Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 • 6. mars 2009 Vikuskifti 13 høvdu ligið á somu stovu og høvdu tað sera gott saman. Ein dagin høvdu vit saman við hesum drongi avgjørt at fara út at hugna okkum. Vit avgjørdu at fara á eina fína matstovu. Sum Jona og eg gjørdu okkum klár at fara út, ringdi telefonin. Tá var tað frá sjúkrahúsinum, sum segði, at heldur ikki hesin drongurin megnaði at basa lagnuni, og at hann var deyður, sigur Ólavur við rørdari rødd. Fekk fyrst mekaniskt hjarta Tá ið ein verður vitni til at tvær systrar og fleiri vinfólk doyggja av somu sjúku sum ein sjálvur hevur, er tað ógvuliga lætt at fella í fátt. Spurd, hvat tað var, sum helt teimum uppi, hava tey fleiri orsøkir. – Eg havi ongantíð verið tann, sum hevur tolað at tapt. Mítt treiskni eigur uttan iva ein tann størsta leiklutin í, at eg enn eri á lívi. Læknarnir søgdu eisini, at uttan mítt treiskni hevði eg fyri langari tíð síðan verið deyður, sigur Ólavur og ljóðar vísur í síni søk. – Hóast hendan tíðin hevur verið ógvuliga strævin og torfør, hava vit følt, at vit hava verið borin gjøgnum hana. Vit vita, at tað eru nógv fólk heima í Føroyum og her í Danmark, sum hava biðið og enn biðja fyri okkum, og tað hava vit veruliga merkt. Eg veit ikki, hvussu okkara støða hevði sæð út uttan hesi fólkini, sum vit eru heilt ófatiliga takksom fyri, sigur Jona avgjørd. Men tað, sum uttan iva eigur størsta partin av stríðsviljanum hjá Ólavi, eru døturnar Ida og Jenny. – At hugsa um mínar døtur gav mær bara ein ótrúligan vilja til at yvirliva. Eg vildi ikki gera tær faðirleysar, áðrenn tær yvirhøvur fingu møguleikan at kenna pápa sín. Tað er einki at ivast í, at døturnar drivu meg til at berjast fyri lívinum, sigur Ólavur. Ólavur hevur ikki følt seg líka sjúkan alla tíðina. Í byrjanini skuldi hann bert fáa heilivág. Í 2004 var hann noyddur at fáa ein pacemakara. Pacemakarin megnaði tó ikki at halda hjartan­ um støðugt, og skjótt misti eisini medisinið sína kraft. Ólavur gjørd ist bara sjúkari og sjúkari. Til síðst orkaði hjartað næstan ikki at pumpa, einans 12% av megini var eftir. Tann 11. september í 2006 fekk Ólavur so eina mekaniska hjartapumpu, Heartmate 2. – At fáa Heartmate 2 var heilt ótrúligt. Tað var sum at fáa lívið aftur. Knappliga orkaði eg so at siga alt sum eg plagdi at orka, sigur Ólavur. – Ja, og takkað verið Heart­ mate 2 var lívið hjá okkum í 2007 í roynd og veru júst sum hjá øðrum barnafamiljum. Tó vóru vit enn nógv bundin at sjúkra­ húsinum, sigur Jona. Mátti fáa nýtt hjarta í stundini Tað var 16. juli í 2008, at Ólavur og Jona skuldu merkja til teir álvarsligu trupulleikarnar aftur. – Tann 16. juli, ein praktfullan summardag, har sólin skein oman og niðan, kendi Ólavur seg alt annað enn væl til passar. Men kortini avgjørdu vit at fara ein túr út á Hólman at njóta veðrið. Tá vit so skuldi til at koyra heim aftur, segði Ólavur seg ikki at vera føran fyri at koyra, og eg sá, at húðin hjá honum hevði skift lit. Enn einaferð vistu vit, at alt ikki ruggaði rætt og fóru beina leið út á sjúkrahúsið, sigur Jona. Heartmate 2 pumpan virkaði enn. Men við tað, at egna hjarta hjá Ólavi nú næstan ikki slerdi meira, og hjartaklaffarnir vóru vorðnir sera ótættir, rann blóðið bara aftur í hjartað og ikki út í kroppin, sum tað átti. Á sjúkrahúsinum vóru læknarnir ikki í iva, hvat teir skuldu gera. Støðan var so kritisk, at teir sóu seg noyddar til at gera eitt sokallað »urgent call«. Hetta merkir, at boð vóru send um alt Skandinavia, at læknarnir høvdu brúk fyri einum hjarta her og nú. – Tílík boð verða bert givin við lívsvanda, sigur Ólavur. Nú byrjaði tann harðasti bar­ dagin av øllum. Tað einasta, sum kundi bjarga Ólavi nú, var eitt nýtt hjarta. Men einki hjarta kom. Har var einki at gera. Tað einasta, Jona og Ólavur kundu gera, var at bíða, meðan hansara egna hjarta alsamt gjørdist vánaligari og vánaligari. Tað frættist eisini um hesa álvarsomu støðu hjá Ólavi í Føroyum. Nógv varð biðið kring landið, eisini í samkomum. – Hetta var uttan iva tann strævnasta tíðin í okkara lívi. Óvissan um Ólavur skuldi klára tað ella ikki, tærdi upp á allar okkara likamligu og sálarligu ressursir. Vit kundu ikki loyva okkum at hugsa, at »sjálvandi skuldi tað fara at ganga«, tí vit kendu nógv, sum vóru deyð av somu sjúku. Ja, alt ov nógv, sigur Jona og starir fram fyri seg. – Vanlig viðurskifti, sum onnur taka fyri givið, máttu vit hvønn dag berjast fyri. Tað týdningar­ miklasta var at varðveita humørið. Síðsta hálva árið hava tað ofta verið løtur, har vit hava verið á markinum at geva upp, men hóast tað hava vit bart okkum víðari. Hvønn dag máttu vit sannføra okkum sjálvi og alla tíðina royna at síggja viðurskiftini frá positivu síðuni. Tað hevur verið hart, sigur Jona. – Ja, sigur Ólavur og heldur á: – Um lagið hevði farið, hevði eg nokk eisini verið farin. Síðsta løtan komin – hjartastopp Ólavur bara viknaði og viknaði. Orkan at ganga fór, orkan at sita fór, og orkan at halda nýføddu dóttrini, Jenny, fór. Fyri hvønn dag, sum fór, minkaðu møgu­ leikarnir hjá Ólavi at yvirliva. Ein dagin í oktober gjørdist Ólavur so veikur, at tað ikki var ráðiligt at búgva heima. – Tað var ræðuligt knappliga ikki sleppa at vera heima meira, sigur Ólavur. Tað var ofta, at læknarnir og Ólavur sjálvur hildu, at nú var síðsta løta komin. Ein av teimum var ein dagin í november, tá ið Ólavur sat at tað at vera við sjúkraleguna hjá pápa sínum egnum Ólavur við konu síni Jonu Ólavur Thune var bert tímar frá deyðanum ➘