur.
Fyri stuttum vórðu hesar
steðgaðar vegna vantandi
játtan. Játtanin verður eisini
nóg mikið til at fylgja upp
avtaluni millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjar-
málastýrið um niðurskurð
til leiðslu og bókasavns-
røkt.
Ymiskt er, hvussu skúl-
arnir eru fyri at bjóða næm-
ingum sínum vallærugrein-
ir. Miðalstóru og smáu
skúlarnir eru fyri vanbýti í
so máta, eisini tá ið tað snýr
seg um vanligar lærugrein-
ir, sum eru kravdar sam-
bært lóg. Tímarnir verða
latnir eftir einum frymli,
sum Mentamálastýrið nú
ætlar at endurskoða.
– Vit miða eftir at broyta
frymilin soleiðis, at hann
eisini tekur atlit til smærru
skúlarnar. Um hann heilt
verður burtur, tori eg ikki at
siga enn, sigur Óli Holm.
Arbeiðið at endurskoða
frymilin skal verða liðugt í
hesum árinum, fyri at
kunna leggja støðið undir
tímabýtið
til
skúlarnar
næsta ár. Í ár fingu skúlarn-
ir tímabýtið stutt upp undir
summarstegð, men Óli
Holm ætlar, at komandi ár
skal tímabýtið verða greitt
tíðliga á vári.
Ein sannroynd er, at
fólkaskúlin ikki hevur verið
raðfestur høgt í landsstýrin-
um í nógv ár, í øllum førum
ikki tá ið tað snýr seg um
pengar. Meðan nógv øki
eru vorðin hægri raðfest, er
fólkaskúlin
framvegis
kreppukendur.
– Mín meting er, at størri
fatan er fyri fólkaskúlanum
og hvønn tørv hann hevur í
dag, sigur Óli Holm.
Fólkaskúlin úr kreppuni
– Økingin til fólkaskúlan er í øllum førum ein byrjan og ein góður bati, sigur Óli Holm, landsstýrismaður
– Sp/f VIT hevur nú
broytt navn til Faroe-
soft. Eisini hevur
fyritøkan fingið nýggj
hølir. Faroesoft held-
ur nú til í Tórsgøtu
16, har Trygd var fyrr.
NAVNASKIFTI
Ingrid Bjarnastein
Fyritøkan, ið fyrr kallaði
seg sp/f VIT, eitur í dag
Faroesoft. Tað er Farodane,
sum eigur 80% av felagn-
um, meðan starvsfólkið
eigur hini 20%.
– Vit royna at leggja dent
á, at vit eru eitt software
hús. Vit gera telduforrit, og
taka okkum eisini millum
annað av interskipanum og
soft software, sigur Óli
Olsen, stjóri á Faroesoft.
Sp/f VIT byrjaði á heysti
1996. Tað vóru nøkur
starvsfólk á eini edv deild
hjá Føroya Fiskavirking,
sum tóku stig til tess. Í
byrjanini tók VIT sær mest
av edv útgerð til stovnar og
virkir.
– Vit vóru sokallaðir edv
umsitarar
hjá
ymsum
stovnum. Hetta spjaddi seg
skjótt til, at vit byrjaðu at
hava skeiðstovur og fóru at
útvikla software til inter-
netið, greiðir Óli Olsen
víðari frá.
– Grundin til, at vit
broyttu navn til Faroesoft
er, at Farodane eigur jú ein
stóran part av felagnum,
harav Faroe. Soft kemur so
sjálvsagt av tí, at vit eru
software orienterað og har-
við leggja dentin á soft-
ware. Farodane tekur sær
mest av hardware, og vit
hava so software partin hjá
fyritøkuni.
At kunna veita heildar-
tænastur er ein stórur part-
ur av fyritøkuni. Málið er at
gerast besti e-business veit-
ari á føroyska marknaðin-
um.
VIT eru ikki
VIT longur
Óli Olsen, stjóri á Faroesoft, uttanfyri nýggju hølini
Í døkkum ótta detta heystsins bløð
sum sjónirnar í skýmdum allar nøtra –
hvar fór mín gleði? – sólin kom og fjøtrað
við summarhita barnsins leik um bø –
tí megi viknar – tendra lívsins bál
og lat meg kenna fløva tín og hita –
í køldum skugga vil eg ikki sita
við ljósins svára tosta mær í sál!
kom aftur góða ver mær altíð hjá
tí gleðin følnar burtur tí her valda
bert myrkurskaldir glottar, lívind grá –
Kom veit mær lívsins gleði og tað kalda
úr hugaheimsins tankaborgum rek
og nýggjan várs- og summarsongin vek!
Chr. Fróði
Sonnet
Tryggingarfelagið
Føroyar lækkar
rentuna á øllum
bilfíggingum hjá
felagnum
RENTUPOLITIKKUR
Trygingarfelagið Føroyar
lækar nú rentuna á bilfígg-
ingunum við trýkvart pros-
enti úr sjey prosentum ár-
liga niður í seks og ein
fjórðings prosent p.a.
Talan er um rentu fyri
allar bilfíggingar, líka mik-
ið, hvussu gamal bilurin er,
sigur
Tryggingarfelagið
Føroyar í tíðindaskrivi, sent
er um dagarnar.
Lækkingin er avleiðing
av rentulækking á fíggjar-
marknaðinum sum heild.
Hendan lækkingin hevur
verið, síðan Tryggingarfel-
agið Føroyar seinast lækk-
aði sína rentu., Tað var tann
1. august í ár, verður sagt í
tíðindaskrivinum.
Annars sigur Tryggingar-
felagið Føroyar í tíðinda-
skrivinum, at bilfígging nú
verður avgreidd beinleiðis
hjá bilasøluni.
ej
Rentulækking
C
M
Y
K
5
4