Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 • 6. mars 2009 Vikuskifti 14 og prátaði við eina sjúkrasystir. Knappliga føldi Ólavur, at alt innvortis steðgaði upp. – Eg fekk eitt hjartastop. Fult klárur í høvdinum, men ikki førur fyri at geva ljóð frá mær, føldi bara, hvussu kroppurin small niður í gólvið. Sjúkrasystirin gjørdist heilt frá sær sjálvari. Hon rann út í gongina og skríggjaði av øllum alvi eftir læknunum, sum vóru skjótir á staðnum. Eftir einum hálvum minutti, har eg var burtur, fingu teir hjartað aftur at pumpa, og eg slapp at halda fram at liva, sigur Ólavur. – Hetta var ein ordiligur skelkur fyri okkum, sigur Jona. »Um ein tíma kann eg siga um tú fært eitt hjarta« Sum tora á aljósum degi upprann tann løtan, sum Jona og Ólavur høvdu bíðað eftir í trý og eitt hálvt ógvuliga long ár. – Tann 4. desember var støðan hjá mær so lívshættislig, at nú snúði tað seg um tímar og ikki dagar, sum eg hevði eftir. Hjartað hjá mær arbeiddi bert 5%. Kom eitt hjarta ikki beint tá, var spælið endaliga liðugt, sigur Ólavur. Læknarnir høvdu eitt síðsta kort eftir í hondini, og tað var at senda eitt triðja og síðsta »urgent call« út. Møguleikarnir fyri positivum svari eftir hvørt »urgent call« gerast verri og verri. Vandin er, at læknarnir í hinum londunum kunnu meta, at sjúklingurin er so mikið sjúkur, at hann nokk ikki megnar tað kortini. Men undrið hendi. Sum læknar­ nir henda sama dagin tingaðust, um teir skuldu brúka síðsta kortið, kom donorhjartað. – Læknin kom inn til okkara og segði, at um ein tíma kundi hann fortelja okkum, um hjartað, sum teir høvdu fingið, kundi brúkast til mín. Hatta var so heilt ótrúligt, at í fyrstu syftu fangaði eg tað als ikki. Eg sat bara og gapaði, meðan eg mátti fáa orðini at sodna. At løtan, vit hava bíðað eftir í trý og eitt hálvt ár, nú møguliga skuldi vera upprunnin, var ikki til at trúgva. Tímin, vit bíðaðu eftir svari, var millum teir longstu í mínum lívi, greiðir Ólavur frá. Boðini komu til endans, at hjartað passaði til Ólav, og tveir tímar seinni lá Ólavur á skurð­ borðinum. Sjálv skurðviðgerðin tók 10 tímar, og gekk hon væl. Av ymiskum orsøkum varð Ólavur hildin sovandi av medisini í heilar 12 dagar: – Eg var væl svøvntur eftir skurðviðgerðina, sigur Ólavur skemt andi. Eftir teir 12 dagarnar, tá ið Ólavur vaknaði aftur, vóru hans­ ara fyrstu orð: – Eg vil sleppa at svimja við Idu og vil eisini í brúdleyp hjá systkinabarninum í Eysturríki. Ólavur dámar eins og Ida væl at svimja, men hann hevði ikki kunnað gjørt tað tey seinastu tvey árini, meðan hann hevur gingið við Heartmate 2 pumpuni. Vónin mundi brostið á málstrikuni Tann 16. december varð Ólavur vaktur úr sínum heldur langa svøvni. – Tá Ólavur varð vaktur, var hann so útslitin. Tað píndi meg virkuliga at síggja hann so illa farnan bæði likamliga og sálarliga, sigur Jona. – Vit skuldu verið í sjeynda himli, og tað vóru vit eisini á ein hátt. Men læknarnir hildu alla tíðina aftur og søgdu, at teir ikki kundu lova nakað. Eitt nýtt hjarta var ikki nøkur trygd, tí tað vóru so nógv viðurskifti, sum kundu spæla inn, greiðir Jona frá. Tá hendi tað, sum bara ikki mátti henda: Tveir dagar seinni bleiv Ólavur lammaður. – Eg orkaði ikki meira. Eftir alt so skuldi hetta henda. Læknarnir søgdu seg ikki vita við vissu, hvat lammilsi var orsakað av. Antin var hetta eitt bráðfeingis lammilsi, sum kann henda eftir tílíka skurðviðgerð. Ella var talan um støðugt lammilsi. Boðini vóru heilt ræðulig, og á ein hátt var eg so skuffað, beisk og ill. Hinvegin hugsaði eg bara: »Jaja, hatta mátti bara mangla«, sigur Jona. Seinni fingu tey so at vita, at lammilsið fór at hvørva aftur. Við tí var ikki sagt, at Ólavur kom at vera 100% frískur aftur. Alt skuldi trenast upp aftur. At tosa, eta, sita, ganga og alt annað skuldi venjast upp frá grundini av. Men at hetta skuldi eydnast, var upp til Ólav sjálvan, tí hevði hann ikki viljan at stríðast, so kundi tað gera tað sama. Næstan frískur Tann stríðsvilji, sum Ólavur fyrr hevði víst, kom eisini til sjóndar í venjingini. Fyri hvønn dag sum gekk, tók Ólavur seg fram, og var framgongdin sambært læknunum stór. Fyrst var tað evnini at tosa, sum vórðu trenað og síðan rørslan. – Tann 6. januar 2009 var ein stórur dagur fyri meg, tí tá megnaði eg at taka 28 stig á sjúkra hús trappuni. Tað var ein ógvuliga stórur persónligur sigur fyri meg. Eisini var tað heilt ótrúligt at uppliva, at eg kundi byrja at hjálpa til í tí dagliga aftur, sigur ein glaður Ólavur. Læknarnir mettu, at venjingin skuldi taka upp móti trimum mánaðum, og í dag er Ólavur næstan heilt frískur. Enn haltar Ólavur tó eitt sindur við vinstra beini, men í framtíðini fer eisini tað at laga seg. – Eg sleppi ikki at rokast enn. Men um nakrar mánaðir kann eg so spakuliga byrja at svimja og røra meg aftur. Seinni kann eg so gera alt tað sama, sum onnur fólk, sigur Ólavur. Síggja tað stuttliga í tí ringa Hóast hendan tíðin hevur ver ið ræðu lig, siga Jona og Ólavur, at tey hava verið út fyri onkrum stutt ligum og komiskum hendingum. – Einaferð tá ið eg var næstan fullgingin við Jenny, skuldu vit keypa bæði blómur og ein sekk av mold. Konan í handlinum gav mær so blómurnar og skuldi so geva Ólavi sekkin við mold. Tá skundaði eg mær at geva Ólavi blómurnar og eg tók moldina frá konuni. Nakað hevur hon hugsað, hvat tað var fyri eitt mannfólk, sum bar blómur og læt sína konu við stórum búki taka ta tungu moldina, sigur Jona smáflennandi. – Ja, tað hava verið nógvar slíkar hendingar, har eg bara havi staðið og hugt at, meðan Jona m. a. hevur borið barnavognin upp gjøgnum trappurnar ella havt genturnar á hvør sínum armi, og so einar 2­3 taskur um hálsin. Onkuntíð kundi man føla samvitskubit, men á hinari síðuni var tað einki, sum eg kundi gera, sigur Ólavur. Ólavur er lættur av lyndi og hevur ofta dugað at vent tí syrgiliga til tað stuttliga. Eitt dømi er, tá hann einaferð varð heldur speiskliga spurdur, um man kundi fáa hjartasorg við sínum mekaniska hjarta. – Nei, eg fái ikki hjartasorg, men eg kann fáa maskinskaða, var skemtiliga aftursvarið frá Ólavi. Lært nógv av sjúkuni Fólk, sum hava upplivað mót­ gongd og deyða so tætt upp á egnan kropp, síggja sum vera man øðrvísi upp á lívið og tilveruna enn onnur. – Tað er einki at ivast í, at vit liva øðrvísi í dag, enn vit gjørdu áðrenn sjúkuna. Fyrr livdu vit bara uttan at hugsa stórvegis um tað. Í dag hevur hvørt sekund eitt dýrabart virði, sigur Ólavur. – Tær løturnar, sum onnur meta sum einkisigandi, njóta vit fult út. Vit liva nógv meira intenst í dag og eru takksom fyri hvønn morgun, vit vakna upp tilvitandi, at lívið ikki er ein sjálvfylgja. Har man fyrr plagdi at hoyra tey gomlu fólkini siga »bara man hevur heilsuna«, so eru tað í dag vit, sum siga »bara man hevur heilsuna«, sigur Jona. Gestir ein Guds gáva Haraftrat eru Jona og Ólavur samd um, at tey hava innsæð, hvussu týdningarmikið tað er við góðum fólki rundan um seg: – Vit kunnu ikki seta orð á, hvussu nógv tað hevur havt at siga fyri okkum, at fólk hava givið sær stundir at vitja meg. Dagarnir á sjúkrahúsinum kundu tykjast ógvuliga langir, tá ið man skuldi liggja har í mánaðir, sigur Ólavur. – Ja, tá ein so eisini hugsar um, hvussu nógv mót tað skal til fyri at vitja ein so sjúkan persón, má man veruliga taka hattin av fyri teimum. Tað er heilt sikkurt, at hesi mongu fólkini hava gjørt lívið hjá okkum nógv glaðari og ljósari, sigur ein takksom Jona. – Møguliga hava hesi fólkini hildið seg gjørt eina lítla tænastu, men fyri okkum vóru tey ein Guds gáva, sigur Ólavur. Møguliga flyta til Føroya í summar – Tað eru tvey pláss, eg hevði kunnað tonkt mær at búð, í Runa vík ella í Árnafirði. Árna­ fjørð ur hevur eitt heilt serligt pláss í hjart anum hjá Ólavi. Har hevur hann brúkt manga summar feriuna. Um alt gongst sum ætlað, er tað møgu ligt hjá Ólavi, Jonu, Idu og Jenny at flyta til Føroya í summar, har tey hava grund stykki í Runa vík, har Jona helst vil búgva. Eftir fýra ára stríð og mót­ gongd er bardagin næstan yvir­ staðin á hesum sinni. Og vónandi kunnu vit skjótt fella inn aftur í mongdina sum ein heilt vanlig, ung familja, ið lagnan bara vildi eina harða byrjan, áðrenn nógv góð ár við friði og gleði, eru tey smílandi samd um. Ólavur lá 12 dagar í respirator eftir skurviðgerðina