fríggjadagur 6. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2009
15
Tíðindaskriv
frá Faroe Ship
- Nýggir møguleikar hjá
ú tflutningsvinnuni - ser-
liga laksa og feskafiska
ú tflytarum
Frá mars 2009 økir Faroe
Ship komu- og fráferðir til
frama fyri Føroyskt vinnu-
lív. Faroe Ship kemur at
reka 3 siglingarleiðir
millum Føroyar og útheim-
in við 5 skipum, t.e.:
- Føroyaleiðin (Blikur)
siglir beinleiðis úr Føroy-
um til Danmarkar (Århus)
mikudag
- Suðurleiðin (Selfoss/
Brú ðarfoss) siglir bein-
leiðis til UK (Immingham)
fríggjadag
- Norðurleiðin (Goða-
foss/Dettifoss) siglir bein-
leiðis til Evropa (Rotter-
dam) leygardag
Innflutningur frá øllum
Evropa kemur við Føroya-
leiðini og Norðurleiðini til
Føroyar í vikuskiftinum.
Fríggjadagin 6. mars
2009 kemur Brúðarfoss til
Føroyar og fer síðani bein-
leiðis til Immingham,
leygardagin 7. mars kem-
ur Dettifoss til Føroyar og
fer síðani beinleiðis til
Rotterdam og mikudagin
11. mars 2009 fer Blikur
beinleiðis úr Føroyum til
Århus.
Nýggja siglingarkervið
er sera vælegnað til útflutn-
ing av feskum laksi og
feskfiski umframt
frystum og saltaðum
fiskavørum v.m. Nýggja
siglingarætlanin gevur
útflutningskundunum
nýggjar møguleikar og
tryggjar at vøran kemur á
allar marknaðir í Evropa
týðliga mánamorgun,
umframt at geva møguleika
til víðari flutning til t.d.
USA, mið- og fjarðeystu,
Russland og baltisku-
londini.
Nýggja siglingarkervið hjá Faroe Ship av bakkastokki í morgin
Faroe Ship – siglingarkervi – frá mars 2009
Eftir at hava tapt móti
Tvøroyrar Billardfelag og
spælt javnt móti Mimi
løgdu klaksvíkingar seg
aftur klárt á odda í før-
oyameistarakappingini í
billard, tá oddaliðið hjá
Klaksvíkar Billardfelag
vann 8-0 á Klaksvíkar
Billardfelag 2 við meira
enn 30 eygum í meðal
Billard FM
Føroyameistarakappingin í
billard hevur átt nógvan
spenning allar hesar fyrstu
dystirnar. Fyrst legði
Mimir seg á odda, síðani
kom Klaksvíkar Klubbi 1
stormandi, síðani gjørdu
tvøramenn eitt rættuligt
hál, og nú hava veteran-
arnir úr Klaksvík aftur lagt
seg fremst. Men enn kann
kortini nógv broytast, tí øll
liðini hava ikki spælt eins
nógvar dystir.
Eftir at hava spælt javnt
móti Mimi næstseinasta
vikuskiftið 4-4 skoraði
betra liðið úr Klaksvík fult
stigatal 8-0 móti sínum nr.
2 liði. Sigurin var tó ikki
bert væleydnaður í stigum.
Kristian Sune Høgnesen og
Sonhard Johannessen rudd-
aðu borðið nærum hvørja
ferð, tá sluppu framat.
Endaliga úrslitið gjørdist,
at teir fingu umleið 30
eygu í meðal. Kristian
Sune hevði besta spælið
uppá 686 eygu og besta
umfarið uppá 240 eygu.
Tvøroyrar Billardfelag
hevði vitjan av Havnar
Klubba og vann 6-2.
Við hesum úrslitinum
liggur Klaksvíkar Klubbi 1
nú á odda við 36 stigum
fyri seks dystir, 19,9 eygu í
meðal, Tvøroyrar Billard-
felag er nr. 2 við 24 stig-
um, 14,3 eygum í meðal
fyri fimm dystir, Mimir er
nr. 3 við 18 stigum, 17,0
eygum í meðal fyri tríggjar
dystir, Havnar Klubbi er
nr. 4 við 12 stigum, 12,9
eygum í meðal fyri fýra
dystir og aftast er
Klaksvíkar Billardfelag 2
við 6 stigum, 9,4 eygum í
meðal fyri seks dystir.
Hetta vikuskiftið vitjar
Mimir á Tvøroyri og Klaks-
víkar Billardfelag 1 í
Havnar Klubba.
Klaksvíkingar aftur í stoytinum
Tá ið eg byrjaði í býráðum,
var eitt tað fyrsta, sum var
á skránni Dagtilhaldið,
Sóljan, har løgtingið júst
hevði samtykt at taka fíggj-
arliga grundarlagi undan
Dagtilhaldinum í Klaksvík.
Tað var ongantíð nakar
ivi í mínari sál, at Dagtil-
haldið framhaldandi skuldi
vera opið. Men spurning-
urin var, hvar fíggingin
skuldi finnast.
Á fyrsta fundi hjá
nývaldu sosialunevnd, vóru
vit samd um, at Dagtilhald-
ið skuldi framhaldandi
vera opið. Nevndin bleiv
eisini samd um at finna
eina loysn hvussu Dagtil-
haldið skuldi rekast restina
av árinum. Avgjørt bleiv at
arbeiðast skuldi við hesum
til næsta nevndarfund.
Á øðrum nevndarfundi í
sosialunevnd, varð ein
loysn funnin.
Sum øllum kunnugt, so
er Klaksvíkar Kommuna
ikki so væl fyri í løtuni,
sum hesu seinastu mongu
árini. Her mátti raðfestast.
Sosialanevnd bleiv samd
um, at vit fyribils skuldu
brúka pening til rakstur av
játtanini, sum var avsett til
útbygging av Dagtil-
haldinum.
Har vóru tveir kostir í at
velja, og hvørgin teirra var
mjúkur. Antin skuldu vit
ikki brúka av játtanini, sum
var avsett til útbygging av
Dagtilhaldinum og vera
noydd til at snara lykilin
um -ella brúka pening frá
hesi játtan, soleiðis, at
Dagtilhaldið framhaldandi
kundi verða opið restina av
árinum.
Hetta uppskotið bleiv
einmælt samtykt á seinasta
býráðfundi.
Rætt er tað, at minnilutin
Eyðgunn Samuelsen, Hans
Arne Bertholdsen og Jákup
Mikkelsen, høvdu eitt
minniluta uppskot, um at
fíggja Dagtilhaldið Sóljuna
við at taka av játtanini frá
reinsan av Ósánni, men
hetta fall.
Mín áskoðan er, at tað
hastar at reinsa Ósánna,
sum liggur við ein barna-
skúla, soleiðis at fyribyrgt
verður, at kloakkvatn og
onnur óhumska rennur í
ánna. Hetta burdi verið
gjørt fyri nógvum árum
síðani.
Sosialadeild niðurraðfest?
Tá ið eg byrjaði í býráðn-
um, var nógv broytt á sosi-
aludeild beint framman-
undan. Sparirunda hevði
verið eftir tað fíggjarliga
ódnarveðrið í býráðum
beint áðrenn býráðsvalið
Henda sparirunda rakti
ikki sosialudeild, men
deildin hevur síðani mist
starvsfólk sum fóru í onnur
størv.
Sosialanevnd í nýggja
býráðnum hevur tikið hetta
málið upp - at tað manglar
fólk á sosialudeild og er
ferð við at finna eina loysn
á trupuleikanum. Sjálvt um
tað følist buldrut til tíðir,
so ivist eg onga løtu í, at
her fara vit eisini at finna
eina loysn. Eri av tí sann-
føring, at júst í ringum
tíðum er brúk fyri einari
vælvirkandi og ikki niður-
raðfestari sosialudeild.
Samgongan hevur rað-
fest, at hava Dagtilhaldið
opið, og arbeitt verður við
at betra um korini hjá
sosialudeild.
Samstundis verður Ósáin
eisini reinsað og er tað í
tøkum tíma, at hetta verður
gjørt. So her er longu
komið væl burtur úr.
Visiónir á eldraøkinum
Tað sum eg fleiri ferðir
havi ført fram í fjølmiðl-
unum og eisini í mínum
arbeiði, sum býráðslimur,
er fyribyrgjandi arbeiði á
eldraøkinum.
Okkara eldru, skulu hava
eitt virðiligt og innihalds-
ríkt lív. Her havi eg fleiri
ferðir pointerað hvussu
umráðandi tað er at hava
eitt vælvirkandi dagtilhald,
tí hetta er við til at
fyribyrgja, at okkara eldru
fara á ellisheim fyrr enn
neyðugt.
Sjálvandi vilja tað so
aftur vera nøkur, sum
hvørki brúka dagtilhald
ella fara á ellisheim.
Til síðst kann eg nevna,
at vit hava visiónir um eitt
nýtt Ellis- og vistarheim í
Klaksvík. Eg havi eisini í
fjølmiðlunum spurt um
partur av peninginum, sum
løgmaður sigur vit eiga í
ymsum grunnum, kann
brúkast til at byggja ellis-
heim fyri, so tørvurin á
eldraøkinum verður
nøktaður.
Jú sanniliga hevur
kommunan visiónir um
nógv ymiskt, men tað er
eingin loyna, at figgjar-
støðan hjá kommununi ikki
loyvir øllum hesum í løtuni,
men einaferð fer at lýsna,
og tá eru vit til reiðar at
føra visiónirnar út í lívið.
Viðmerkingar til Eyðgunn Samuelsen:
Ongantíð verið í iva um at Dagtilhaldið Sóljan framhaldandi skal vera opið
býráðslimur í
Klaksvíkar kommunu
ElsEbEth
GunnlEyGs
dóttur
hansEn
viðmerkingar