týsdagur 2. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 189 - 2. oktober 2001
Nr. 189 - 2. oktober 2001
7
Kongshavnar
Útgerðarfelag hevur
keypt partapeningin
aftanfyri rækjutrol-
aran Ocean Castle, og
Tórbjørn og teir
rokna við, at tað fer at
bera til
Mánadagin í síðstu viku
varð handilin avgreiddur,
og á eykaaðalfundi fyrra-
partin í gjár vórðu nevnd og
stjórn í felagnum skift út.
Tað er Kongshavnar Út-
gerðarfelag, sum feðgarnir
Jóan Jakku og Tórbjørn
Jacobsen á Glyvrum eiga,
sum hevur keypt parta-
brøvini í partafelagnum
Borgarfelli og smápartafe-
lagnum Slættafelli á Skála.
Hesi feløgini hava átt
rækjutrolaran
Ocean
Castle. Trolarin eigur kvotu
í Eysturgrønlandi upp á 115
tons, umframt part í saml-
aðu dagakvotuni á Flemish
Cap og eystanfyri. Í nevnd-
ini eru nú Jóan Jakku
Jacobsen, Tórbjørn Jacob-
sen og Bjørn á Heygum.
Stjóri í felagnum er Tór-
bjørn Jacobsen.
Sum hjá øllum øðrum
rækjuskipum hevur rakstur-
in verið tungur hjá Ocean
Castle. Rækjuprísirnir eru í
botni, og oljan hevur verið
so dýr sum ongantíð áður.
Er tað ikki burturvið at
seta pening í eina vinnu,
sum so at siga hýkur á
knøunum, hava vit spurt
Tórbjørn Jacobsen:
– Í løtuni ber ikki til at
fáa raksturin at bera seg.
Men tað verður hildið, at
tað skulu ikki so stórar
broytingar til, áðrenn tað
kann hanga saman. Felagið,
sum átti skipið, vildi selja,
og vit hava gingið út frá
orðatakinum, at tað er í
vánaligum tíðum, at íløg-
urnar skulu gerast. Samlaði
partapeningurin er 6,77
milliónir krónur, og gomlu
eigararnir eru ikki komnir
illa burturúr handlinum,
sigur Tórbjørn Jacobsen,
sum ikki vil siga meiri
neyvt, hvat keypsprísurin
hevu verið.
Men eru tit betri skikk-
aðir at reka rækjuskip, enn
teir eru, sum higartil hava
átt felagið?
– Tað eru vit neyvan. Fá
føroysk fiskiskip hava verið
so nógvar dagar í sjónum
sum hesin togarin. Tí hava
vit heitt á manningina, sum
hevur verið við, um at
halda fram. Men vit hava
møguleikar at fíggja ábøt-
urnar, sum skulu til, eisini
fyri at fáa betri prís pr. kilo.
Verksmiðjan skal hava eina
nýggja løggilding við árs-
enda, og eftir ábøturnar, ið
gjørdar verða í hesum sam-
bandi, skuldi tað verið
møguligt at fingið meiri
burturúr
tilfeinginum.
Hetta var ikki møguligt hjá
teimum, sum frammanund-
an áttu skipið, tí raksturin
leingi hevði verið tungur.
Góðar og minni góðar
síður
Kapitaltrotið í rækjuvinn-
uni kemst m. a. av løg-
tingslógini um "sanering"
av stuðulslánum til rækju-
flotan. Løgtingslógin er frá
1998, og málið við lánun-
um, sum eru rentu– og
avdráttarfrí inntil 2012, var,
at flotin skuldi varðveitast á
føroyskum hondum. Tá tey
tólv árini eru farin, detta
lánini burtur. Um skipini
verða seld innan tíðarkarm-
in, so fellur alt stuðuslánið
til gjaldingar. Í hesum
førinum er talan um 42
milliónir krónur.
– Málið við lóggávuni
var og er gott. Annaars
hevði meginparturin av
fjarfiskiflotanum farið av
landinum – ígjøgnum kon-
kursir – har í hitt almenna
hevði mist peningin kortini.
Hetta eru tey seinastu
stuðulslánini, sum eru eftir,
so eingin vandi er heldur
fyri, at hendan lógin verður
ein fyrimynd fyri aðrar
partar av flotanum í van-
ligum tíðum. Soleiðis sum
tað skjótt kundi blivið við
einari veikari politiskari
skipan. So mikið hava vit
sæð áður. Skuggasíðan er,
at tað ikki ber til hjá rækju-
flotanum at læna til ábøtur
og rakstur. Eingin fígging-
arstovnur fer at læna við
panti uttanfyri almenna
veðhaldið. Alt hetta er
orsøkin til, at teir, sum áttu
partafeløgini, vildu selja,
og at vit keyptu. Og eg
kann leggja afturat, at vit
eru serliga fegnir um, at tað
eydnaðist okkum at keypa,
tá tað helst er ein veruleiki,
at vit kappaðust við útlend-
ingar, sum umvegis før-
oyskar stráðmenn ætlaðu
sær partafelagið og harvið
skipið og kvoturnar, sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Ætlanin hjá Kongshavnar
Útgerðarfelag er at fusio-
nera partafeløgini. Tað
verður beinanvegin farið
undir at gera neyðugu ábøt-
urnar, sum tað verður rokn-
að við fara at kosta 3–4
milliónir krónur. Í 1989 var
byggikostnaðurin fyri Oce-
an Castle 96 milliónir krón-
ur. Lánibyrðan, sum skipið
skal forrenta – umframt
almenna pantið – er umleið
26 milliónir krónur. Størri
parturin av lánibyrðini er
fíggjað í Realinum og í
einum japanskum banka.
Kongshavnar Útgerðarfe-
lag fíggjar sjálvt ein stóran
part av íløguni og allan
raksturin. Bankasambandið
hjá felagnum er Føroya
Sparikassi.
jh
Tórbjørn
farin í
rækju-
vinnuna
SPARING
Ingrid Bjarnastein
Fyrispurningur er nú settur
Sámal Peturi í Grund við-
víkjandi koyringini til og
frá Varda Verkstaðnum á
Bakka í Vági.
Sosialurin skrivaði miku-
dagin, at vegna sparingar
verður busskoyringin fyri
brekað í Suðuroy skerd
burtur.
Tingmenninir, Jóannes
Eidesgaard og Henrik Old,
hava tí sett Sámal Peturi í
Grund fyrispurning um,
hvørjar ætlanir landstýris-
maðurin nú hevur, tá buss-
koyringin hjá Verkstaðnum
á Bakka er hildin uppat 1.
oktober.
Talan er um 100.000
krónur um árið, ið skulu
sparast. Peningurin strekkir
ikki til, og avleiðingin av
hesum er tískil, at buss-
koyringin fyri brekað verð-
ur niðurleggjast.
Hetta kemur sera illa við
hjá varda verkstaðnum, og
væntað verður, at virk-
semið har kemur at minka
ein triðing. Minst fimm av
teimum, ið dagliga eru á
verkstaðnum,
fáa
ikki
komið til arbeiðis, tí tey
hava brúk fyri serflutningi,
og Bygdaleiðir er ikki ført
fyri at veita hesa tænastu.
Fyrispurningurin,
ið
Jóannes Eidesgaard og
Henrik Old hava sett Sámal
Peturi í Grund verður tikin
upp á dagsskránni hjá
løgtinginum í morgin 3.
oktober klokkan 13.30.
Fyrispurningur um Varda
Verkstaðin á Bakka
Ocean Castle endar nú á
Glyvrum
Ánararnir av Halga-
felli, sum Sjóvinnu-
bankin í 1992 misti 21
milliónir uppá, hava
fyribils slept sigling-
ini í Grønlandi og
hava gjørt íløgur á
fleiri øðrum økjum,
har teir rokna við, at
talan er um burðar-
dyggar ætlanir
At feðgarnir Jóan Jakku og
Tórbjørn Jacobsen á Glyvr-
um hava gjørt av at keypa
ein rækjutrolara hevur við
sær, at teir – fyribils í
hvussu so er – sleppa
farmavinnuni, sum teir
hava verið uppií í meiri enn
eina hálva øld. Jóan Jakku,
sum í ungdómsdøgunum
sigldi við Jóannesi Paturs-
syni
og
Kalsevni
við
Hvannasundsbrøðrunum
Hans Paula og Andreasi
Johannesen, fór eftir lokið
skipsføraraprógv í 1956 út
at sigla sum stýrimaður og
skipari við m. a. Lauritzen,
áðrenn hann og seinni
sonurin fóru undir sigling á
egnum kjøli – fyri tað
mesta í Grønlandi.
– Fyri fýra mánaðum
síðani vóru vit í Noregi.
Ørindini vóru at keypa eitt
farmaskip. Sáttmálin var
klárur, og tað var bara eftir
at skriva undir. Eg skilji
væl, at tann, sum hevði
ábyrgdina av handlinum,
helt okkum vera óðar í
høvdinum, tá vit bakkaðu
út. Hann mundi nú vera
mest eymur um sína egnu
provisión. Vit hildu ikki, at
tað var ráðiligt at halda
fram í farmavinnuni, og tað
hava vit ikki angrað. Fyri at
siga tað stutt, so eru um-
støðurnar hjá smáu feløg-
unum sera torførar. Stóru
feløgini dumpa prísirnar,
og fleiri av feløgunum, sum
eru av somu stødd, sum
okkara er, eru givin ella eru
farin á húsagang, sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Men tit hava havt eina
góða rutu í Grønlandi?
– Tað er rætt, men tað
hevur verið ein sera krevj-
andi sigling. Tað er vanda-
mikið 24 tímar um sam-
døgrið og hvønn dag. Tú
skalt vera uppi í sjálvur ta
mesta av tíðini, og tað er
avmarkað, hvussu leingi tú
megnar tað. Tá so verður
lagt afturat, at sáttmálarnir í
Grønlandi bara fevna um
eitt ár, so er grundarlagið
alt ov tepurt at keypa nýtt
farmaskip.
Gevst tú at sigla nú?
– Vit hava so at siga bara
fingist við farmasigling
nógvu tey seinnu árini. Um
vit duga nakað, so er tað at
vera umborð á farmaskip-
um. Eg havi ongar royndir
at sigla við rækjutrolara, so
har fara vit at lata aðrar
hava
ábyrgdina,
sigur
Tórbjørn Jacobsen, sum
síðst í sjeyti árunum royndi
seg umborð á Sjúrðarbergi,
har Bjørn Justinussen, sáli,
av Glyvrum var skipari.
Upp og niður
Tað hevur verið nógv at
hoyrt um Kongshavnar Út-
gerðarfelag – eisini eftir at
Halgafelli fór á land í
Noregi og gjørdist vrak.
Tá Tórbjørn Jacobsen
lítur aftur á seinastu tíggju
árini, so kann ikki sigast
annað, enn at tað hevur
verið buldraligt – bæði so
og so.
– Í 1992 fóru vit á
húsagang. Sjóvinnubankin
misti – sum tann einasti
kreditorurin – 21 milliónir,
og tá dugdu vit ikki at
skilja, hví vit skuldu fara á
heysin, tí vit ikki megnaðu
ein hálvan avdrátt í Skips-
kreditgrunninum.
Undir
vanligum umstøðum hevði
bankasambandið lagt pen-
ingin út. Útlitini vóru rímu-
lig, men har bar bara einki
til. Sjálvir áttu vit ongar
pengar eftir. Alt var farið í
vinnuna. Tað er ikki ov
nógv sagt, at vit stóðu púra
á berum. Men eftir 6.
oktober 1992 skiltu vit alt
betur.
Søgan
aftanfyri
húsagangin var tann, at vit í
1988 keyptu Helenu, ið var
eitt tvey ára gamalt farma-
skip, á tvingsilssølu. Vit
góvu
skipinum
navnið
Halgafelli. Vit høvdu ikki
roknað við, at tað fór at
verða neyðugt at brúka átta
milliónir fyri at fáa skipið
siglingarklárt.
Tí
varð
raksturin tungur. Vit klár-
aðu renturnar, men hesa
einu ferðina megnaðu vit
bara helmingin av avdrátt-
inum, og so fall hamarin,
sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tá hann greiðir frá,
hvussu tað síðani gekst
teimum, er frágreiðingin
ikki so ólík gongdini hjá
fleiri øðrum fyritøkum
fyrrapartin av níti árunum:
– Skipskreditgrunnurin
kravdi húsagangin á vári.
Vit høvdu brúkt Sjóvinnu-
bankan, og nú samráddust
vit í fýra mánaðir við Før-
oya Banka um eina loysn,
so vit kundu halda fram at
sigla í Grønlandi, og teir
tóktust vera sinnaðir at vera
við. Báturin skuldi seljast
18. juni. Vit høvdu einki
svar fingið frá bankanum,
men kortini var eg á veg av
landinum við tí í hyggju at
bjóða upp á skipið. Hetta
var 17. juni, og klokkan
15.45, meðan eg var á
flogvøllinum, kom svarið
frá bankanum, og tað var
nei. Vit royndu beinanvegin
at koma í samband við
Føroya Sparikassa, sum
akkurát tá var komin undir
bankalógina. Tað eydnað-
ist, og klokkan 23.30 hetta
kvøldið fingu vit játtandi
svar. Stjórin, Eyðun á
Rógvu, var staddur uttan-
lands, men hann bar skjótt
at, og hevði tíbetur eina
øðrvísi áskoðan, enn bank-
in hevði, og tað eigur hann
alt rós uppiborið fyri.
Hansara avgerð botnaði
bara í treytaleysum áliti. Og
tað haldi eg ikki, at vit hava
svikið. So vit kunnu í dag
siga, at tað er fyri ein part
Eyðuni fyri at takka, at
hesin rækjutrolarin nú er
komin yvir um fjørðin. Tá
Halgafelli fór á land í
Noregi og gjørdist vrak, var
báturin útgoldin, veit Tór-
bjørn Jacobsen at siga.
Á fleiri frontum
Síðani Kongshavnar Út-
gerðarfelag gjørdi av ikki at
halda fram í farmasigling-
ini, hava teir gjørt íløgur á
fleiri øðrum økjum. Eitt nú
eiga teir handilsbygningin,
har Bónus á Glyvrum held-
ur til, teir hava sett eina
millión í partafelagið At-
lants Kolvetni, teir eiga ein
part av partapeninginum í
Stranda Máling, og so eru
teir eisini uppi í Havsbrún í
Fuglafirði.
– Prinsipielt halda vit, at
tað skal vera vónin um, at
tað fer at bera til, sum skal
vera orsøkin til allar vinnu-
ligar íløgur. Fyri okkum
hevði tað ivaleyst verið
lagaligari at rikið virkið,
sum vit hava á havnaøkin-
um í Runavík og so at havt
pengarnar fyri Halgafelli í
bankanum. Skyldmaðurin
Hans Pauli Johannesen
skuldi eina ferð siga, at
peningur í rúgvu ger ongan
mun. Hann skal brúkast
sum tøð, so tað fæst at
grógva nógva staðni, og tað
taki eg undir við honum í.
Umframt at hava yvir-
tikið Ocean Castle, hevur
Kongshavnar Útgerðarfe-
lag fyrr í ár sett fimm milli-
ónir í Dagsbrún í Fugla-
firði. Talan er um holding-
felagið, sum eigur ein
stóran part av partapening-
inum í Føroya Fiskiídnaði,
sum aftur eigur Havsbrún.
– Tað vóru fleiri onnur
feløg, sum settu pengar í
Havsbrún, Eg eri heilt vísur
í, at tann íløgan er burðar-
dygg. Men tað er einki at
liggja oman á, at talan
eisini var um eina so at siga
neyðloysn.
Útlendskur
kapitalur
var
framvið.
Høvdu føroyskar fyritøkur
ikki tikið seg saman, so
hevði Havsbrún og harvið
stórur partur av føroysku
alivinnuni verið á útlendsk-
um hondum, og tað hevði
verið ein skandala!
jh
Farmasiglingin hjá smáu feløgunum
er mest sum deyðadømd
Nú er Tórbjørn Jacobsen
aftur reiðari
C
M
Y
K
7
6