fríggjadagur 6. mars 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 46 - 6. mars 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Javnstøða og javnrættindi
Sunnudagin tann áttanda mars er árligi kvinnu-
dagurin, har spurningar um javnstøðu, javnrættindi
og spurningar sum heild viðkomandi rættindum
hjá kvinnum verða umrøddir. Tað er ikki meira enn
gott eitt hundrað ár síðan, føroyskar kvinnur fingu
kommunalan valrætt og ikki hundrað ár síðan
kvinnurnar fingu valrætt til lóggávutingini í ríkinum.
Hóast framstig av løgfrøðiligum og sosialum slag
eru hend, so er enn lang á mál í spurninginum um
javnrættindi fyri kvinnu innan- sum uttanlands.
Hesin spurningur er heldur ikki so heilt einfaldur
at greiða, tí krøvini til javnrættindi broytast
støðugt. Hesi krøv broytast alt eftir mentanarligum
rákum í samfelagnum. Tað er í hesum høpi ein
sera áhugaverdur spurningur, hvørjar kreftir í
samfelagnum ávirka hesi skiftandi rák og hvør, tað
er, sum í síðstu atløgu ger av, hvørji evni og hvørjir
spurningar, ið eru mest átrokandi og aktuellir í
dagsins samfelag. Hóast spurningurin um javnstøðu
sostatt ikki er so einfaldur, sum ein uttan víðari skuldi
hildið, so kann staðfestast, at javnstøðuspurningurin
fevnir um nakrar grundleggjandi meginreglur í
samfelagnum. Her er við øðrum orðum talan um
nøkur viðurskifti, ið hóast skiftandi rák og átrokandi
dagsaktuell evni, skulu vera í lagi fyri, at vit kunnu
staðfesta, at javnstøða og javnrættindini eru
galdandi í samfelagnum.
Her er við øðrum orðum talan um narkar fortreytir, ið
eiga at vera galdandi í einumhvørjum fólkaræðiligum
samfelag. Vit hugsa her fyrst og fremst um javnstøðu
í tí vit kunnu kalla almenna politiska rúminum, har
tær stóru avgerðirnar verða tiknar. Hóast kvinnur
við atliti at politisku skipanini hava somu formligu
rættindi sum menn og hóast stór framstig á økinum,
er enn langt á mál. Tey flestu munnu í dag vera samd
um, at eitt idealið má vera, at tað til einaoghvørja
tíð eru eins nógvar kvinnur og menn á tingi, í
landsstýri og í bý- og bygdaráðum. Seinastu valini
hava flutt mørk og at gongdin er jalig, um vit meta
um kynsbýtið í okkara fólkavaldu stovnum. Tað
ræður tí um hjá politisku flokkunum at halda fast
við hesa jaligu gongd. Tey, sum kunnu gera nakað
munandi við henda spurning, eru grasrøturnar í
politisku flokkunum, sum kunnu útinna nógv vald
innanflokka. Ein týðandi leið at ganga er at gera tað
innanflokka lobbyarbeiði, ið kann tryggja javnstøðu
í uppstilling.
Annar stórur spurningur snýr seg um formliga og
óformliga javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og
í privatlívinum. Her liggja stórar uppgávur fyri
framman hjá javnstøðunevnd, kvinnufelagsskapum,
fakfeløgum og ikki minst hjá tí einstaka borgaranum.
Jú ásannast má, at tað framvegis eru allar góðar
grundir at halda kvinnudag tann 8. mars og at fara
til frálíka tiltakið hja Kvinnufelagnum í Havn og
Kvinnusamskipan Føroya. Umframt mongu fundirnar
kring landið. Vit loyva okkum eisini at minna í tiltakið
leygarkvøldið kl. 20 á Hvonn, ið ikki verður minni
áhugavert. Við ynskinum um ein altjóða kvinnudag
til gleði og gangs fyri kvinnur og menn úti og heima.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Hugaligt at lesa, at lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum, aftan á fyrispurn
ing frá Sjálvsstýrisflokkin
um við Kristinu T. Larsen,
helt tað vera skilagott at
lata einum ídnaðarbáti
royndarloyvi til at fiska
hvítingsbróður.
Sjálvur var eg við í fiski
skapinum eftir hvítings
bróður síðst í 70 árunum
og fyrst í 80árunum. Tá
var ongin trupulleiki við
íblanding av hýsuyngli av
tí einføldu orsøk, at fiski
skapurin eftir hvítings
bróður gekk fyri seg uttari
og á djúpari vatni (størri
dýpi) enn tað, sum hýsu
ynglið vanliga uppiheldur
seg, tá ið tað tekur botn.
Í dag skuldi so ongin
trupulleiki verið yvirhøvur,
nú skiljiristirnar eru so
framkomnar. Hetta man
eisini vera einasti fiska
stovnur yvirhøvur í norður
høvum, sum fiskifrøðingar
mæla til, ella ikki mæla
frá, at fiska ein ávísa nøgd
av, men sum myndugleik
arnir kortini ikki loyva.
Nú sigur onkur, jú, men
tekur man so ikki føðina
frá onkrum øðrum? Jú, so
er, teir størru fiskarnir eta
teir smáu, hetta er náttúru
lógin. Men hesi 30.000
tonsini av hvítingsbróður
skulu so eisini hava at eta
hvønn dag, og allarhelst
eta teir burturav onkrum,
ið annar fiskur, eitt nú
toskur og hýsa annars
skuldu etið, so man tað
ikki vera ein spurningur
um javnvág millum fiska
sløgini, ið vit skulu raka
fyri at fáa sum mest burt
urúr einari burðardyggari
heildarveiðu.
Hvat virði hevur so
nevnda fiskanøgd fyri
Føroyar? Um alt mjølið og
lýsið, ið fekst burturúr
hvítingsbróðrinum varð
gjørt til laksafóður og bleiv
brúkt í føroysku alivinnuni,
hevði útflutningsvirðið
verið áleið kr. 150 mió.
Umframt at hava stóran
týdning fyri Føroyar, kundi
hetta verið eitt plástur á
sárið, nú so lítið bleiv í
okkara part av
svartkjaftinum.
30.000 tons av hvítingsbróður
Borgarstjóri
SIgUrð S.
SIMoNSEN
Tíðindaskriv
Aftur í ár skipa kvinnur í
Betesda fyri stórum
kvinnumøti í Badminton
høllini leygarkvøldið 7.
mars kl 20.
Ì fjør eydnaðist tiltakið
sera væl. Kvinnurnar
møttu fjølmentar, bæði úr
bygd og bý úr øllum
samkomum, meira enn
400 kvinnur.
Kvinnur luttaka við
sangi og talu. Eisini koma
trúboðanarkvinnur at hava
orðið.
Kaffi verður at fáa, og
dentur verður lagdur á at
góð tíð er til hugnaligu
samveruna.
Sunnukvøldið 8. mars
verður evangeliskt møti í
Badmintonhøllini kl. 18.
Hetta møtið verður ser
stakt við tað at kvinnur
skipa fyri og lutaka við
vitnisburðum og sangi.
Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Kvinnutreff í Badmintonhøllini
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Lesið
- so eru tit við