Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2009 Mandela stillar upp Alt bendir á, at eftirnavnið Mandela verður verandi í suðurafrikonskum politikki. Í hvussu er hevur tjóðskaparflokkurin ANC gjørt av at stilla Mandla Mandela upp til tjóðartingsvalið, sum verður í næsta mánað. Mandla, sum er handilsmaður, er abbasonur landsfaðirin og fyrrverandi forsetan Nelson Mandela. Eygleiðarar siga, at valið í næsta mánað er tað mest spennandi í Suðurafrika síðani 1994, tí tað er líkt til, at tann nýggi flokkurin Ting Fólksins fær eftir øllum at døma stóra undirtøku. Aftur stríð um gass Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, ávaraði í gjár grannalandið Ukraina um, at russar fara at skrúva fyri gassflutninginum, um Ukraina ikki rindar tað, sum landið skyldar russiska gassfelagnum Gazprom innan næsta leygardag. Hann legði afturat, at verða kranarnir skrúvaðir fyri, kann tað eisini ávirka gassflutningin til lond í Evropa. Ávaringin frá Putin kom dagin eftir, at alvápnaðir menn hjá ukrainsku fregnartænastuni høvdu tikið seg inn á høvuðsskrivstovuna hjá almenna gassfelagnum Naftogaz. Eygleiðarar siga, at hetta er tekin um stríð í ukrainsku leiðsluni. Á fundi í Hvalba í gjár­ kvøldið umrøddu tær fimm smáu komm­ unurnar í Suðuroy møguleikan fyri at leggja saman í eina kommunu uttan um Vág og Tvøroyri. Sum støðan er nú, vilja tær smáu kommunurnar ikki leggja saman við Vági og Tvøroyri, tí so verða tey øll somul so blóðfátøk, at tey fáa onki gjørt Kommunusaman­ legging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Spurningurin um at leggja kommunurnar í Suðuroy saman, hevur nú tikið eina spildurnýggja vend. Higartil hevur spurning­ urin bara verið, um Suðuroy skal vera ein ella tvær kommunur. Men nú kann tað alt samalt enda við, at tað verða tríggjar kommunur í Suðuroy. Tað er greitt, eftir at tær fimm smáu kommunurnar í Suðuroy hittust til fundar í ráðhúsinum í Hvalba í gjár­ kvøldið. ­ Nú vit aftur eru farin at tosa um at leggja kommunur í Suðuroy saman, hevur tað eina og aleina snúð seg um, hvat Vágur og Tvøroyri halda og um tað skulu vera ein ella tvær kommunur, sigur Otto West, borgarstjóri í Hvalba. ­ Men tað hevur ongin nakrantíð spurt tær smærru kommunurnar um, hvørja støðu tær hava til kommunu­ samanlegging, leggur borg­ arstjórin í Hvalba afturat. ­ Vit eru fullkomiliga tagdar burtur og tað finna vit okkum ikki í, staðfestir ein annar borgarstjóri í ein­ ari lítlari kommunu, Delmar Tausen í Hovi. Fátækar ella ríkar Men nú vilja tær fimm smærru kommunurnar í Suðuroy ikki longur sita tig­ andi á síðulinjuni og hyggja at, ímeðan tær báðar stóru kommunurnar í oynni ótarn­ aðar sleppa at seta dags­ skránna. Tí savnaðust umboð fyri tær fimm kommunurnar til fundar í Hvalba í gjárkvøldið at umrøða málið um komm­ unusamanlegging. Har samdust tær um at standa saman fyri at verja síni áhugamál ímóti teimum báðum stóru kommununum í sambandi við eina møgu­ liga kommunusamanlegg­ ing. ­ Tilsamans hava tær fimm smáu kommunurnar eiga tær fimm smærri komm­ unurnar einar 18 milliónir krónur á bók og tá er skuldin drigin frá, sigur Otto West. Harumframt hava tær eina skattainntøku upp á einar 50 milliónir um árið og hava sostatt møguleika at læna einar 50 milliónir krónur afturat. Otto West ásannar, at hetta er í heilt rundum tølum, men tey eru á einari leið. Hann sigur, at leggja hesar fimm kommunurnar saman, høvdu tær sostatt fíggjarliga staðið í eini mun­ andi sterkari støðu, enn tær báðu stóru kommunurnar gera. ­ Vit høvdu fingið eitt fíggjarligt frælsi til at tikið tøk, sum vit ongan møgu­ leika fáa til yvirhøvur sam­ an við Vági og Tvøroyri, soleiðis sum teirra fíggjar­ liga støða sær út. ­ Leggja vit saman við Vági og Tvøroyri, verður kommunuskuldin so stór til­ samans, at vit sleppa ikki at taka lán, tí vit koma at byrja samanleggingina við eini skuld upp á 100 milliónir og tað er so óhugaligt, at tað kann ikki góðtakast, sig­ ur Delmar Tausen. Harafturat kemur so tað, at leggja tær fimm komm­ unurnar saman, høvdu tær eisini staðið sterkar í fólka­ tali, tí tað høvdu búð næstan 1700 fólk í kommununi. ­ Hetta er munandi fleiri fólk enn tað búgva í Vági og bara eitt lítið sindur minni enn tað búgva á Tvøroyri, sigur Otto West. Skuldin skal sanerast Hann sigur, at seinastu tíð­ ina hevur talan verið um at seta ein arbeiðsbólk við ein­ um umboði fyri hvørja kommunu at viðgera spurn­ ingin um kommunusaman­ legging. Men á fundinum í Hvalba í gjárkvøldið samdust tær fimm smærru kommunurnar um at velja eitt, ella kanska tvey umboð í hendan arbeiðsbólkin at røkja áhugamálini hjá teimum smærru kommununum. Otto West leggur tó dent á, at tær fimm kommunurnar eru eisini sinnaðar at tosa um eina aðra loysn, enn at tær leggja saman uttan um Vág og Tvøroyri, so at talan kortini kann verða um, at øll Suðuroy verður ein komm­ una. ­ Men ein fortreyt fyri tí er, at ein loysn fæst á kommunuskuldini hjá Vági og Tvøroyri, so at skuldin hjá teimum verður sanerað. ­ Vit eru ikki sinnað at avlevera okkara fíggjarligu ognir í ein botnleysan kassa hjá Vági og Tvøroyri, tí so verður tað einasta, vit fáa burtur úr, at vit koma at hanga upp á teirra ovurstóru skuld eisini. Og tilsamans koma vit framvegis at skylda so nógv, umframt at vit verða avskorin frá at taka lán og sostatt fáa vit onki fíggjarligt frælsi til at gera nakað sum helst Otto West sigur, at verður skuldin hjá Vági og Tvør­ oyri ikki sanerað, verður eisini neyðugt at seta skatta­ prosentið hjá borgarunum í øll teimum smáu kommun­ unum nógv upp. ­ Tær báðar stóru komm­ unurnar hava eitt skattapro­ sent omanfyri 23%, meðan tær smærru kommunurnar hava eitt skattaprosent upp á millum 18 og 21, men leggja vit saman, sum fíggjarliga støðan er nú, rýkur skattaprosentið hjá øllum upp í topp, sigur Otto West. ­ Vit kunnu ikki forsvara mótvegis okkara borgarum, at vit leggja saman til eina fíggjarliga støðu, sum er nógvar ferðir verri enn tann, vit eru í nú, leggur borg­ arstjórin í Hvalba afturat. Smáir og ríkir suðuroyingar standa saman 2007 Nettoogn Skattainntøka Loft lán Fólkatal Hvalba 17.895.000,00 kr 20.395.000,00 kr 733 Fámjin 1.554.000,00 kr 2.162.000,00 kr 110 Hov (1.192.000,00) kr 3.062.000,00 kr 115 Porkeri (2.063.000,00) kr 7.948.000,00 kr 335 Sumba 2.252.000,00 kr 8.351.000,00 kr 379 18.446.000,00 kr 41.918.000,00 kr 60.364.000,00 kr 1672 Tvøroyri (56.169.000,00) kr 50.368.000,00 kr 1771 Vág (43.085.000,00) kr 36.448.000,00 kr 1406 (99.254.000,00) kr 86.816.000,00 kr (12.438.000,00) kr 4849 Á innanhýsis fundi í gjárkvøldið hava tær fimm smáu kommunurnar í Suðuroy gjørt av at standa saman fyri at hava eina mótvekt ímóti Vági og Tvøroyri. Ein møguleiki er, at tær fimm smáu kommunurnar leggja saman uttan um Vág og Tvøroyri, sigur Otto West, borgarstjóri í Hvalba Hendan talvan vísir fíggjarligu støðuna hjá teimum sjey kommununum í Suðuroy. Tølini eru frá árslok 2007, men tey siga, at tey eru ikki broytt stórvegis og tey geva sostatt ein heildarmynd av støð­ uni. Verður øll Suðuroy løgd saman í eina kommunu, byrja tær við eini skuld upp á 100 milliónir Tær smáu kommunurnar góðtaka ikki at leggja kommunurnar saman og at avlevera sínar banka­ bøkur í ein botnleysan kassa hjá Vági og Tvøroyri, tí er sanering ein fortreyt fyri at leggja saman