fríggjadagur 6. mars 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 • 6. mars 2009
Vikuskifti
12
Ólavur Thune, føddur Justinusen,
er føddur 10. september 1979 í
Streymnesi. Hann hevur ongantíð
verið ein sum hevur ligið á latu
síðuni. Barna- og ungdómsárini
hava verið merkt av nógvum
likam ligum aktiviteti, har Ólavur
bæði hevur róð kapp, spælt
fótbólt, gingið á fjalli o.s.fr. Ikki
ánaði hann tá, at soleiðis skuldi
hansara lív ikki halda fram.
Deyðasjúkur
frá degi til dags
Tá ið lívið hjá Ólavi enn var sum
hjá teimum flestu, møtti hann í
2001 eini gentu úr Runavík, ta eitt
ára yngru Jonu. Tey blivu væl og
vórðu tey trúlovað stutta tíð eftir.
Fyrsta tíðin sum trúlovað var sum
vera man merkt av gleði og kæti.
Ikki vistu tey, at ógvuliga harðir
sjógvar lógu í nærmastu framtíð.
Ólavur hevði tvær systrar, sum
frá barni av høvdu ringt hjarta.
Tær vórðu tó ikki mettar at vera
í serligari vandastøðu. Í februar
2003 fór elsta systurin, Synnøve,
til Danmarkar til kontrol.
– Tá ið læknarnir sóu støðuna
hjá Synnøve, vórðu teir skakaðir.
Sama dag, ið Synnøve var
inn løgd til kanningar, fekk hon
hjartasteðg. Støðan var so
kritisk, at bert ein mánað seinni
varð hon løgd undir skurð fyri
at fáa eitt mekaniskt hjarta,
sokallað Heartmate 1. Undir
skurðviðgerðini orkaði kroppurin
hjá Synnøve ikki meira, og and-
aðist hon á skurðborðinum 24.
mars 2003, einans 27 ára gomul,
sigur Ólavur.
Hann leggur aftrat, at hetta var
ógvuliga hart fyri Jonu, seg og
alla familjuna.
– Ein mánaður er ikki long tíð
frá at vera næstan frískur til at
liggja í kistuni, sigur hann.
Um hesa somu tíð byrjaði
Ólavur at merkja, at kroppurin
orkaði minni og minni. Hann helt
tað tó loyniligt í fyrsta umfari. Á
arbeiðsplássinum byrjaðu menn
at halda hann vera í so dovnan,
men Ólavur royndi av øllum alvi
at fylgja við. Eisini spældi Ólavur
innandurafótbólt. Men Jona sá,
at alt ikki ruggaði rætt, tá ið hann
var bæði gulur, bláur og grønur
eftir lokna venjing.
Spurdur, hví hann ikki fór til
kanningar beinanvegin, svarar
Ólavur:
– Eg tordi ikki.
– Eg tordi ikki at hugsa møgu-
leikan, at tað kundi ganga mær
sum systrini, so eg leyg fyri mær
sjálvum, at hetta nokk mundi fara
at ganga yvir, sigur hann.
Tá Ólavur so einaferð var í
Danmark til kanningar saman
við hinari systir síni, Maud,
spurdi læknin av reinari tilvild,
um Ólavur hevði hug til at verða
kannaður. Hann føldi, at alt ikki
var, sum tað átti, og valdi hann tí
at taka av tilboðnum. Boðini vóru
skakandi:
Hjartað pumpaði við 40% kraft!
Frá at hava verið »frískur« dagin
fyri, var hetta sum at fáa ein
ordiligan frammaná. Hetta vóru
eini ógvuliga tung boð at fáa.
– Av allari mótgongd, vit hava
møtt á leiðini, hevur hetta verið
tann størsta. Synnøve var júst
deyð av hesi somu sjúku, og nú
vóru tað brádliga vit, sum stóðu
fyri skotum, sigur Jona.
– Alt hendi í senn. Fyrst doyði
Synnøve í mars. Síðan varð í mai
staðfest, at Ólavur var álvarsama
sjúkur, og sum um tað ikki var
nóg mikið, so bleiv hin systurin,
Maud, sett á bíðilistan til nýtt
hjarta í juni sama ár. Eftir trimum
mánaðum vóru lívini hjá okkum
púra endavend, og var hetta ein
sera torfør tíð, sigur Jona.
Ólavur nikkar játtandi. Lagnan
vildi heldur ikki, at Maud skuldi
klára tað, og andaðist hon í januar
2005, einans 32 ára gomul.
Torført at knýta
vinarbond
Við eini so álvarsliga sjúku sum
hjá Ólavi og við at vera so tætt
bundin at sjúkrahúsinum, kemst
ikki uttan um at møta fólki í somu
støðu. Soleiðis er tað eisini hjá
Ólavi og Jonu. Gjøgnum hesa
tíðina eru tey komin at kenna
heilt nógv fólk við líknandi sjúku.
Tað er rættuliga náttúrligt, at ein
verður tætt knýttur at hvørjum
øðrum. Trupulleikin er bara, at
tílík vinarbond ikki vara so leingi.
Fleiri ferðir hava Ólavur og Jona
fingið tey tungu boðini, at aftur
eitt av teirra vinfólkum hevði
givið upp.
– Tað var ein drongur, ið var
eitt ár yngri enn eg, og sum eg
var serliga tætt knýttur at. Vit
Hjartaleysi Ólavur
fekk nýtt hjarta
í síðstu løtu
Tey síðstu árini hevur hvør dagur hjá Ólavi Thune verið ein
bardagi móti deyðanum. Ólavur yvirlivdi í fyrsta umfari takkað
verið einum mekaniskum hjarta, sum at enda ikki var nóg mikið.
Sosialurin hevur hitt Ólav og konu hansara Jonu. Tey greiða frá
hesi sera dramatisku søgu, har hvør løta kundi verið tann
seinasta hjá Ólavi
Óli Jákup
Jacobsen
Reportasja
Alt tað Ida kann minnast, hevur hon javnan vitjað pápa sín á Ríkissjúkrahúsinum
Eisini Jenny mátti frá fyrsta degi venja seg við, a
fleiri tímar um dagin, var ein partur av gerandisd