Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2009 Samstundis sum ivi verður sáddur um virksemið hjá Eik, verður alt mestsum til gull, sum nærmasti kappingarneytin nertur. Sjálvur hevði Føroya Banki eitt avkast á umleið 200 milliónir krónur og dóttirfelagið, Trygd, sum í gjár legði roknskapin fram hevði 11,5 milliónir krónur í avlopið. Trygd gevur varsemi og lækkaðum rakstrarkostnaði skuldina fyri góðu gongdina RoknskapuR Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Við eini eginogn á 70,7 milliónir krónur, megnaði tryggingarfelagið Trygd at hava eitt avkast á 11,5 milli­ ónir fyri skatt. Eftir skatt er talan um 9,4 milliónir krónur. Hetta positiva úrslit hevur við sær, at leiðslan hevur avgjørt at lata Føroya Banka, sum er einasti eigari av tryggingarfelagnum, heili 24 milliónir krónur í vinningsbýti. Positiva úrslitið varð tó um at fara tíðliga í fjør, tí sera nógvir skaðar raktu fyri tøkuna, men seinni part­ urin av árinum hilnaðist nógv betri. Lítlibeiggi tryggur Tað er ongin ivi um, at Trygd er lítla tryggingar fe­ lagið í Føroyum, við árs­ enda í 2007 hevði Trygd eina eginogn á umleið 85 milliónir krónur, samstundis sum Tryggingarfelagið Før­ oyar hevði umleið 300 milli ónir krónur, sum bæði eru nógv meira, enn hvat lógarkravið til tryggingar­ feløg er. Samstundis hevur Trygd mestsum bara tryggingar innan hús og bilar, har teir hava minna partin av markn aðinum. Í fjør hevði TF Holding, sum eigur Tryggingarfelagið Føroyar, eitt hall í kjarnu­ virkseminum, sum er trygg­ ingarvirksemi hjá Trygg­ ing arfelagnum Føroyum, men stórt avkast av íløgun­ um, men í ár sær út til, at lítlibeiggi klárar seg betri. Hetta kann mann gita seg til, tí í fjør gav tryggingar­ virksemið hjá Tryggingar­ felagnum Føroyum hall, men stórt avkast var í TF Holding, ið eigur Trygg­ ingarfelagið Føroyar. Hetta avkast á 144 milliónir krón­ ur hækkaði samlaða egin­ peningin í móðirfelagnum, TF Holding, til 1,5 milli­ ardir krónur. Í løtuni eru partabrøv í stóran mun ikki nakað, ið beinleiðis gevur avkast, og tí kunnu vit rokna við, at samtakið kemur við einum rímiliga stórum halli, um tað ikki hevur verið sera heppið við sínum íløgum. Trygd hevur allan sín pening undir koddanum. Við øðrum orðum er hetta vanlig innlán og lánsbrøv. Í roknskapinum kom fram, at fyritøkan framvegis hevur avkast av íløgunum, men tað er ikki so løgið, tá talan er um fastar rentur av pen­ inginum. Færri hendur Ein stórur partur av rakstrar­ sparingunum koma frá, at Trygd í dag hevur færri starvs fólk. Við ársenda 2008 hevði fyritøkan 21 fólk í starvi, hetta er ein niður skurður á tíggju fólk í mun til miðaltalið av starvs­ fólkum í 2007. Rakstrarút­ reiðslurnar eru av millum øðrum hesum minkaðar heilt fitt. Talan er um 7,9 milliónir krónur, sum fyri­ tøkan hevur spart í rakstrar­ útreiðslum, so talið í dag liggur á umleið 19 millión­ um krónum. Hyggja vit at samlaða av ­ lopinum, so síggja vit, at hevði hesin rakstrarniður­ skurður ikki verið, so komu vit niður á 3,6 milliónir krónur í avlopi. Hækkaðu tryggingarnar Í 2008 hækkaðu trygg ingar­ fyritøkurnar í Føroyum gjøld ini. Trygd gjørdi tað sama, og hækkaði í summar prísin á húsatryggingum við eini 15 prosentum, og á bilum við umleið 12 pro­ sentum. Hetta er tó ikki nakað, ið felagið ætlar at lækka, hóast sera góða úrslitið, um vit hugsa um aðrar trygg ingar­ fyritøkur uttanlands, har tað gongur eftir skriðini. – Kappingin er hørð, og vit mugu altíð hava kapp­ ingarførar prísir, men vit hava fokus á tænastuna, og hava ikki hug at fara í eitt beinleiðis prískríggj við kapp ingarneytarnar, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Trygd. Tryggja eigaran Í mun til nógv onnur feløg, so letur Trygd eitt rættiliga stórt vinningsbýti. Talan er um umleið 24 milliónir krónur, ið fara beinleiðis til eigaran av tryggingar fyri­ tøkuni. So Føroya Banki kann gleðast um 24 milli­ ónir krónur eyka í sínum úrsliti. Tá vinningsbýtið er størri enn yvirskotið hjá fyritøk­ uni, so merkir hetta, at egin ognin hjá felagnum mink ar. Hetta er tó ikki nakað, ið er ein trupulleiki hjá Trygd, tí hóast hon letur einar 13 milliónir krónur av eginpeninginum til eigaran, so hevur fyritøkan fram­ veg is eina eginogn, ið er tríggjar ferðir so stór, sum lógarkravið er. Vænta tað sama Fyri 2009 roknar Trygd ikki við nakrari stórari fram­ gongd, tí samfelagshjólini mala seinni, og fyritøkan satsar fyrst og fremst upp á at tryggja bilar og hús. Fyrr hevur felagið roynt seg innan skipatryggingar, men hesum hevur tað slept, og hetta merkir eisini færri inntøkur. Tí setur fyritøkan sum vón, at hon megnar at flyta fleiri kundar yvir í sín part í 2009, so parturin av verandi marknaði gerst størri. Seinni í hesum mán að­ inum kemur úrslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroy­ um. Konservatisman gevur framburð OPEC trýstir oljuprísin upp OPEC­londini hava skert ta dagligu oljuframleiðsluna, og tað fekk í gjár prísin at kvinka uppeftir á marknaðunum í London og New York. Í New York hækkaði prísurin 1,7 prosent, soleiðis at ein tunna kom upp í 44,35 dollarar. Brent­oljan úr Norðsjónum hækkaði 1,74 prosent og kom upp í 44,40 dollarar. Ta seinastu vikuna hevur prísurin á gulli verið fallandi, men nú hækkar hann aftur. Tað sama er galdandi fyri evni sum silvur og platin, meðan prísurin á kopari fellur, skrivar Bloomberg News. Russar tálma kreppuni Russiska stjórnin ætlar at brúka 650 milliónir rublar til at hjálpa vinulívinum ígjøgnum altjóða fíggjarkreppuna. Tiltakið er eitt ískoyti til onnur hjálpartiltøk, sum eru sett í verk fyrr. Blaðið Moscow Times endurgav í gjár Dmitrij Medvedev, forseta fyri at siga, at tað týdningarmesta nú er at tryggja russiska vælferðarsamfelagið, hóast inntøkurnar hjá tí almenna minka. Forsetin segði, at stjórnin fer at fremja tiltøk, sum skulu forða fyri, at arbeiðsloysið verður ov stórt. í løtuni eru góðár seks milliónir russar arbeiðsleysir. Trygd hevði í ár, tað størsta avkastið, ið fyritøkan hevur havt nakrantíð. Sjálv gevur fyritøkan einari skerjing í rakstrinum og einum konservativum hugburði skuldina